fríggjadagur 3. juni 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 103 - 3. juni 2005
Í sambandi við at
nýggja mentanar-
ritið "OUTSID-
ERmagazin er út-
komið verður skip-
að fyri móttøku í
Miðlahúsinum í
Vágsbotni fríggja-
dagin kl. 17, har
stigtakararnir báð-
ir Kim Simonsen
og Bergur Rønne
Moberg fara at
leggja ritið fram og
greiða frá. Eisini fer
Knút Háberg Eyst-
urstein at spæla til
hátíðarløtuna
NÝTT BLAÐ
Tíðindaskriv
OUTSIDERmagazin
nummar 1 er útkomið.
Við eru greinar, um-
mæli, essays, nýggjar
søgur eftir m.a. Einar
Már
Gudmundsson,
Jóanes Nielsen. Í blaðin-
um eru eini 20 føroyskir
og útlenskir skribentar,
høvundar, listafólk og
onnur, ið hava skriva,
yrkt, gjørt grafikk og
annað upprunatilfar. Við
eru eisini greinar eftir
Gunnar Ekelöf, Knút
Háberg
Eysturstein,
Berg Rønne Moberg,
Firouz Gaini og onnur.
Tema í hesum blað-
num er outsidarin innan
mentan og list í Føroy-
um sum uttanlanda. Í
blaðnum eru ferðafrá-
sagnir úr Afrika og frá
Europa. Kjak um glo-
balisering og William
Heinesen. Ummæli av
nýggjum norðurlendsk-
um høvundum og før-
oyskum
rokktónleiki,
sum t.d. 200 og Knút
Háberg
Eysturstein.
Greinar um rokksøgu og
um list í Føroyum í dag.
Blaðið er hesuferð
176 s. langt, er eins
nógv ein innbundin bók
í A5 stødd. Blaðið er at
fáa í bókhandlum og
stórum kioskum í Før-
oyum og kostar 165 kr. Í
Danmark fæst tað í Før-
oyahúsinum og í ávísum
føroyskum
feløgum.
OUTSIDERmagazin
kann eisini bíleggjast á
heimasíðuni hjá OUT-
S I D E R m a g a z i n :
www.outsidermagazin.c
om
– Við hesum blað vilja
vit skapa nakað heilt
nýtt og serliga stimbra
tey ungu til at skapa og
skriva. Í blaðinum eru
fleiri nýggir føroyskir
yrkjarar og onnur hava
skrivað stuttsøgur siga
stigtakararnir Kim Sim-
onsen og Bergur Rønne
Moberg.
Kim
Simonsen
er
blaðstjóri og hevur næst
at sær Berg Rønne Mo-
berg.
Grafikarin
er
Høgni Egholm Magnus-
sen, ið hevur verið snið-
gevi og internetdesign-
ari á blaðnum og á
nýggju
heimasíðuni
www.outsidermagazin.c
om. Listamaðurin Ole
Wich hevur illustrerað
ein part av blaðnum.
Við í blaðbólkinum
eru Svend Højgaard, ið
lesur til bókavørð og
stud.mag Agnar Jógv-
ansson, BA. Jóan Petur
Ludvig Trier og onnur,
ið hava nógv góð hug-
skot og tankar um list,
foto, bókmentir og ann-
að.
Forsíðuna
hevur
fotografurin
Bárður
Eklund gjørt.
FAKTA
OUTSIDER magazin
Data:Blaðið
hevur
A5
format og útkemur eina til
tvær ferð um árið - tað skal
seljast í Føroyum, Dan-
mark og (seinni vónandi)
um øll Norðurlond. Síðu-
talið skal vera 175-220.
Bert perman, lýsingar og
ávísar myndir eru í litum.
Blaðið skal liva av lýs-
ingum og øðrum stuðli.
Nýtt og spennandi
føroyskt mentanarrit
Mentanarnáttina
verður Náttúrugripa-
savnið á Debesartrøð
opið til kl. 22
MENTANARNÁTT
Tíðindaskriv
Dyrnar verða sum vanligt
lætnar upp kl. 10 á morgni.
Á savninum eru framsýn-
ingar av føroyskum djóra-
og plantulívi umframt før-
oyskari jarðfrøði. Her fáa
tey, ið vitja, møguleika fyri
at fáa eina mynd av før-
oysku náttúruni.
Eitt nú verður jarðfrøðin
í Føroyum lýst bæði við
teksti, myndum og lutum.
Harumframt ber til at
kunna seg við føroyskt
djóralív, t.d. ber til at síggja
beinagrind
av
hvalum,
skølt av avgusti og útstapp-
aðan kóp. Eisini er nógv
kunning um hval, eitt nú
hvussu grindaboð vórðu
borin í gomlum døgum.
Tað ber til at síggja sera
nógv av fiskasløgunum, ið
eru undir Føroyum. Tað eru
fleiri framsýningarskáp við
útstappaðum fugli, eitt sýn-
ir bjargafugl, eitt annað
heiðafugl og eitt triðja smá-
fuglar, sum ikki eiga her,
men sum einstøk ár vitja
her í stórum tali. Tað ber til
at síggja serlig fuglasløg í
egnum framsýningarskápi,
eitt nú ber til at síggja tveir
bringuhvítar ravnar standa
yvir reiðrinum hjá sær.
Hetta ravnaslag er útdeytt
nú. Í Føroyum verður mett,
at uml. 50 fuglasløg eiga
regluliga.
Tey, ið vitja, kunnu eisini
nýta høvið til at vitja
plantufrøðiliga urtagarðin á
Debesartrøð. Í urtagarðin-
um eru uml. 150 føroysk
plantusløg, sum eru tikin
heim úr bø og haga og
plantað har. Har eru bæði
vanligar
og
sjáldsamar
plantur, t.d. eru fleiri ymisk
sløg av føroyskum píli.
Harumframt er baraldur,
sum er vanligur á einum
staði í Svínoy, annars er
hann sjáldsamur alla aðra-
staðni í Føroyum.
Til samans eru uml. 330
føroysk plantusløg, so í
urtagarðinum er knappliga
helvtin av føroysku plantu-
sløgunum at finna. Plant-
urnar eru væl merktar við
skeltum.
Atgongukostnaðurin til
savnið er kr. 20,-. Børn
undir 14 ár sleppa ókeypis
inn.
Náttúrugripasavnið opið
mentanarnáttina
Hóskvøldið
vóru
musikkprísirnir til næm-
ingar á Musikskúlanum
frá Berlingske Tidende
kappingini
latnir
í
Miðlahúsinum. Og sam-
stíðis spældu næming-
arnir. Lesið frásøgn frá
hesi stóru hending í
vikuskiftisblaðnum.
Musikkprísir í
Miðlahúsinum
Summarframsýning-
in í Norðurlandahús-
inum er ein savnan av
bæði eyðkennum og
nýggjum rákum inn-
an føroyska myndlist
í løtuni - eitt áhuga-
vert boð uppá, hvussu
okkara myndlist kann
koma at gera seg
galdandi í altjóða
høpi framyvir
MYNDLIST
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður lydersen
Fríggjakvøldið 3. juni letur
árliga Summarframsýning-
in í Norðurlandahúsinum
upp. Við á framsýningini
eru seks myndlistafólk, Ed-
ward Fuglø, Astri Luihn,
Sigrun G. Niclasen, Tor-
bjørn Olsen, Eyðun av
Reyni og Ingálvur av
Reyni, sum hava fingið
hvør sín vegg at ráða yvir.
Eitt fínt hugskot, sum und-
irstrikar eyðkennini bæði í
húsinum og hjá teimum
einstøku listafólkunum.
Samljóð
Samljóðið millum máln-
ingarnar og hølið kemur
kanska best til sín rætt á
ovaru hæddini í Norður-
landahúsinum. Tað fyrsta,
tú fært eygað á, er sokallaði
Plakatveggurin, sum Ed-
ward Fuglø er sloppin at
seta sín dám á hesuferð.
Eitt sera hóskandi val, har
ikki
minst
málingarnir
‘Kulturpávar’ og ‘Mappu-
dýr’
hanga sum sjálv-
speiskar viðmerkingar til
okkum og okkara tíð
Á glasveggunum í Kling-
runi hanga løttu, fínligu og
ljósu myndirnar hjá Astri
Luihn á ein hátt, so tær
næstan sveima sum ein
partur av útsýninum. Hinu-
megin, á stóra vegginum,
hanga máttmiklu og stóru
myndirnar hjá Eyðuni av
Reyni sum eitt slag av
koloristiskum aftursvari,
sum undirstrikar eyðkenda
og skiftandi ljósspælið í
stóra rúminum.
Smáu myndirnar á fram-
sýningini hesuferð eiga
Tórbjørn Olsen og Ingálvur
á Reyni. Myndirnar eru
nógvar í tali og støddin
krevur, at tú sleppur nær at
teimum. Hesar spæla sær
ikki á sama hátt við inn-
rættingina, og sera hóask-
andi hanga tær tí í Dansi-
stovuni, har ikki so nógv
annað kappast um upp-
merksemið.
Á veg útaftur í garde-
robuna fáa myndirnar hjá
Sigrun G. Niclasen okkum
at steðga á - og undrast.
Ein av styrkjunum við
eyðkendu
symbolistisku
málningunum hjá Sigrun
er, eftir mínum tykki, teirra
eginileiki at skapa eitt heilt
nýtt listarligt forvitni í
áskoðaranum. Ikki tað ring-
asta, tú kanst taka við tær
útaftur av eini listafram-
sýning.
Nýggj listabók
Listarliga fevnir Summar-
framsýningin í høvuðsheit-
um um tað kenda eks-
pressionistiska hjá Ingálvi,
Eyðuni og Torbjørn til tað
nýggjara
postmodernist-
iska hjá Edwardi, Astri og
Sigrun. Samstundis hava
júst hesi seks listafólkini
síni heilt serligu eyðkenni,
sum bæði vísa á nakað eyð-
kent og nakað heilt nýtt
innan føroyska myndlist í
dag. Samlað er Summar-
framsýningin sostatt eitt
gott boð uppá, hvussu før-
oysk myndlist kann koma
at gera seg galdandi í al-
tjóða høpi í framtíðini.
Eins og á Summarfram-
sýningum árini framman-
undan, hevur Norðurlanda-
húsið eisini hesuferð nýtt
høvið til at geva eina
nýggja føroyska listabók
út. Ì bókini Faroese Art lýs-
ir Malan Marnerdóttir, pro-
fessari og dr. phil, originala
modernistiska dámin í før-
oyskari list, umframt stílin,
sum serliga eyðkennir list-
ina hjá teimum, sum eru
við á framsýningini í ár.
Saman við umrøðuni av
einstøku listafólkunum eru
eisini prentaðar myndir av
nøkrum av verkunum, sum
eru at síggja í Norðurlanda-
húsinum beint nú.
Summarframsýningin er
opin til 2. august og fer tá
víðari til Danmarkar, Noreg
og Íslands
Summarframsýningin:
Føroysk myndlist
inn í framtíðina
Á Summarframsýningini umboða tey trý Sigrun G. Niclasen, Edward Fuglø og Astri Luihn
postmodernistiska rákið í føroyskari myndlist í dag