Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 104 - 4. juni 2005 Tey næstu um eitt ár Ætlanin var, at Føroya Handilsskúli skuldi taka nýggjar næmingar inn til datamatikaraútbúgvingin a í heyst, men hetta verð- ur av ongum. Hetta hevur ikki beinleiðis samband við uppsagnirnar hjá lær- arunum á útbúgvingini, men avgerðin var tikin nakað síðani. Ístaðin ætlar Handils- skúlin nú at taka teir næstu næmingarnar inn til datamatikaraútbúgv- ingina eftir summarfrítíð- ina í 2006. Útbúgvingin hevur verið boðin út á Føroya Hand- ilsskúla síðan 1998 og hevur øll árini verið lagað til donsku Datamatiker útbúgvingina. Í Danmark er útbúgvingin broytt og hevur hon somuleiðis skift heitið, hon eitur nú "Erhversakademiuddann else (AK) inden for informationsteknologi", stytt Datamatiker AK. Føroya Handilsskúli fer í komandi tíðarskeiðinum miðvíst at arbeiða við at laga føroysku TSÚ út- búgvingina til broyttu donsku útbúgvingina. Vegir stongdir Sum vanligt er á Norð- oyastevnu, verða nakrir vegir í miðbýnum í Klaksvík stongdir í sam- bandi við stevnuna. Frá leygarmorgni kl. 11 til mánamorgun kl. 06 verður Vágstún stongt fyri allari ferðslu. Heldur ikki verður koyrandi á niðasta parti av Upp- salagøtu, og á Gerðagøtu, frá rundkoyringini og til Jógvan Waagsteinsgøtu, verður heldur eingin ferðsla. Á Bøgøtu verður bert koyrandi oman til Fossagøtu. Leygardagin verður rennikapping mitt í býn- um, og tá verður heldur eingin ferðsla eftir Skúla- gøtu og parti av Biskup- støðgøtu. Fekk skallabrot Fyrrapartin hósdagin hendi eitt ferðsluóhapp á Stangavegnum í Klaks- vík. Ein ungur drongur, sum koyrdi á einum prutli, rendi saman við ein bil. Drongurin var ikki í hjálmi, og hann fekk skallabrot av óhapp- inum. Drongurin var fyrst koyrdur á Klaksvíkar Sjúkrahús, men varð seinni fluttur á Lands- sjúkrahúsið. Føroyingar leggja fót fyri seg sjálvar uttanlands Næmingarnir stúra fyri dygdini Løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard ávarar føroyingar ímóti at stríðast ímóti hvørjum øðrum í útlandinum. Hann heldur, at føroyingar skulu gera sum mest fyri at finna semjur og standa sum ein maður uttanlands POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Vit hava ongan møgu- leika á millumlanda og al- tjóða stigi, um vit ikki standa saman sum ein maður. Tað sigur løgtingsmaður- in Kári P. Højgaard, eftir at mál um ES og Norður- landaráðið hava verið nógv frammi seinastu dagarnar. – Vit sóu eitt dømi í Fólkatinginum nú um dagarnar, har annað før- oyska umboðið legði eitt uppskot fram, og hitt um- boðið boðaði frá, at tað fór at atkvøða ímóti. Tað førir ongan veg, um vit skulu stríðast soleiðis ímóti hvørjum øðrum uttanlands, sigur Kári P. Højgaard. Hann heldur eisini, at málið um føroyska lima- skapin í Norðurlandaráðn- um vísir, at føroyingar hava ilt við at hava felags stev í einum máli. Semjan hvarv Í vikuni boðaði danski for- sætisráðharrin frá, at Før- oyar sum er ikki kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og hetta hevur løgmaður tikið til eftirtektar og vil brúka onnur amboð fyri at tryggja føroyingum størri ávirkan í norðurlendskum saman- hangi. Kári P. Højgaard er annar av føroysku limunum í Norðurlandaráðnum, og hann er misnøgdur við hetta. – Fyri einaferð skyld høvdu vit eitt samt løgting, sum vildi hava sjálvstøðug- an limaskap í Norðurlanda- ráðnum, og tað hevur hevur sera stóran týdning. Løg- maður gekk burtur frá hes- ari samtykt og vísti til ein meiriluta í uttanlands- nevndini hjá løgtinginum. Tað er ikki nóg gott, heldur Kári P. Højgaard. Taka ósemjur við uttanlands – Semjan um norður- lendska limaskapin varð gjørd av øllum tinglimum í seks flokkum, men í uttan- landsnevndini sita bara fimm flokkar, og tað er løg- ið, at løgmaður skal kunnu ganga burtur frá hesari semju, uttan at allir flokk- arnir aftur hava viðgjørt málið. Kári P. Højgaard heldur, at málið um limaskap í Norðurlandaráðnum er so týdningarmikið, at føroy- ingar skulu tosa væl og virðiliga um tað innan- hýsis, og síðani fara út sum ein maður. – Nú er vandi fyri, at vit aftur koma at hava okkara egna politiska stríð við okkum uttanlands, og tá fáa vit einki ígjøgnum, sigur hann. Leiðslan á Handils- skúlanum í Havn kláraði ikki at sann- føra næmingarnar á datamatikaraútbúgvi ngini um, at seinasti parturin av teirra útbúgving fer at hava somu dygd sum hig- artil, eftir at lærarar- nir hjá teimum eru rýmdir av skúlanum ÚTBÚGVING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyrrapartin fríggjadagin vóru teir 11 næmingarnir á datamatikaraútbúgvingini á Føroya Handilsskúla í Havn kallaðir inn til fund. Orsøkin var, at lærararnir á útbúgvingini hava sagt seg úr starvi, tí teir kunnu ikki samstarva við leiðsluna á skúlanum. Tí skuldi leiðsl- an leggja eina ætlan fyri næmingarnar um, hvussu teir kunnu gera sína út- búgving lidna á skúlanum. Men hóast leiðslan royndi at vissa næmingar- nar um, at teir kunnu gera sína útbúgving lidna á skúl- anum á fullgóðan hátt, so kenna næmingarnir seg ikki vísar í hesum. – Vit stúra fyri, at restin av útbúgvingini fer ikki at hava somu dygd, sum út- búgvingin hevur havt hig- artil, siga næmingarnir, sum mangla góðar fýra mánaðir av teirra útbúgv- ing, ið samanlagt er tvey ár og tríggjar mánaðir. Leiðslan á Handils- skúlanum leitar nú eftir nýggjum lærarum, sum kunnu taka sær av seinasta partinum av útbúgvingini og føra næmingarnar til próvtøku, og starvsfólk á Handilsskúlanum skulu taka sær av arbeiðnum at gera eina lestrarætlan. Lestrarætlan avgerandi Næmingarnir á Handils- skúlanum stúra serliga fyri lestrarætlanini, sum skal gerast til útbúgvingina. Hendan lestrarætlan er eitt krav fyri, at útbúgvingin kann viðurkennast, og tá onkrir av næmingunum ætla sær at søkja inn á út- búgvingar uttanlands, verð- ur lestrarætlanin avgerandi fyri tey. – Vit halda, at gomlu lær- ararnir høvdu verið teir bestu til at gera lestrarætl- anina. Tey hava eina vitan og innlit í útbúgvingina hjá okkum, sum onnur ikki kunnu fáa uttan víðari. Tað vóru ikki pengar til at gera hesa lestararætlan, men nú vil leiðslan finna pengarnar til hetta arbeiðið. – Men vit eru bangin fyri, at lestrarætlanin ikki fer at liva upp til tað, sum krevst á hesari útbúgving- ini, og í øllum førum er tað ein vansi, at skrivstovufólk á Handilsskúlanum, sum ikki hava innlit í útbúgv- ingina, skulu gera lestarar- ætlanina í samráði við fakfólk uttanífrá, halda næmingarnir. Próvtøka við tveimum próvdómarum Næmingarnir á datamatik- araútbúgvingini skulu nú undir at gera endaligu verk- ætlanina, og hetta arbeiðið verður mánamorgunin sett í gongd av projektleiðaran- um á Handilsskúlanum. Men hóast leiðslan hevur lovað næmingunum nýggj- ar og fakliga góðar lærarar, so er tað ein vansi, at teir gomlu lærararnir eru farnir. – Tað er trupult hjá nýggjum lærarum at seta seg inn í alt tað, sum vit hava verið ígjøgnum hesi tvey árini, og tí er avgjørt ein vandi fyri, at vit fara til próvtøku við tveimum próvdómarum og ongum lærara, sum kann hjálpa okkum gjøgnum próvtøk- urnar, siga næmingarnir. Næmingarnir siga, at teir hava havt sera gott sam- starv við teir báðar lærarar- nar á útbúgvingini, og teir als ikki hava verið partur av stríðnum millum leiðslu og lærarar. – Vit høvdu ynskt okk- um, at somu lærarar, sum vit hava havt alla tíðina, kundu gera útbúgvingina hjá okkum lidna. So høvdu vit verið vís í, at dygdin hevði verið tann sama. Nú stúra vit fyri, at góðskan á útbúgvingini ikki fer at vera tann sama, siga næm- ingarnir. – Vit sóu eitt dømi í Fólka- tinginum nú um dagarnar, har annað føroyska umboðið legði eitt uppskot fram, og hitt umboðið boðaði frá, at tað fór at atkvøða ímóti. Tað førir ongan veg, um vit skulu stríðast soleiðis ímóti hvørjum øðrum uttanlands, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Næmingarnir á datamatikaraútbúgvingini á Handilsskúlanum í Havn stúra fyri, at seinasti parturin av útbúgvingini ikki fer at hava neyðugu dygdina, nú lærararnir hjá teimum eru farnir til hús