leygardagur 4. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
9
Barnagarð
til 90 børn
Strendur:
Kommunustýrið
fyri
Sjóvar kommunu hevur
nú samtykt at taka av
einum tilboði frá Fjarða-
hús, har teir bjóða sær at
byggja
ein
nýggjan
barnagarð á Strondum.
Kostnaðurin fyri barna-
garðin verður slakar 8,5
mió. kr, tá MVG ikki er
íroknað.
Í barnagarðinum verða
tvær vøggustovur, tvær
barnagarðsstovur,
um-
framt ein frítíðarstova.
Tilsamans verður pláss
fyri uml. 90 børnum.
sb.
Strandabørn kunnu nú
gleða seg til tann nýggja
barnagarðin, sum nú skal
gerast
20 ára
hátíðarhald
Havn: Í hesi vikuni eru
liðin 20 ár síðani Meinig-
heitshúsið í Havn varð
tikið í nýtslu.
Í hesum sambandi verð-
ur skipað fyri stórum til-
taki í húsinum nú sunnu-
dagin, fyri líkasum at
markera tað stóra stigið,
sum tikið varð í 1985, tá
hetta stóra húsið stóð
liðugt, og varð vígt 2. juni
hetta árið.
Sunnudagin er ætlanin at
skipa fyri tveimum tiltøk-
um. Kl. 14 verður sunnu-
dagsskúli har eitt sindur
meiri verður gjørt burtur
úr enn vanligt, og kl. 18
verður
so
hátíðarligt
møti, har Guds orð sjálv-
andi verður boðað, eins
og onnur serstøk innsløg
verða á møtinum.
Millum hesi innsløg
kann verða nevnt, at ein
hevur savnað saman tað
gamla Streingjakórið frá
tí tíðini, tá farið varð í
hetta nýggja húsið. Hetta
kórið, sum enn er virkið,
tó undir øðrum navni, fer
at syngja nakrar sangir,
eins og ein kvinnubólkur
eisini fer at seta sín
serstaka dám á tiltakið.
Aftaná verða øll boðin til
náttverða í kjallaranum.
sb.
Fríkirkjan Oasan fer
sunnudagin at hava
fyrsta møtið í nýggju
kirkjuni. – Hetta er
ein stórur dagur fyri
okkum øll. Og vita
vóna, at henda kirkjan
kann verða til sign-
ingar fyri mong
menniskju, siga tveir
av leiðarunum í sam-
komuni, Magnus Sim-
onsen og Hendrik
Olsen
SAMKOMUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hoyvík: - Jú, hetta er ein
gamal dreymur sum nú
umsíðir gongur út!
Magnus Simonsen er ein
teirra, sum við gleði og
takksemi hevur sæð fram til
komandi sunnudag 5. juni
2005.
Endiliga kann Fríkirkjan
Oasan í Hoyvík hava sítt
fyrsta møtið í salinum, sum
hevur staðið í gerð hetta
seinasta árið.
- Hvør skuldi trúð tí? Tá
vit í 1981 byrjaðu við møt-
um í Hoyvíkar skúla lá
hugsanin um ein slíkan
kirkjubygning als ikki í
huganum á okkum. Vit
komu tá mest saman fyri at
styrkja hvønn annan í
trúnni og líkasum halda
tann andaliga eldin viðlíka.
- Men nú, ið vit eru
komin so langt, so kunnu
vit øll bara takka Gudi fyri
henda
bygningin,
sum
vónandi kann verða til
signing fyri mong menn-
iskju, sigur Magnus Simon-
sen, sum sjálvur hevur sitið
í bygginevndini.
Sunnudagin kl. 11 verður
so fyrsta gudstænastan hild-
in í hesum bygninginum.
Men sjálv vígslan verður
kortini ikki fyrrenn komið
er nakað út í august mánað í
ár.
Í møtisalinum kunnu íalt
sita útivið 600 fólk, og tí er
ikki at taka seg aftur í, at
hesin
bygningurin
er
bygdur uppá framtíðina.
Arbeiðið við kirkjuni
hevur gingið sera skjótt.
Økið var liðugt útgrivið í
november mánaði í 2003,
og í juni mánaði í fjør varð
fyrsti formurin settur upp.
Og í dag, minni enn eitt ár
seinni, kann virksemið
byrja av álvara.
Hvat nú?
Hendrik Olsen er ein teirra,
sum situr í elstaráðnum í
hesi fríkirkjuni, sum heldur
til á Kirkjustræti nr. 4.
Hann fegnast, sum vera
man eisini um at teir nú eru
komnir so langt.
- Eg skal sjálvur prædika
sunnudagin.
Hóskvøldið
sat eg og hugsaði um hetta,
og setti tá mær sjálvum
henda spurningin: Nú eru
vit komin so langt. Hvat
gera vit nú?
- Hesin bygningurin hev-
ur ótrúligar møguleikar fyri
andaligum virksemi av so
nógvum slagi. Men mítt
hægsta ynski er, at hoyvík-
ingar fara at taka hetta
húsið til sín sum sítt egna –
at hetta má gerast eitt
savningarstað fyri alt fólkið
heruppi, sigur Hendrik.
Inn í sjálva kirkjuna er
eingin gátt, og út frá hesum
verður vónað, at gáttin inn í
andaliga samfelagið í kirkj-
uni má verða so lág, at
eingin fer at halda seg aftur
í at koma til tey andaligu
tiltøkini í samkomuni.
Sum er, finst einki størri
forsamlingshús í Hoyvík, og
tí er ikki óhugsandi at hetta
húsið kann verða nýtt til
ymisk høvi hvønn einasta
dag í vikuni, t.d. til skeið-
virksemi, ervi og líknandi.
Nógvar møguleikar
Við eini slíkari kirkju hevur
samkoman nú eisini fingið
møguleika fyri veruliga at
fara undir eitt andaligt ar-
beiði í hesum økinum, sum
er vaksið nógv tey seinnu
árini og enn stendur í
vøkstri,
hvat
fólkatalið
viðvíkur.
Ungdómurin er heldur
ikki gloymdur í hesum
sambandi, og tí er rættiliga
nógv gjørt fyri at umstøð-
urnar til hetta arbeiðið
skulu verða tær bestu.
Í møtisalinum verður
uppsett tøknilig útgerð, so-
leiðis at góðir møguleikar
eru fyri eitt nú størri kon-
sertum, tí pláss er fyri om-
anfyri 600 áhoyrarum til
hesi høvi.
Í kjallaranum er eitt høli
uppá 250 fermetrar, har ein
serliga hevur hugsað um
tey 12 til 15 ára gomlu. Har
er m.a. gjørdur ein skate-
board-bani.
Til frið og hvíld
Nú er nakað síðani, at sam-
koman valdi at broyta navn-
ið til Fríkirkjan Oasan.
Í hesum liggur, at talan
skal vera um eitt frístað, har
fólk, sum hava ein hungur
ella tosta eftir at koma at
kenna Guds orð, eisini
kunnu koma inn fyri at fáa
hvíld og frið í sálina.
- Út frá hesum er eisini
ynski okkara, at fólk skal
kunna fáa nýggja andaliga
styrki til gerandisdagin,
sigur Hendrik Olsen.
Um ikki so langa tíð er
ætlanin at seta ein kross á
vestursíðuna á bygningin-
um, har ljós eisini skal set-
ast á. Á henda sama veggin
skal eisini festast búmerkið
hjá samkomuni.
Ein oasa fyri allar
hoyvíkingar
Skráin hesa
seinastu vikuna
•
Hósdagin 2. juni kl. 20
Ungdómurin arbeiðir
í Oasuni
•
Sunnudagin 5. juni kl.
11 Guðstænasta
v/ Hendrik Olsen
kl. 14 Sunnudagsskúli
•
Mánadagin 6. juni
kl. 20 Bønamøti
Fríkirkjan OASAN
Stødd:
Salurin
570
fermetrar, kjallarin 250,
millumbygningur 60 og
ein komandi bygningur
150 fermetrar í tveimum
hæddum
Sitipláss: Møtisalur 350
til fólk og kantina til 200
fólk
Virði: Bygningurin stend-
ur í løtuni í 8,5 mió.kr.
Tekning:
Tekning og
prosjektering er gjørd av
Eyðuni Zachariassen.
Fígging: Eginkapitalur,
lán og sjálvbodnar gáv-
ur. Fríkirkjan eigur meiri
enn triðingin av byggi-
kostnaðinum
í
egin-
kapitali, eins og limirnir
hava latið tíggjund til
samkomuna.
Teir báðir – Hendrik Olsen (vm.) og Magnus Simonsen – hava sæð fram til komandi sunnudag, tá nýggja kirkjan verður tikin í
nýtslu
Mynd: Bárður
- Mítt hægsta ynski er at
hoyvíkingar fara at taka hetta
húsið til sín sum sítt egna, sig-
ur Hendrik Olsen (hm.), her
teir tosa um nýggjastu spari-
perurnar, sum eru hongdar
upp í stóra møtisalinum
Mynd: Bárður