leygardagur 4. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 104 - 4. juni 2005
Íløgan hjá Klaksvíkar Kommunu
verður kannað
Løgmansskrivstovan
kannar í hesum døg-
um íløguna hjá
Klaksvíkar Komm-
unu í íløgufelagið
Phoenix, sum herfyri
fór á heysin
KOMMUNUMÁL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Milliónin, sum Klaksvíkar
Kommuna setti í íløgu-
felagið Phoenix, er mist.
Hetta fekk øði í nógvar
klaksvíkingar, tá ið tað kom
fram, tí nógv hildu tað
verða burturvið, at komm-
unan setti pening í eitt
íløgufelag. Málið kom fyri
á landsstýrisborði, og tað
verður nú viðgjørt á Løg-
mansskrivstovuni.
Landsstýrismaðurin
ógegnigur
Vanligt er mál, ið hava við
kommunur at gera, verða
viðgjørd í Innlendismála-
ráðnum, men soleiðis er
ikki í hesum førinum. Or-
søkin er tann, at landsstýr-
ismaðurin í Innlendismál-
um, Jógvan við Keldu,
sjálvur er gamal borgar-
stjóri í Klaksvík, og tí metir
hann seg verða ógegnigan í
málinum.
Tískil tók Løgmansskriv-
stovan málið á seg, og har
liggur málið í løtuni. Løg-
mansstjórin, Marjun Han-
usardóttir, sigur, at Løg-
mansskrivstovan
hevur
viðgjørt málið, og síðani
var eitt skriv sent Klaks-
víkar Kommunu, har biðið
var um eina frágreiðing
upp á nakrar fyrispurn-
ingar, sum Løgmansskriv-
stovan hevði í sambandi við
málið.
Í hesi vikuni fekk Løg-
mansskrivstovan so svar-
skriv
frá
Klaksvíkar
Kommunu, og hetta skriv
verður so lisið og viðgjørt á
Løgmansskrivstovuni
í
løtuni.
Kunnu revsast við bót
Um so er, at Løgmansskriv-
stovan heldur, at komm-
unustýrislimirnir, ið hava
verið til at taka avgerðina
um íløguna hjá klaksvík-
ingum í Phoenix, hava bor-
ið seg skeivt at, hevur
landsstýrismaðurin
ella
løgmaður fleiri møguleikar.
Millum
annað
kunnu
kommunustýrislimirnir
verða álagdir at gjalda
tvingsilsbøtur
sambært
Kommunustýrislógini
grein 55, stk 2. Eisini er
møguligt
at
saksøkja
kommunustýrislim
eftir
endurgjaldi, um hann ber
ábygd av, at kommunan
hevur verið fyri missi.
Á Løgmansskrivstovuni
verður upplýst, at málið
sum so ongan skund hevur,
og tí verður tann tíð tikin,
ið skal til fyri at fáa eina
orduliga niðurstøðu, verður
sagt
á
Løgmansskriv-
stovuni.
Lands-
dysturin á
stórskíggja
í Keyp-
manna-
havn
Føroyingar í Keypmanna-
havn fáa nú eisini høvi at
síggja landsdystin mill-
um Føroyar og Sveis
beinleiðis
Tað er pubbin The
Globe, sum liggur í
Nørregade
(nær
við
Nørreport), ið fer at vísa
dystin á stórskíggja. Um-
framt stórskíggjan eru
eisini fleiri smærri sjón-
vørp, soleiðis at øll hava
møguleikan at síggja
dystin. The Globe hevur
boðað frá, at í sambandi
við dystin verða før-
oyskar drekkivørur seldar
í barrini.
Dysturin, ið verður
leiktur á Svangaskarði,
verður bríkslaður í gongd
klokkan 17.30 danska tíð.
sís
Arbeiðið í
Steinatúni
liðugt
Vegarbeiðið í Steinatúni,
sum seinastu mánaðirnar
hevur sett sín dám á
ferðsluna í høvuðsstaðn-
um, er nú liðugt.
Heðin Mortensen, borg-
arstjóri, sigur, at arbeiðið
hevur gingið serstakliga
væl, og at tað er liðugt
nógv fyrr enn væntað.
Borgarstjórin sigur, at
býráðið hevur roynt at
skumpa undir at fáa ar-
beiðið gjørt so skjótt sum
gjørligt. Tí var millum
annað avgjørt, at arbeið-
ast skuldi í trimum skift-
um, har tað annars er van-
ligt, at arbeitt verður bert
í einum skifti.
Áðrenn arbeiðið fór í
gongd, mettu nógv, at
arbeiðið fór at hava við
sær, at rættuligur ferðslu-
ruðuleiki fór at verða í
miðbýnum, men Heðin
Mortensen heldur, at hes-
um er fullkomiliga slopp-
ið undan, og at ongir
trupulleikar hava verið í
ferðsluni orsaka av ar-
beiðinum í miðbýnum.
tn
Nú sildin av álvara tykist
verða komin fyri seg, gera
teir seg til at byggja út á
virkinum hjá Kollafjørð
Pelagic.
Ætlanin er at seta upp eina
skerilinju á virkinum, sum
skal skera sild í eini roynd
at tryggja virkinum meiri
rávøru.
Christian
í
Grótinum,
Tróndur í Gøtu, Saksaberg
og onnur skip royna í løtuni
eftir norðhavssild, og fleiri
útlendsk skip eru eisini á
somu leið. Fleiri av hesum
skipum
hava
verið
á
Kollafirði og landað til
Kollafjørð Pelagic, og fleiri
afturat eru væntandi næstu
dagarnar.
tn
Steinbjørn Jacobsen,borgarstjóri í Klaksvík, bíðar óivað spentur eftir, hvørja niðurstøðu Løgmansskrivstovan kemur til í
málinum um íløguna hjá Klaksvíkar Kommunu í íløgufelagið Phoenix.
Mynd: Bárður
Útbyggja Kollafjørð Pelagic
Nú er ætlanin at seta upp eina skerilinju á Kollafjørð Pelagic, sum skal skera sild.
savnsmynd