leygardagur 4. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 3. juni 2005
hevði Eilif Debes á Oyri sín
seinasta arbeiðsdag hjá
Føroya Tele í Saltangará
eftir 33 ár í starvi hjá
stovninum. Skipað var fyri
móttøku á stovninum frá kl.
14.
Eilif er ættaður av Oyri.
Hann var sjómaður og
sigldi sum dekkari og
kokkur, til hann í 1972 fekk
starv hjá Føroya Tele. Hesi
árini hevur hann arbeitt
sum kaðalmaður, montørur
og við feilfinning. Hann
arbeiddi út frá støðini í
Kollafirði til 2004, tá hann
varð fluttur til støðina í
Saltangará.
Eilif fer nokk ikki at sita
hendur í favn, nú hann fer
frá sum telefonmaður, hann
hevur fleiri frítíðaráhuga-
mál sum t.d. ættargransk-
ing, at dreyga úr træ, og so
hevur hann eisini stóran
áhuga
fyri
føroyskum
blómum.
Foreldrini hjá Eilif vóru:
Trina Debes, sum var ættað
úr Beitinum, og Sámal
Debes, vanliga nevndur
Sámal í Smiðjuni, bæði av
Oyri.
Eilif er giftur Hildu, f.
Thomasen, ættað úr Kví-
vík. Tey eiga fýra børn:
Karin, sum býr í Danmark,
Sámal og Heðin, sum
búgva á Oyri, og Rúni, sum
býr í Tjørnuvík.
Tíðindaskriv
Bláa bókin hjá Kraks
2005/2006 er í hesum
døgum komin út í
Danmark, Føroyum og
Grønlandi. Í bókini eru
lívsævisøgur hjá 7.952
núlivandi
donskum,
føroyskum
og
grønlendskum kvinn-
um
og
monnum.
Nýnevndur føroyingur
í bókini er Heðin
Mortensen, borgastjóri
í Tórshavnar komm-
unu.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá ið elskaði pápi okkara, verfarðir, abbi
og langabbi
Hasse Kragesteen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum, sum so trúliga vitjaðu hann
í tí dagliga.
Tøkk til tykkum á G4, ið tóku tykkum so
væl av honum.
Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrík orð.
Takk til tykkum øll, ið hjálptu til við ervinum.
Takk fyri telefonsamrøður, takk fyri kransar og
blómur, takk til sangarar fyri vakran sang og tann
stóra skara, ið fylgdi honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna og Borgarhjørt
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum , sum sýndu samkenslu,
tá kæri bróður, pápabeiggi og
mammubeiggi okkara
Sofus Martin Müller
Porkeri
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til prest, sangarar, berarar og kirkjutænarar
og til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til
við jarðarferðina.
Tøkk til starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi og
heimahjálparar, sum vóru so góðar við hann.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Missiónshúsið og til tykkum, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Zacharias
Andlát &
jarðarferðir
Jarðarferðin hjá Otto Kruse verður úr Eiðis kirkju
leygardagin klokkan 14.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra kona, móðir, vermóðir og omma okkara
Vilhelmina Jacobine Svanhilda Joensen
ættað úr Kollafirði
andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 2. juni,
83 ára gomul.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
sunnudagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Kollafjarða kirkju
mánadagin 6. juni kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Hendrik
Tey, ið ynskja at minnast Vilhelminu, kunnu í staðin lata eina gávu
til Eldrasambýlið í Kollafirði á konto í Føroya Sparikassa.
Føroya Tele:
Eilif Debes farin frá
Heðin Mortensen
í bláu bók
Hóskvøldið 2. juni and-
aðist Eyvindur Mohr,
listamaður,
á
Lands-
sjúkrahúsinum 78 ára
gamal.
Eyvindur var sonur
Amaliu, f. Egholm, og
Einar Mohr í Havn, næst-
yngstur av fýra brøðrum:
Lill, Heri og Tórálvur.
Eftir lokna skúlagongd
lærdi
hann
til
fín-
mekanikara, og royndist
hann framúr góður hand-
verkari, og hevur hann
avrikað mangt handaligt
listaverk.
Í fyrru giftu var Eyv-
indur giftur Tove Thom-
sen av Tvøroyri og fingu
tey sonin Kára. Seinni
giftist hann Ninu Nolsøe
úr Vági, tey fingu døt-
urnar Turið og Gullu.
Í ein mansaldur hevur
Eyvindur
livað
sum
listamaður burturav.
Eyvindur Mohr deyður
Lesið
-so eru tit við!