leygardagur 4. juni 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 104 - 4. juni 2005
Dagurin
4. juni. Obtatus, deyður umleið ár 390. Var upprunaliga heiðin maður, sum gjørdist
kristin og endaði sum biskupur í Milevis í Numidiu. Hann doyði strádeyðan.
5. juni. Grundlógardagur, hildin til minnis um at fría stýrisskipanarlógin kom í gildi
í Danmark henda dag í 1849.
Dagurin ber annars navnið Bonifacius. Hann var enskur munkur, sum var tiltikin
trúboðari og fekk navnið ápostul Týsklands. 80 ára gamal varð hann saman við 52
øðrum myrdur av heidningum í Frísalandi hvítusunnudag ár 754.
Jákup Dahl varð føddur hendan dagin 1878 og deyður í 1944.
6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður, sum stovnaði eina nýggja
munkaskipan í Premontre í Fraklandi og seinni gjørdist biskupur í Magdeburg.
1. juni 2005 vóru 10 ár lið-
in síðan Magni Arge tók
við sum stjóri á føroyska
flogfelagnum Atlantic Air-
ways.
Starvsfólkini hava sam-
an við honum tikið nógv
tøk hesi árini.
Tá átti felagið eitt flog-
far, sum fleyg millum Vág-
ar og Keypmannahavn, eis-
ini áttu teir eina tyrlu og
umleið 40 fólk starvaðust
hjá felagnum.
Í dag hevur felagið 4
flogfør og rekur tvær tyrlur.
Flogið verður til 9 ymsar
býir í summar: Oslo og Sta-
vanger í Norra, Reykjavík í
Íslandi, Aberdeen, Edin-
burg og London í Stóra-
bretlandi, og Billund, Aal-
borg og Keypmannahavn í
Danmark. Eisini hevur fel-
agið vaksið munandi um
flúgvingina í øðrum lond-
um – eitt nú í Norra, mill-
um Ísland og Grønland, og
millum Skotland og Sveits.
Í summar starvast umleið
150 fólk hjá Atlantic
Airways.
Mikudagin 1. juni
2005 høvdu trý av
starvsfólkunum á
Barnatannarøktini
hjá Tórshavnar
kommunu í Tórsgøtu
í Havn ávikavist 20 og
10 ára starvsdagar.
Tær vóru Alma
Hansen og Karla
Dahl, sum høvdu 20
ára starvsdag, og
Anna Magnussen, ið
hevði 10 ára
starvsdag
Umboð fyri Tórshavnar
kommunu, saman við borg-
arstjóranum Heðini Mor-
tensen, komu á gátt og
handaðu teimum trimum
blómur á starvsdegnum.
Alma Hansen, tannrøkt-
ari, hevði 20 ára starvsdag
25. februar 2005.
Alma er uppvaksin í
Funningsfirði. Hon var
fyrst útbúgvin sum klinikk-
assistentur, men fór í 1988
undir víðari útbúgving til
tannrøktara. Var liðug sum
tannrøktari í juni 1990 og
frá mars 1991 hevur Alma
starvast hjá Barnatanna-
røktini
í Tórshavnar
kommunu sum tannrøktari
burturav.
Alma er gift við Emil
Jacobsen, ið er lærari, sam-
an hava tey trý børn: Sunn-
eva 13 ár, Sólbjørg 10 ár og
Steinar 2 ára gamal. Tey
búgva á Skála.
Karla Dahl hevði 20 ár
starvsdag 1. juni. Karla, f.
Thomsen, er ættað úr
Syðrugøtu. Hon fór í læru
sum klinikkassistentur hjá
Magnusi
Jensen,
tann-
lækna, í 1973. Frá 1980-83
búði familjan í Grønlandi.
Seinastu 20 árini hevur hon
starvast hjá Barnatanna-
røktini. Karla var gift við
Kristian Dahl, ið doyði í
1998. Hon hevur 3 børn,
Paula 24, Fróði 19 ár og
Sveinur 10 ár
Anna Magnussen hevði 10
ára starvsdag 1. juni. Anna,
f. Dam, er úr Havn og hon
er útbúgvin klinikkassist-
entur. Hon er gift við
Magnus Magnussen, úr
Havn. Tey eiga 4 børn:
Heine 22 ár, Terji 19 ár,
Guðrun 17 ár og Turið 7 ár.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
14. mai fingu Tanja Pleh og Pætur Joensen, Ollerup
ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3200 gr.
17. mai fingu Rebekka Thorsteinsson og Finnbogi
Magnussen, Vágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long
og vigaði 4050 gr.
24. mai fingu Anja og Ólavur Zachariasen, Eiði, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3500 gr.
26. mai fingu Kristina í Króki og Karl Jakob Ósá
Eliasen, Klaksvík. eina dóttur. Hon var 52 cm. long
og vigaði 4050 gr.
27. mai fingu Lív og Henry Mellemgaard, Klaksvík,
ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2300 gr.
27. mai fingu Birita og Janus Martin Joensen,
Norðragøtu, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 4400 gr.
27. mai fingu Inna Sigvardsen og Petur Elias
Petersen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3300 gr.
30. mai fingu Vár í Gong og Johann Behrens,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm long og vigaði
4550 gr.
30. mai fingu Majbritt og Mads A. Winther,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði
3000 gr.
31. mai fingu Lillian Djurhuus og Bjørn Thorsteins-
son, Hoyvík, ein son. Hann var 58 cm langur og
vigaði 4800 gr.
Starvsdagur
Mánadagin 6. juni 2005 hevur Kári Nielsen, maskin-
meistari á Fossáverkinum arbeitt í 45 ár hjá El-
felagnum SEV.
Brúdleyp
Í dag, 4. juni giftast í Aalborg Rådhus Rannvá í Nes-
inum Olsen av Argjum og Kent Hytten úr Aalborg.
Veitsla fyri innbodnum verður á Vegavej 78, 9200
Aalborg SV.
Í dag, 4. juni kl. 12.00 giftast í Evangeliihúsinum
Rigmor Skála Jacobsen, Tórshavn og John Fonsdal,
Vestmanna. Veitslan verður á Hotel Hafnia fyri inn-
bodnum.
Í dag, 4. juni kl. 14.00 giftast í Fríðrikskirkjuni á
Toftum Hildigerð Højgaard, Saltnes og Pól á Sondum
Óskarson, Sandur. Borðhaldið verður í Bygdar-
húsinum í Leirvík kl. 19.00.
26. mai fingu Anna
og Reynhold
Madsen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var
55 cm. long og
vigaði 4400 gr.
Her sita systrarnar
Helena og Annika
við lítlusystrini
Tríggir starvsdagar hjá Barnatannarøktini
F.v.: Alma Hansen, tannrøktari, Karla Dahl, klinikkassistentur, Heðin Mortensen, borgarstjóri,
og Anna Magnussen, klinikkassistentur
Mynd: Jens Kristian Vang
Magni Arge 10 ára starvsdag hjá Atlantsflog