Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 3. juni 2005 17 skatti fyri meg. Hvørt einasta plagg og hvør einasta máltíð er gold- in við tí, sum fløskurnar hava kastað av sær, sigur Bagge, eitt sindur errin kortini. Húsaleiga, sjúkrakassi og aðrar útreiðslur er farið av avlamishjálpini. Og avlop- ið, ið var, er farið til húsini. 6. sans fyri fløskum Bagge veit rættiliga nógv – fyri ikki at siga ALT – um tað at savna fløskur á náttartíð ella árla á morgni. - Eg plagdi onkutíð at hitta eina av nonnunum, systir Juliu í somu ørind- um, sigur hann og harmast um, at hon nú er farin. At byrja við fór hann vanliga út um náttina, men tey seinnu árini er hann sum oftast farin frá húsum árla á morgni eftir einari fastari rutu, sum altíð gong- ur gjøgnum Miðbýin. - Eg hyggi allastaðni, har eg veit at fløskur kunnu liggja. Og tja, - tað er sum um eg havi ein 6. sans fyri fløskum. Tí har sum eg gangi, har síggi eg altíð fløskur. - Eg finni sum oftast bara eina og eina, men 1 og 1 kann skjótt gerast 20. Eg veit ikki, Snorri, tað er næst- an sum hjá eini hønu, sum skavar í jørðini eftir onkrum at eta. Eg síggi tað sum glitrar, og eg veit, at tað sum glitrar, tað kann vera ein fløska, sigur Bagge. Hóast tómu fløskurnar hava stóran týdning í lívinum hjá Bagge, so hevur hann kortini hug at ilskast inn á alt tað, sum fólk tveita frá sær ella missa burtur. - Eg havi funnið bæði pløgg, smúkkur og onnur ting – og fløskur sjálvandi. Eg haldi, at tað líkist púrasta ongum sum fólk tveita frá sær, sigur hann avgjørdur. Hesi árini hevur hann savnað so nógvar fløskur, at hann hevur kunnað fíggjað keypið av grundøkinum, sum kostaði um 300.000 kr. - So tú sært – tað er virði í teimum tómu fløskunum. Ljósir litir Í løtuni hevur Bagge úr at gera við at fyrireika inn- flytingina. Tá vit vitjaðu inn á gólvið fyrr í vikuni bíðaði hann eftir gólvál- eggjarunum. Hann ætlar einaferð seinni at mála sær húsini uttan, men er enn ikki av- gjørdur um, hvønn lit tey skulu hava. - Eg hevði ætlað at tey skuldu vera royðureyð, men so fann eg út av at hús- ini hjá grannanum høvdu júst henda litin. - Men mær dámar kortini ikki teir heilt myrku litirnar. Best dámar mær teir ljósu, gult, grønt og kanska brúnt eisini. Teir myrku litirnir siga so nógv um fólk, - teir líkasum avdúka sinnalagið. - Eg eri optimist, og tí ynski eg at liturin á mínum húsum skal avspegla júst hetta, sigur Bagge. Óveruligt og snedigt Eitt skifti hevði Bagge betri hug at keypa sær eini gom- ul hús. Tá hann legði hesar ætlanir fram fyri teimum í Føroya Sparikassa ráddu tey honum frá hesum. - Hetta ráðið eri eg sera takksamur fyri, tí teir hildu at tað var betri at eg sjálvur fór at byggja mær míni egnu hús. Hann hevur eisini nógv fólkum og fyritøkum fyri at takka, at hann er komin so langt í lívi sínum. Fólk sum hava hjálpt honum tá á stóð, fólk sum alla tíðina hava stuðlað honum á ein og annan hátt, og fólk sum hava eggjað honum at halda fram. Serliga starvsfólkun- um á Blákrossheiminum hevur hann nógv at takka. - Nú eri eg so komin hartil, at eg skal flyta inn í húsini. Tú, tað er so sned- ugt – ja, so óveruligt at tað er bara heilt løgið. - Eitt veit eg kortini, og tað er, at tað er sera huga- ligt at gjalda fyri eitt, tá tað kemur einum sjálvum til góðar, og ikki fer til tey, sum leiga út. - Eg gleði meg ótrúliga nógv til at flyta inn, tí eg nú kann kenna meg tryggan í mínum egna heimi. Her er eingin orsøk til óvissu ella ótta um at verða tveittur út á gøtuna, sum tá tú leigar frá øðrum. - Higartil havi eg klárað alt tað fíggjarliga sjálvur, og higartil man eg hava goldið einar 600.000 kr. í húsinum. - Men hvat er tað, tá man eigur síni egnu hús?! Á Guttormsgøtu: Í hesum nýggja bústaðar- økinum lá einaferð eitt oyðið grundøki. Í økinum var eitt mýrulendi, og tí hevði hetta økið helst ikki tann stóra áhugan hjá møguligum keyparum. Ein dagin varnaðust íbúgvararnir á gøtuni at her var okkurt í ferð við at henda: Menn byrjaðu at máta og mála upp, og nakað eftir byrjaði ar- beiðið við at gera hetta økið byggibúgvið. - Íðan, her er helst líkt til, at onkur hevur keypt øki og ætlar sær at byggja her, hugsaðu fólk. Onkur bar kenslu á tann eina mannin, sum var rættiliga ofta at síggja á hesum økinum. So líð- andi gjørdist teimum greitt, at hetta var mað- urin sum átti økið. Og hesin maðurin var ikki ein og hvør, kundu tey, sum kendu mannin, greiða hinum ókunnugu frá. - Hatta er Bagge. Ein maður, sum ikki altíð hevur havt tað so lætt her í lívinum. Ein mann, sum tit uttan iva hava sæð gangandi við posum í hond, tí hann hevur savn- að sær fløskur saman. Ein maður, sum nógv helst hava vent sær burtur frá. - Men hygga nú. Nú hev- ur hann keypt hetta økið, og skal byggja sær síni egnu hús. Er tað ikki ótrú- ligt? Jú, hann er ein knassi hasin Bagge, søgdu tey. Sum fráleið varð økið byggibúgvið, teir fyrstu formarnir komu upp og ein skjønnan dag stóðu húsini har, innilokað og innrættað. Nú byrjaðu teir stóru vørubilarnir at koma – við skápum, hvítvørum, gólvklædningi og øðrum til húsið. Handverkarar gingu út og inn, og í dag er so klárt hjá Bagga at flyta inn í egin hús. Hann hevur leigað ymsastaðni runt í býnum í mong ár – tey seinastu 7 árini í Lynggøtu 7 í Havn. Nú er liðugt við leigu- gjaldi. Nú standa avdrøg- ini til Føroya Sparikassa fyri framman. Men åh den lætti, - nú kann hann húsast í egnum húsum. Húsum hann sjálvur hevur goldið og stríðst fyri. Míni hús! ans fyri fløskum Sethúsini á Guttormsgøtu Stødd: 108 fermetrar Hæddir: Tvær Rúm: Stova (30 fer- metrar), køkur (17), trý kømur, forstova og gongd, grovkøkur, tvey baðirúm (eitt við brúsu og eitt við baðikari) Kostnaður: Nakað om- anfyri 1 mió. kr., harav grundøkið kostaði 300.000 kr. Fígging: Avlamishjálp og fløskur. Navn: Jákup Johannes Joensen, vanliga nevndur Bagge ella Baggin Føddur: 28. mai 1947 Bústaður: Guttormsgøta 14, Havn Starv: Avlamispensjónistur FAKTA Køkurin er útgjørdur við øllum tí, sum hoyrir einum slíkum til. Alt er gjørt við hepnari hond Mynd: Jens Kr. Vang - Eg gleði meg ótrúliga nógv til at flyta inn, tí nú kann eg kenna meg tryggan í mínum egna heimi, sigur Bagge Mynd: Jens Kr. Vang