Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 3. juni 2005 21 Runavíkar kommuna søkir eftir pedagogum til Barnagarðin á Mýrunum Á Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur við 14 børnum í hvørjari, 3 barnagarðsstovur við 18 børnum í hvørj- ari og ein barnagarðsstova við 12 børnum. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljós- um rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harum- framt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingar- rúm og stórt felagsrúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barnin- um at geva tí møguleika at mennast, bæði persón- liga og saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt við einum tryggum og stimbrandi um- hvørvi, við góðum samstarvi millum leiðslu, starvs- fólk og foreldur. Vit ynskja tí at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Søkt verður eftir 5 pedagogum á 35/40 t. um vikuna. Setan verður frá 15. august 2005 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Fríðu Lómstein,leiðara ella Conny Jacobsen,varaleiðara á tlf. 448254 ella 218254 Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juni 2005, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará OUTSIDER MAGAZIN ER ÚTKOMIÐ! Við í blaðnum eru greinar, ummæli, essays, nýggjar føroyskar søgur v.m. Blaðið, sum er 176 síður, kann keypast í bókhandlum og stórum kioskum í Føroyum og kostar 165 kr. OUTSIDER MAGAZIN kann eisini bíleggjast á nýggju heimasíðuni www.outsidermagazin.com Tey, sum vilja halda blaðið, kunnu senda mail til outsidermagazin@gmail.com ella brúka lepan niðanfyri. Gjørligt er eisini at seta 165 kr. (+ 35 kr. fyri postgjald) á konto 9181 1447957 í Føroya Sparikassa – minnist til at viðmerkja tygara bústað! NAVN: _____________________________________________ BÚSTAÐUR: _______________________________________ POSTNR. & BÝUR/BYGD: ___________________________ LAND: _____________________________________________ Lepin skal sendast til: OUTSIDER MAGAZIN - Haldarar v/ Svend Højgaard • Rektorparken 22, 4. tv • DK - 2450 København SV Høgni Egholm Magnussen - illugraphique.com Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2713, Sp/f Handilsvirkið Poulsen, 100 Tórshavn. Fusión: Skráseting Føroya hevur í dag móttikið fusiónsætlan samsv. § 134 a í P/F-lógini: A. Navn: Sp/f Handilsvirkið Poulsen (Sp/f-nr.2713), 100 Tórshavn B: Navn: Sp/f Ognarfelagið Handan Á 1 (Sp/f-nr. 2712), 100 Tórshavn. Harumframt hava vit móttikið váttan frá metingarmanninum samsv. § 134c, stk. 4 í P/F- lógini. Skráseting Føroya tann 01. juni 2005 Kristin Balle _______________________ Sosialurin 341800 Listasavn Føroya T E L 3 1 3 5 7 9 · W W W . A R T . F O Opið er: Týsdag til fríggjadag kl. 14.00 til 17.00 Leygardag og sunnudag kl. 14.00 til 18.00 Summarframsýningin 2005 letur upp mentanarnáttina 3. juni kl. 21.00 til kl.23.00 í Listaskálanum. Í ár luttaka listafólkini: Amariel Norðoy, Asgerð (Aggi) Ásgeirsdóttir, Guðrið Poulsen, Hans Pauli Olsen, Jóna Rasmussen, Kári Svensson, Marius Olsen, Rannvá Mortensen, Súsanna í Jákupstovu, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen. Í sambandi við upplatingina av framsýningini framføra tveir av dugnaligastu næmingunum á Tórshavnar Musikskúla Mattias Kapnas, klaver og hann spælir Præludium og fuga i d-mol af J.S.Bach, Mattias vann 2. virðisløn í Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence og Jón Festirstein, violin spælir Gavotte af J.S.Bach, Jón byrjar á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium. Summarframsýningin 2005 í Listaskálanum Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3955 Navn: Sp/f Bakkagrill Adressa: 800 Tvøroyri Kommuna: Froðbiar Stovningardato: 13-05-2005 Viðtøkudato: 13-05-2005 Stovnarar: David James Findleton, 800 Tvøroyri Stjórn: David James Findleton, 800 Tvøroyri, (stjóri) Grannskoðari: K-ReVisión v/Kristian Holbæk Kristensen, 800 Tvøroyri Partapeningur: kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Endamál: Endamál felagsins er at reka grillkiosk og annað yrki í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.07 - 30.06 Fyrsta roknskaparár: 13.05.2005 - 30.06.2006 Skráseting Føroya tann 01. juni 2005 Kristin Balle ________________________ Starvsfólk til Skilling Vit sóknast eftir tveimum starvsfólkum. Eitt fólk til deild okkara í miðbýnum 3/4 tíð at byrja 1. juli. Eitt fólk til deild okkara í SMS 1/2 tíð at byrja 1.august. Vinaliga støkk inn á gólvið við eini skrivligari umsókn. Tel. í miðbýnum 312225 • tel. í SMS 315656 Lesið Sosialin - so eru tit við