leygardagur 4. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 104 - 4. juni 2005
Vit hava áður prentað
ein mynd av tí KÍ-
liðnum sum í 1958
var á vitjan í
Orknoyggjum.
Í tí sambandinum
prentaðu vit eisini
nøvnini á teimum
føroysku spælar-
unum, sum við vóru.
Nú hevur ein lesari í
Klaksvík sent okkum
enn eina mynd av
hesi somu hending,
men har kortini
uppaftur flaeiri
leikarar úr KÍ eru við,
umframt fleiri
orknoyingar.
Sum tað sæst hevur
greinin áður verið
prentað í
Norðlýsinum, men
vit loyva okkum
kortini at prenta
hana her í blaðnum.
Týsdagin 31. mai
legði 67 ára gamli
Osvald Hansen í
Havn frá sær eftir
trúgva tænastu hjá
SEV í 40 ár. Sama dag
fekk hann heiðurs-
merki frá drotningini
Tíðindaskriv frá SEV
Tað var ikki sørt rørandi á
innanhýsis samkomu hjá
SEV týsdagin, tá ið Osvald
Hansen legði frá sær
starvið hjá Elfelagnum
eftir trúgva tænastu í 40 ár.
SEV fyllir 60 ár næsta ár,
sostatt hevur Osvald verið
við til at bygt og ment SEV
í tveir triðingar av tíðini,
felagsskapurin hevur verið
til.
Á samkomuni handaði
Klæmint Weihe, stjóri,
Osvaldi, heiðursmerki frá
drotningini fyri trúliga at
hava tænt landi og fólki í
40 ár.
Osvald er 67 ár, og í fjør
fór hann úr starvinum sum
verkmeistari á Sundsverk-
inum, men hann valdi at
halda fram hjá SEV við
ymsum fyrifallandi arbeiði,
til hann hevði verið í starvi
í 40 ár tann 31. mai 2005.
Tað tykist løgið, at 31.
mai var dagurin, Osvald
Hansen byrjaði sína yrkis-
leið hjá SEV. Men soleiðis
lagaði tað seg bara fyri 40
árum síðani, tá gamli stjór-
in, Hjalgrím Winther, bað
Osvald koma til arbeiðis.
Osvald Hansen ringdi til
stjóran tann 30. mai 1965
viðvíkjandi starvinum hjá
SEV, og Hjalgrím Winther
bað hann koma til arbeiðis
dagin eftir.
Osvald tók við sum verk-
meistari á Havnarverk-in-
um, sum varð í gerð, tá
hann byrjaði hjá SEV. So-
statt var hann við til at gera
Havnarverkið liðugt, har
hann setti upp tveir motor-
ar. Fyrst í sjeytiárunum fór
SEV
undir
at
byggja
Sundsverkið, sum í dag
hevur fimm dieselmotorar.
Osvald Hansen setti upp
allar motorarnar á Sundi -
og hann hevur eisini skift
útaftur tveir teir fyrstu
motorarnar á Sundi og tikið
niðuraftur báðar motorarn-
ar á Havnarverkinum. Til-
samans hevur Osvald Han-
sen sett upp níggju motorar
á Havnarverkinum og á
Sundsverkinum, sum er út-
bygt tvær ferðir, síðani tað
varð tikið í nýtslu í 1974.
Osvald sleit sostatt fýra
motorar upp, men teir
megnaðu ikki at slíta hann
upp. Osvald er giftur Eyð-
leyg, og tey eiga tríggjar
synir og átta ommu- og
abbabørn.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Heiðursmerki frá drotningini á fráfaringardegnum
Orknoyar-
ferðin hjá KÍ
í 1958
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vitj-
aðu, sendu blómur og fjarrit og á annan hátt
gjørdu gullbrúdleypsdag okkara 30. mars
ógloymandi.
Tøkk til børnini, sum á ein serligan hátt
gjørdu dagin hugnaligan og minnisríkan.
Bestu heilsanir
Dania og Gunlaif Vestergaard
Hoyvík
Lesið
-so eru tit við!