Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2005 11 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. VIÐMERKINGAR Fantastiskt frambrot Alt tosið um uttan- ríkispolitiskar heim- ildir og frambrot á sjálvstýrisleið, er avdúkað sum aftur- stig og uttanumtos. Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava sett eitt einmælt Løgting til viks, sum vildi hava sjálvstøð- ugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Høgni Hoydal Í vikuni svaraði Anders Fogh Rasmussen einum fyrispurningi frá undir- ritaða um, nær hann fer at stuðla og viðmæla umsókn- ini hjá einum einmæltum løgtingi um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlanda- ráðnum. Umsóknin er eisini send Norðurlanda- ráðnum, men Danmark hevur biðið hini londini um ikki at viðgera hana (tí er tað skeivt, tá løgmaður sigur, at umsóknin ikki er komin víðari enn til Danmarkar). Vit hava nú hoyrt upp í saman frá Anders Fogh Rasmussen, løgmanni og samgongufólki, at føroy- ingar fáa víðkaðar uttanrík- ispolitiskar heimildir. Løg- maður hevur enntá alment sagt í kjaki í SvF, at vit nú fingu møguleika fyri sjálv- støðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Bæði danska stjórnin og samgongufólk í Føroyum hava trúttað niður í føroy- ingar, at tey virða føroyska meirilutan og at føroyingar fáa tað, teir biðja um. Her er talan um eitt ein- mælt løgting, sum bert vil hava eina umsókn við- gjørda í Norðurlandaráðn- um, so farast kann undir at broyta Helsinki-sáttmálan og javnseta føroyingar við hinar norðurlendsku tjóð- irnar. Men danska stjórnin noktar. At virða eitt ein- mælt føroyskt løgting. At føroyingar fáa tað, teir biðja um. Ja, tað er sostatt bert galdandi um vit biðja um tað, sum Danmark ynskir. Aftur um 70’ini Danska stjórnin sigur, at vit kunnu ikki gerast sjálvstøð- ugur limur í Norður- landaráðnum og noktar fyri at hini Norðurlondini sleppa at viðgera einmæltu føroysku umsóknina. Í sjeytiárunum stuðlaði Dan- mark føroysku umsóknini um sjálvstøðugan limaskap og lat hini Norðurlondini taka støðu. Tá varð Hel- sinki-sáttmálin broyttur, so vit fingu ta støðu, ið vit hava nú. Men í 2005, har løg- maður og forsætisráðharrin hava tosað um víðkaðar heimildir, sleppa vit styttri á leið enn í 70’unum. Og løgmaður hevur góð- tikið støðuna hjá donsku stjórnini. Hóast ongin løgfrøðislig ella politisk grundgeving finst fyri at nokta umsóknini. Hetta svarar til, at upp- skot verður lagt fram um broytingar í viðtøkunum hjá einum felagi. Men um- sóknin verður havnað við teirri grundgeving, at ver- andi viðtøkurnar loyva tí ikki. Ongin broyting - men nýtt uttanumtos Hetta er enn eitt prógv um, at undirbrotligheitin hjá føroyska landsstýrinum hvønn dag slær nýggj met. Løgmaður hevur góðtikið, at gingið verður ímóti eini einmæltari løgtingssam- tykt. Tað er grov vanvirðing fyri Løgtinginum. Ístaðin hevur hann góð- tikið, at danska stjórnin bjóðar eina sonevnda "prag- matiska loysn", ið skal geva okkum betri sømdir í Norð- urlandaráðnum. Men hetta er sum at senda ein bil á verkstað og fáa hann aftur í sama standi. Føroyar hava longu umboðan í øllum ráðum og nevndum í Norðurlanda- ráðnum. Tað einasta okkum vantar, er at gerast sjálv- støðugur limur. Løgmaður kundi hósk- andi verið spurdur, hvørjar ítøkiligar broytingar og betri sømdir Føroyar skulu fáa í Norðurlandaráðnum í mun til støðuna í dag, uttan at gerast sjálvstøðugur limur. Hesar sonevndu "prag- matisku loysnirnar" eru nevniliga bert eitt annað orð fyri at góðtaka donsk krøv og síðani at látast sum nakað nýtt er framt. Eg fari nú sjálvur at taka stig til, at einmælta før- oyska umsóknin fær við- gerð í Norðurlandaráðnum. Føroya Symfoniorkestur í Vesturkirkjuni Ólavur Hátún Hugaligt var tað at leita sær út í Vesturkirkjuna seinasta sunnudag, har flaggskipið í okkara tónleikalívi Føroya Symfoniorkestur bjóðaði til konsert. Í upplýsandi og greiðum tíðindaskrivi hevði orkestrið boðað frá, hvat ið var í vænti, og sanniliga vórðu vit ikki svikin. Beinanvegin, sum lagt varð fyri við gitnu chaconn- uni hjá Purcell, varnaðist tú ein ljómandi strúkaraklang, sum er besta eyðkennið fyri gott kamarmusikalskt spæl. Í forhondsumtaluni í bløðunum varð dentur lagdur á tað serliga við hesari konsert, at ungir spælarar her sluppu upp í part at royna seg saman við teimum meira garvaðu; men eg tori at halda uppá, at hesin bjarti strúkaraljómur ikki minst kom júst frá teimum ungu spælarunum. Okkara dúgligu stroklærarar hava tøkkina uppiborna fyri ta menning, sum seinnu árini er farin fram innan henda hjartatátt í øllum klassiskum samanspæli, og ikki minst mundi tað vera hugaligt hjá okkara einsliga cellolærara Jens Chr. Gutte- sen at sita har í fram- komnum orkesturspæli saman við ikki færri enn 6 av sínum verandi og fyrrverandi næmingum. Ikki skal her verða komið nærri inn á ta røð av klass- iskum perlum, sum henda seinnapart frøddi oyru; men forkunnugt og gevandi var tað at lýða á okkara fremsta klassiska guitarspælara Ólav Jakobsen í guitarkon- sertini eftir Vivaldi, og gleðiligt var tað at uppliva gávuríka unga urguleikaran Julian Rasmussen í sam- spæli við orkestrið. Men maðurin, sum veru- liga skapti løtuna, var diri- genturin Bernharður Wilkinson. Berharður - hálvur før- ingur - hevur í mong ár verið taldur millum fremstu leikandi tónlistafólk í Ís- landi og er seinnu tíðina eisini meira og meira kom- in fram sum orkesturleiðari eisini í øðrum londum. Nú hevur hann fast tilknýti til okkara tónleikalív, gongur her í túninum millum okk- um og leggur alla ta orku, sum stundir gevast til, at fáa bygt upp ein sam- spælsanda og samspælsfør- leika úti á Frúutrøð. Løtan er tí nú meira enn nakrantíð til at geva symfoniorkestri okkara umstøður til at taka ímóti møguleikanum og avbjóðingini. Omanfyri nevnda tíðinda- skriv byrjar soleiðis:" Før- oya Symfoniorkestur hevur havt eitt sera virkið ár". Nei, tað hevur tað tíverri als ikki havt. Tað hevði eina megnar Beethoven konsert í heyst; men familjukonsertin í desember og nýggjárskonsertin í januar vóru, um enn fólksligar og dygdargóðar til høvini, meira at meta sum vinstrahandatiltøk hjá einum einum fult útbygdum symfoniorkestri. At ork- estrið síðan í fýra mánaðar onki hevur havt á skránni, og at blásararnir í trífjórðingsár als ikki skulu sleppa upp í part, er ikki nóg gott. Orsøkin er ikki, at musikarnir ikki fegin vilja spæla, og væl neyvan heldur so nógv atgerðaloysi hjá teimum, sum skipa fyri. Nei - orkestrið hevur ikki teir fíggjarkarmar, sum tað hevur uppiborið, og mus- ikklærararnir, sum í høvuðs- heitum mynda orkestrið, kunnu ikki hava orku til bæði at hava lærarastarv við fullum tímatali og at virka og varðveita sítt støði sum professionellir musikarar. At eitt nú Sámal Petersen á hesari konsertini prógvaði, at hann heldur standard, hoyrir til undantøkini. Rætta loysnin: Sam- skipaði musikklær- ara- og musikarastørv Tá ið eg fyri 20 árum síðan tók við sum musikkskúla- leiðari, var tann týdningur mær greiður, at lærararnir, sum í 4-6 ár á konservat- orium og øðrum hægri tónleikalæristovnum høvdu lagt alla orku í at menna sítt spæl, máttu fáa høvi til at varðveita sín dýravunna spæliførleika og samstundis lata hann koma okkara virkna tónleikalívi til gagns. Upp á umsókn um eyka peningastyrk til endamálið svaraði Poul Michelsen, táverandi býráðsformaður, við spurninginum: "Kann hetta ikki takast av musikk- skúlans konto?" Og hetta er júst tann einasta rætta loysn- in at geva musikklærar- unum høvi til kombinerað lærara- og musikarastarv, sum er vanligt í øðrum londum, og sum tað enn meira her úti á okkara út- skerum er tørvur á. Men tá eg so seinni bar fram hug- skotið sum eina byrjan at minka skylduga undirvís- ingarskylduna úr 20 og niður í 18 vikutímar og lata lærarunum teir tveir tímar- nar til egið spæl eitt nú inn- an symfoniorkestrið, steðg- aðu góðir samstarvarar innan musikkskúlaskipan- ini tankanum við teirri grundgeving, at kommun- urnar fóru at verða ímóti. Til hetta er fyrst at siga, at skeikl kom í orðaljóðið í sambandi við lógarviðgerð- ina til fíggjarligt undirstøði til framhald av Royndar- musikkskúlanum, og at musikkskúlaskipanin, har landið ber um 60 % av út- reiðslunum, tí framvegis í veruleikanum er ein lands- skipan. Í øðrum lagi er tað neyvan hugsandi, at komm- unur við mentanarligum víðsýni fara at sýta fyri at geva musikklærarunum betri trivnaðarkor og so- leiðis samstundis økja um aktiva musikklívið í landin- um, t.d. við at Føroya Sym- foniorkestur verður mun- andi meira virkið og eisini verður at hoyra ikki bara upp í Sortudíki, men reglu- liga úti um alt landið. Tí her loksins mín áheit- an til tykkum avvarðandi: Loftið løtuni og takið nú stigið til eitt enn meira blómandi tónleikalív í Føroyum! Skeivur høvundur Í blaðnum í gjár stóð lesarabræv, nevnt »Flaggdaguri á Vaglinum 2005«. Í hesum stóð, at tað var Pætur Eyðunsson á Borg, sum hevði skrivað tekstin, men so var ikki. Rætti høvundur- in til greinina er Eyðun á Borg. sosialurin