Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2005 15 UTTAN ÚR HEIMI Einki timbur úr regnskógum Í Noregi krevja tveir av andstøðuflokkunum, at Stór- tingið skal seta bann fyri at flyta inn timbur, sum er gjørt úr trøum úr regnskógarøkjum. Arbeiðaraflokkurin og Sosialistiski Vinstraflokkurin siga, at í mong ár hava skiftandi umhvørvismálaráð- harrar mælt fólkinum frá at keypa timbur, sum stavar úr regnskógum, men at tað hevur víst seg ikki at vera nóg mikið. Tí eiga myndugleikarnir heldur at banna inn- flutninginum, siga teir báðir flokkarnir. - Vit eiga í hvusu er at seta ein fyribilsbann í gildi, tí tað hevði uttan iva fingið ES og onnjur lond at hugsa seg um, tí har verður longu tosað um, hvat gerast skal fyri at tálma træhøggingini í regnskógunum, sigur Hallgeir Langeland, stórtingsmaður hjá Sosialistiska Vinstraflokkinum, við Aftenposten. Dráp kunnu elva til kríggj USA og Frakland hava gjøårt av at senda 2.000 ST- hermenn afturat til Fílabeinsstrondina í einari roynd at forða fyri, at borgarakríggið har skal kykna uppaftur. Tað hevur verið ófriðarligt í Fílabeinsstrondini í seinastuni. Mikudagin máttu fleiri túsund fólk flýggja frá húsi og heimi, eftir at vápnaðir álopsmenn høvdu myrt 41 fólk har vesturi í landinum. 64 fólk vórðu særd í álopinum. Hetta er ikki tað fyrsta álopið av hesum slagnum, og álopsmenninir gera ikki mun á monnum, kvinnum og børnum, skrivar AFP. ST hevur frammanundan 6.500 hermenn í Fílabeins- strondini, men teir hava ikki verið førir fyri at forða álopunum. Tí verða 2.000 hermenn nú sendir hagar afturat. Politikari var njósnari Ríkisákærin í Wien hevur biðið ákæruvaldið reisa sak ímóti fyrrverandi aðalskrivaranum í Frælsisflokkinum, Peter Sichrovsky, tí hann hevur arbeitt sum agentur hjá ísraelsku fregnartænastuni Mossad. Sichrovsky, sum var aðalskrivari í Frælsisflokkinum frá 1996 til 2002, hevur viðgingið, at hann gav Mossad ymsar upplýsingar, og at hann fekk pengar afturfyri. Millum annað skal hann hava latið Mossad upplýsingar um fundir, sum floksformaður hansara, Jørg Haider, hevði við arabiskar leiðarar eitt nú Saddam Hussein og Moammar Ghaddafi. Eysturríska ákæruvaldið sigur, at tað, sum aðal- skrivarin í Frælsisflokkinum gjørdi, var ólógligt, tí eysturríkskir ríkisborgarar mugu ikki arbeiða fyri út- lendskar fregnartænastur. Verður Peter Sichrovsky funnin sekur, kann hann fáa upp í trý ára fongsul, skriv- ar DPA úr Wien. Jørg Haider sigur, at hann bleiv varskógvaður um, at aðalskrivari hansara møguliga var ísraelskur njósnari, men at hann ikki fekk nakað prógv fyri, at tað var so. Giftust uppi á Mount Everest Tann 23 ára gamli Pem Dorjee og tann 24 ára gamla Moni Mulepati, sum bæði eru úr Nepal, giftust mána- dagin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest. Tey vóru ikki einsamøll, tí nakrir vinir fóru við teimum niðan á fjallið, men brúdleypsgestirnir bíðaðu niðri á sløttum. Moni Mulepati greiddi seinni frá, at tað var bítandi kalt uppi á fjallinum. Tá tey vóru komin niðaná, tóku tey iltfløskurnar av, og síðani góvu tey hvør øðrum lyfti um at liva saman, til deyðin ger skiln- að teirra millum. - Vit steðgaðu bara einar tíggju minuttir har uppi, men tað var nóg leingi, til at vit fingu stundir til at giftast, segði brúðurin, tá hon kom omanaftur. Hóast nógvar royndir at basa AIDS-sjúkuni, breiðir hon seg so skjótt, at heilsumynd- ugleikarnir klára ikki at fylgja við AIDS Árni Joensen fartekst@mail.dk Ongantíð hava so nógv fólk verið smittað av AIDS í einum ári sum í fjør, og sjúkan hevur heldur ongan- tíð kravt so nógv mannalív sum í fjør. Tað segði ST-aðalskrivar- in, Kofi Annan, á einari AIDS-ráðstevnu í New York fyrradagin. Hann vísti samstundis á, at í teimum fátæku menningarlondun- um er alt ov lítið av heili- vági ímóti sjúkuni, og at í summum londum fáa bara tólv prosent av sjúklingun- um ta neyðugu viðgerðina. Fyri fýra árum síðani setti ST sær fyri at tálma sjúkuni, men á ráðstevnuni viðgekk aðalskrivarin, at tað verður trupult at røkka hesum máli, og at neyðugt er við meiri pengum. Hann segði, at bardagin ímóti AIDS er ein stór avbjóðing í okkara tíð, og at tað er neyðugt at fáa tamarhald á sjúkuni, um vit skulu hava ein sunnan og rættvísan heim. 120 lond vóru umboðað á ráðstevnuni í New York. Kofi Annan rósti londum sum Brasil, Kambodja og Teilandi fyri at hava tikið munagóð stig til tess at fáa tamarhald á teirri herviligu sjúkuni. Men viljin er ikki tann sami allastaðni, tí í Eysturevropa, Miðamerika, Asia og kanska eisini eisini í Miðeystri breiðir sjúkan seg skjótt. Ein frágreiðing, sum bleiv løgd fram á ráðstevn- uni, vísti, at í 2001 vórðu 11 milliardir krónur brúktar til tiltøk ímóti AIDS í menningarlondunum. Í ár er játtanin 45 milliardir krónur, men sambært ST er tað framvegis ikki nóg mikið. Í 1955 varð tann 14 ára gamli Emmett Till burturfluttur og myrdur í amerik- anska statinum Missi- sippi. Nú er líkið grivið uppaftur USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Emmett Till bleiv jarðaður í einum kirkjugarði í Chi- cago, men nú er líkið grivið uppaftur, so rættarlæknar kunnu staðfesta, um talan er um leivdirnar av tí 14 ára gamla, svarta dronginum, sum hvítir racistar myrdu í 1955, tá hann var og vitjaði skyldfólk í statinum Missisippi. Tveir menn blivu ákærdir fyri morðið, men teir vórðu fríkendir. Seinni hava nógvir løgfrøðingar víst á, at rættarmálið var alt annað enn fullfíggjað. Tað eydn- aðist verjanum hjá teimum báðum ákærdu at sáða iva um, hvørt tað veruliga var líkið av Emmett Till, sum var funnið rekandi í Talla- hatchie-ánni. Nevningarnir, sum allir vóru hvítir, frí- kendu teir báðar menninar. Mikudagin gróvu menn hjá samveldisløgregluni FBI líkið av dronginum uppaftur. Málið er tikið uppaftur eftir áheitan frá amerikanska løgmálaráðn- um, eftir at tað er komið fram, at fleiri fólk vóru uppi í morðinum fyri 50 árum síðani. Emmett Till bleiv eftir øllum at døma burturfluttur og myrdur, tí hann hevði bríkslað eftir einari hvítari kvinnu á gøtuni. Morðið vakti stóran ans og gjørdist byrjanin til borgararættind- arørsluna í USA. AIDS breiðir seg skjótari enn nakrantíð fyrr 50 ára gamal morð kannast av nýggjum Menn hjá FBI hava grivið kistuna hjá Emmett Till uppaftur á kirkjugarðinum í Chicago-forstaðnum Alsip