leygardagur 4. juni 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
5
Ættarliðsskifti skal vera í eini av Føroya størstu fyritøkum,
samstundis sum virksemið verður økt, SMS verður umbygt
og leiðslan styrkt
SMS søkir fíggjarstjóra
Sunn og sterk fyritøka
P/F SMS er ein sunn og sterk fyritøka
við ein-um eginpeningi uppá góðar
100 mió. kr. Ein føroyskur og ein
íslendskur partaeigari eiga 50% hvør.
Høvuðsendamálið hjá P/F SMS er at
eiga og reka handlar kring landið, og
at standa fyri øllum leigumálunum í
Sølumiðstøðini SMS.
Í løtuni eigur fyritøkan hesar níggju
handlar: Miklagarð, Hornið, Benetton,
Mylnuna, Brotið í Saltangará, og
Bónushandlarnar í Havn, í Klaksvík,
á Glyvrum og á Tvøroyri. Harumframt
eigur fyritøkan matstøðini í SMS,
BurgerKing, SunSet og Perluna.
Tilsamans 325 eru í starvi, og
handlarnir seldu í fjør fyri 260 mió. kr.
uttan MVG.
Víðkað og vaksandi virksemi
Eitt annað endamál hjá fyritøkuni er at
gera íløgur í virðisbrøv. Vit eru ein av
høvuðspartaeigarunum í P/F Fastogn,
ið varð stovnað fyri góðum ári síðani.
SMS bygningurin er ein av seks
bygningum, sum felagið eigur.
Tey seinastu árini hava vit nýtt nógva
orku til at vaksa um okkara virksemi,
og hesin vøkstur heldur fram. Vit fara
um stutta tíð at eiga fl eiri handlar, eins
og nýggj sølumiðstøð skal standa
liðug í 2006.
Nýggj og sterkari leiðsla
Tað standa sostatt fl eiri stórar avbjóð-
ingar fyri framman. Tí skal leiðslan
eisini umskipast og styrkjast. Felagið
skal hava eina trímanna stjórn við
einum forstjóra, einum fíggjarstjóra
og einum býlingastjóra.
Hvør limur í stjórnini fer at hava
beinleiðis ábyrgd mótvegis nevndini.
Nýggjur fíggjarstjóri
Tað er í hesum sambandi, at vit
nú søkja eftir einum fíggjarstjóra
— kvinnu ella manni.
Talan er um eitt týðandi og krevjandi
starv. Í høvuðsheitum skal fíggjar-
stjórin standa á odda fyri framtíðar
fíggjardeild okkara, har hon/hann skal
hava beinleiðis leiðslu av starvsfólk-
unum og ábyrgdina av øllum tættum
innan fíggjarstýring. Harumframt skal
hon/hann vera ein natúrligur partur av
stjórnini og taka lut á nevndarfundum.
Fíggjarstjórin skal syrgja fyri at alt
virkar, og hava evnini at taka neyðug
stig, tá tað ikki virkar.
Vit bíða eftir tí rætta
Umsøkjarar skulu hava hægri ástøði-
liga útbúgving og viðkomandi hollar
praktiskar royndir.
Lønin er góð og í samsvari við krøv og
ábyrgd. Eftirlønarskipan verður boðin.
Er tørvur á tí, kunnu vit eisini hjálpa
við at útvega bústað.
Vit vilja hava samband við rætta við-
komandi skjótast gjørligt, men eru til
reiðar at bíða við at seta starvið, um
tað er neyðugt.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði
og skulu — saman við skjalprógvum
— sendast til:
P/F SMS
Att. Hans Mortensen, stjóri
Postboks 1059
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til Hans Mortensen á tlf. 31 30 41.
Tað ber eisini til í trúnaði at spyrja seg
fyri hjá grannskoðara okkara, Árna
Ellefsen, grannskoðaravirkið Spekt,
tlf. +298 34 34 34
SMS P/f, á Trapputrøðni, 110 Tórshavn, tel. +298 31 30 41, fax +298 31 74 34, heimasíða: sms.fo
v
Atlantsflog keypir nýtt flogfar
Mikudagin skrivaði
Atlantsflog undir
fyribils sáttmála við
sveisiska felagið Swiss
um at keypa eitt flog-
far, sum skal latast
føroyska felagnum í
heyst. Talan er um eitt
British Aerospace RJ
100 flogfar frá 1999,
sum tekur 94 fólk
FLOGFERÐSLA
Flogfarið er seks ára gamalt
og av slagnum RJ 100, sum
British Aerospace bygdi í
1999. RJ flogførini eru
nýggjara útgávan av BAe
146 flogførunum, sum fel-
agið frammanundan eigur.
Hetta flogfarið líkist júst
hinum flogførunum, men
er útgjørt við nýggjari
tøkni og motorarnir hava
størri megi. RJ 100 flog-
farið tekur 94 ferðafólk ella
10 ferðafólk fleiri enn BAe
146 flogførini.
Ætlanin er at taka nýggja
flogfarið í nýtslu, tá vetrar-
ferðaætlanin tekur við síðst
í oktober. Eitt av teimum
fýra flogførunum, sum At-
lantic Airways hevur í dag,
er leigað frá British Aero-
space, men støða er ikki
tikin til hvørt hetta flogfar-
ið skal latast aftur ella ikki,
tá nýggja flogfarið kemur.
- Tað veldst um tørvin,
sigur Atlantsflog.
el
Eftir at hava húsast í
leigaðum hølum í
skjótt 20 ár, flytur
Reyni Service í nýggj-
an sølu- og verkstaðs-
bygning í Klaksvík í
oktober
BILASØLA
Eirikur Lindenskov
Bygningurin verður umleið
650 fermetrar til støddar við
allari nútímans útgerð, ið
skal til fyri at nøkta øll
ynski, ið ein framkomin
bilasølu- og tænastuverk-
staður eigur at hava í dag.
- Grundøkið er umleið
2.300 fermetrar til støddar,
so her skuldi verið munandi
betri hjá viðskiftafólki at
komið framat í mun til
verðandi umstøður, sigur
Árni Rasmussen, stjóri hjá
Reyni Service.
Tað er ikki greitt enn,
hvussu nógv fólk fara at
starvast í nýggju hølunum,
men roknað verður í fyrsta
umfarið við fýra til seks
fólkum.
- Vit síggja fram til at
kunna veita eina enn betri
tænastu við nýggju umstøð-
unum og bjóða bæði norð-
ingum og teimum hinumeg-
in tunnilin vælkomnum,
sigur Árni Rasmussen.
RJ 100 flogførini frá British Aerospace líkjast BAe
146, sum Atlantsflog hevur, men tað hevur størri
motormegi og tekur 94 ferðafólk
Nýtt Toyota-hús í
Klaksvík
Teir eru nú farnir at stoypa fundametnið til nýggja bygningin hjá Reyni Service í Klaksvík