leygardagur 4. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 104 - 4. juni 2005
Hóast myrk skíggj hómast glottar í búskapinum. Eftir at øll
vón var slept á fáa alivinnuna á føtur aftur, eru nú tekin til, at
vinnan so smátt er farin at fóta sær aftur. Men hetta er ikki
nakað, sum kemur av sær sjálvum. Hækkandi prísir eru
sjálvandi grundarlagið undir øllum, men tað er ikki nóg
mikið. Ein fortreyt er eisini, at føroyingar eins og útlendingar
aftur fara at trúgva uppá hesa vinnu og harvið vilja váða
kapital at menna hana aftur.
Aðrir glottar eru eisini. Og her hugsa vit um eina møguliga
komandi oljuvinnu. Eftir at hava fyrireikað okkum, gjørt
kanningar av ymsum slag og eisini borað nakrar brunnar, eru
nú tekin til eina bæði spennandi og helst eisini bjarta
tilgongd. Í hvussu er um vit skulu ganga eftir útsøgnunum frá
oljufeløgum, sum so aftur hava støði í teimum fundum, sum
eru gjørd á Atlantsmótinum.
Her er seinasta stóra oljufundið við markið, gott nokk á
bretskum øki, Rosebank/Lochnagar, katalysatorurin fyri
bjartskygninum. Tað góða er tann sannroynd, at her er talan
um eitt ítøkiligt oljufund, sum liggur beint upp at okkara
marki. Eitt fund, sum vit hava nógv at takka fyri, tí helst varð
tað hetta fundið, ið var orsøkin til, at 2. útbjóðing var væl-
eydnað. Tað er ikki ov nógv sagt, at tað var í tøkum tíma, at
hetta fundið varð gjørt. Varð hetta serstaka fundið ikki gjørt
júst tá er sera ivasamt, um nakað nýtt lív var komið í
oljutilgongdina – annað enn tað feløgini hava bundið seg at
bora í 1. útbjóðing.
Hví skal ein fund í bretskum øki tá hava so stóran týdning fyri
leiting við Føroyar kundi verið spurt. Svarið er, at hetta liggur so
tætt upp at markinum, og at tað er gjørt í jarðløgum av sama
slag, sum finnast okkaru megin markið. Og so tann sannroynd,
at oljufeløgini, sum eru við í leitingini kring markið, eru stór
feløg, sum trúgva uppá framtíðar fund í okkara øki tvs. Chevron,
Statoil, Shell fyri bert at nevna nøkur.
Aftur kundi verið spurt, hví vit skulu hava størri vónir nú, tá
somu vónir eisini vóru til steðar, tá farið varð at bora í "Gull-
horninum" á sinni – og har júst somu grundgevingar vórðu fyri
bjartskygninum, nevniliga at stór fund vórðu gjørd hinumegin
markið. Svarið kann tykjast torført, men her mugu vit so bara
halda okkum til tað, sum jarðfrøðingarnir siga, at nú er man farin
eftir nøkrum øðrum "plays" og jarðløgum, tvs. arbeiðshættirnir
og strukturarnir í undirgrundini eru øðrvísi enn tað, sum varð
farið eftir í Gullhorninum.
Statoil leggur hart út í summar. Ger seismiskar og aðrar
kanningar við trimum skipum. Chevron er við at gera klárt til
eina stóra kanning eisini. Haraftrat koma eisini onnur feløg við
sínum kanningum. Hetta er grundarlagið undir fleiri brunnum,
sum verða boraðir í 2006 og 07 á okkara landgrunni og beint
hinumegin markið. Tað góða í øllum hesum er, at leitingin
báðumegin markið kann supplera hvørt økið sær. Tvs. at úrslit
øðrumegin markið kunnu gagna leiting hinumegin. Og síggja
vit longur fram, so kann henda, at fund, sum verða gjørd
báðumegin markið, í eini framtíðar útbygging, kunnu brúka
sama undirstøðukervið, tvs. at fundini harvið ikki nýtast at vera
so øgiliga stór fyri at kunna vera kommersiell. Hetta er eitt av
góðu kortunum, sum nú liggja á borðinum og sum geva
bjartskygninum innihald. Tí eiga vit at síggja hetta sum leiting
á Atlantsmótinum heldur enn bara við Føroyar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Skjøtil settur á
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Framtíðin og pensjónin
Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur
Spurningurin um pensjón-
irnar í framtíðini eigur at
verða viðgjørdur bæði væl
og virðiliga, og hóast ar-
beiðsbólkar
hava
verið
settir, og spurningurin av
og á hevur verið havdur á
lofti, so er ongin greið støða
enn.
Semja var í sitandi sam-
gongu at styrkja arbeiðs-
marknaðareftirlønargrunnin
í sambandi við broyttu
skattalógina, og væl var tað!
Eftir
liggja
tó
aðrir
spurningar at loysa, har vit
fullkomiliga eru eftirbátar,
tá vit sammeta okkum við
okkara
grannalond.. At
adoptera aðrar loysnir uttan
fyrilit, eiga vit sjálvandi
ikki, men tað er ein fyri-
munur fyrst at síggja og
hoyra, hvørjar royndir onnur
hava gjørt. Eisini skal sigast,
at t.d. heitini "eftirløn" og
"pensjón" hava ikki sama
týdning, tá talan er um
donsk viðurskifti.
Fólkapenjónin
Tá fólk (eisini olitikarar)
tosa um "eldrabyrðuna", so
er tað eitt mannminkandi
ummæli, ið tey eldru í dag
ikki hava uppiborið. Hvør
annar enn júst tey hava lagt
lunnar undir samfelagið í
dag, og eru tað ikki júst tey,
sum hava verið við til at
fíggja tær útbúgvingar, ið
"tey lærdu" í dag hava
fingið?
Óneyðugt skuldi verið
hjá mær sum sambandsfólk
harumframt at mint á, hvør
annar hevur verið við til at
goldið, men lat tað liggja
hesuferð!
Tá talan er um fólkapen-
sjónina, so er veruleikin
tann, at færri og færri verða
at gjalda fyri fleiri og fleiri
pensjonistar, tí meðallivi-
tíðin hækkar, og tað er ong-
in nýggjheit, men hvat gera
vit so?
Hetta er ein avbjóðing til
okkum politikarar!
Fólkapensjónsskipanin
verður eisini kallað ein
óskrivaður sáttmáli mill-
um ættarliðini, og hesin
sáttmáli inniber, at tú sum
vinnuvirkin rindar skatt til
m.a.fólkapensjón til ættar-
liðið frammanundan tær í tí
trúgv, at næsta ættarlið
rindar skatt til tína fólka-
pensjón. Men nú er so nógv
broytt, so ivi er, um hesin
sonevndi sáttmáli kann
haldast.
Aldursmarkið?
Eftir míni hugsan skulu vit
burtur frá tí hugsan, at tú er
gamal, tá tú er 67.
Lógin um fólkapensjón
sigur, at tú hoyrir til pen-
sjonistabólkin, tá tú er 67 ár.
Vanligur praksis er, at tá
skal tú burtur av almenna
arbeiðsmarknaðinum. Er
tað so rættvíst? Tann sum
er 60 í dag er (um heilsan
loyvir tí sjálvandi) líka væl
fyri sum ein, ið var 50 fyri
20-30 árum síðan.
Fleiri av teim, ið gerast
67, kenna seg vorðnan eina
byrðu fyri samfelagið móti
sínum egna vilja, og betri
gerst tað ikki, tá politikarar
minna tey á tað!
At vit fingu fólkapen-
sjónsskipanina var eitt stórt
frambrot fyri vælferðina,
og tað fegnast vit um, tí
nógv eru tey, sum eru troytt
og gleða seg til fólka-
pensjónina, sum tey hava
arbeitt fyri og uppiborið at
fáa, meðan tað í dag eisini
eru nógv, sum hugsa júst
hitt øvugta, og vildu fegin
sloppið at hildið fram eina
tíð enn.
Hesa avbjóðing eiga vit
sum politikarar at taka í
álvara, við t.d. at virka fyri
einum
fleksiblum
pen-
sjónsaldri í framtíðini, har
tey ið vilja tað, og tey ið
ikki orka, skulu varðveita
verandi skipan, meðan onn-
ur kunnu sleppa at halda
fram á arbeiðsmarknað-
inum nøkur ár aftrat.
Hans Birgir Hansen
Nú má ruddast upp í stuðul-
skipanum, ið Mentamála-
ráði og Stuðulstovnur, hava
um hendi, vit skula avmarka
í stuðulskipanir, lestrarstuð-
ul, teirra í lesa uttanlands.
Vit eiga at finna út av
hvønn tørv á útbúgvnum
føroyingum vit hava á øllum
økjum, tá hugsa verður um
heildarskipanina/støðuna/-
tørvin/tá fólk leggja frá sær.
Tillaga vit ikki hægri lestna
útbúgving, eftir tørvinum á
fakligari arbeiðsmegi, fáa
vit trupulleikar, tey komandi
nógvu árini, í kan fáa alt tað
fakliga at steðga upp.
Vit hava hópin av fak-
ligari arbeiðsmegi í eru ar-
beiðsleys undir ALS & Al-
mannastovuskipanum hví
sleppa hesi ikki út aftur á
arbeiðsmarknaðirnar ídag?
Hvussi stórt tal av út-
búgvnum
føroyingum
heima og uttanlands hava
ikki seinastu nógv árini
fingið hægri lestna, út-
búgving, ið ikki gera nýtslu
av slíkari ídag?
Vit kunna ikki framhald-
andi fíggja, lestrarstuðul,
lesandi uttanlands í fáa
hægri lestna, útbúgving, í
ikki leita heim aftur, í ar-
beiða/starva/uttanlands
ídag.
Tað er avgerðandi neyð-
ugt, fáa byrja uppruddingar-
arbeiði og fáa útbúgvna
fólki at taka við tá fólk
leggja frá sær á arbeiðs-
marknaðum vegna aldurin
ídag.
Tað kan ikki vera rættvíst
at
bíliga
arbeiðsmegin
óheft av arbeiðara og fak-
feløgum skal leggja teim
fótin fyri at sleppa út aftur á
arbeiðsmarknaðirnar ídag.
Hetta eiga embætisfólk-
ini og politikarar og onnur í
politisku
størvunum
at
kunna gera sær nógv greitt
í tí riknað starvsfólkapol-
itikinum, í aðalráðunum
ídag.
Og hvat við øllum teim
sum luttaka á dag og
kvøldskeiðum,
hvørjar
møguleikar, hava tey at
sleppa út á arbeiðsmarkn-
aðirnar, og vinna til lívsins
uppihald.
Hægri lesnaður útbúgving