fríggjadagur 3. juni 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 103 - 3. juni 2005
Arbeiðsuppgávurnar.
•
At menna arbeiðsmøguleikarnar hjá arbeiðstarnaðum fólkum.
Hetta við at skapa samskifti við arbeiðsgevarar kring landið við
atliti til, at fáa teir at lata hurðar upp fyri fólki við skerdum
arbeiðsførleika, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin verður
rúmligari.
•
At greiða hvønn áhuga og førleika tann arbeiðstarnaði hevur
og at útføra ráðlegging fyri viðkomandi. At hava um hendi
samskifti við tann arbeiðstarnaða.
•
At skipa fyri arbeiðsvenjingum og útvega størv til
arbeiðstarnaði fólk.
Førleikakrøv.
•
Hevur hóskandi útbúgving, so sum sosialráðgevi, lærari,
pedagogur, sjúkrarøktarfrøðingur, ergoterapeutur ella drúgvar
royndir á arbeiðsmarknaðinum.
•
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
•
Hevur góð samstarvsevnir.
•
Hevur koyrikort.
Vit bjóða.
•
Nýggjar og spennandi avbjóðingar.
•
Fjøltáttað og sjálvstøðugt arbeiði.
•
Tætt samstarv við fyristøðufólkið.
•
Møguleika fyri skiftandi arbeiðstíðum.
•
Skeiðsmøguleikar.
Lønar- og setanartreytir.
•
Sosialráðgevi, pedagogur ella ergoterapeutur verður løntur
sambært avvarðandi sáttmála. Fólk við øðrum sosialfakligum
førleika, verða lønt sambært starvsmannafelagssáttmálanum.
•
Starvið verður sett við beinleiðis tilvísing til fyristøðufólkið.
•
Starvið verður at seta 1. august 2005 ella skjótast tilber.
•
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristinu
Larsen, fyristøðufólk á tlf. 211135.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2005.
Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m skal sendast til:
Sjálvsognarstovnin ALV
Smiðjugerð 6, kj.
Postboks 301
110 Tórshavn
viðmerk á brævbjálvan: "umsókn vinnuvegleiðari".
Vinnuvegleiðari
Niðanfyri sæst at lesa viðkomandi brot úr endamálsorðingini hjá ALV.
Endamál stovnsins er at vera arbeiðstarnaðum til hjálpar við framleiðslu og annars at hjálpa
avlamnum til arbeiðis soleiðis:
a) at royna arbeiðsevnini hjá arbeiðstarnaðum við atliti til meting um møguleikar
(arbeiðs/vinnuroyndir) hjá tí einstaka at arbeiða,
b) at menna arbeiðsmøguleikarnar hjá arbeiðstarnaðum sum heild,
c) at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna
fara til arbeiðis,
d) at skipa fyri fakligari útbúgving handaliga ella bókliga av arbeiðstarnaðum,
e) at skipa fyri vinnuligum vardum arbeiði fyri avlamnum, sum ikki hava førleikan at
arbeiða í vanligari vinnu,
f) at stuðla arbeiðstarnaðum at fáa til vega tilfar til at virka og til at avhenda (selja) vørur,
tey virka.
Sosialurin 341800