leygardagur 4. juni 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 • leygardagur • 4. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Setningurin er at hugsa skjótt
og arbeiða nógv
Føroysku spælararnir
hava síðani mikudag-
in frískað uppaftur,
hvussu tað gekk fyri
seg, tá ið teir í Sveis í
fjør løgdu rygg til 6-0
tap, og teir halda seg
vita, hvat teir skulu
gera fyri, at talan ikki
skal verða um endur-
tøku í dag
FØROYAR-SVEIS
Jóannes Hansen
Seinnapartin í dag fer fót-
bóltslandsliðið
undir
nýggja kappingarárið. Upp-
gávan er stór, og setning-
urin er greiður. Mikudagin
hittust landsliðsspælararnir
á Hotel Føroyum, har teir
halda til inntil dysturin
ímóti Írlandi er spældur
mikukvøldið.
Hósmorg-
unin vandu teir í Gunda-
dali, hóskvøldið vandu teir
á Svangaskarði, har dyst-
urin verður spældur klokk-
an 16.30 í dag, og í gjár
vandu
teir
aftur
í
Gundadali.
Ein partur av tíðini hevur
verið nýttur at hyggja at
video og uppfríska minnini,
tá ið Føroyar 4. september í
fjør løgdu rygg til 6-0 tap í
Sveis. Semja er um, at tað
skal ikki farast fram so-
leiðis hesa ferð. Spurning-
urin er so, um tað fer at
hepnast.
- Tað hevur bæði verið
næstan eyðmýkjandi og
læruríkt aftur at verið vitni
til tað, sum gekk fyri seg í
Sveis. Teir vóru sera væl
upplagdir og spældi skjótt
og beinleiðis mitt fram eftir
vøllinum, og tað stemmaði
als ikki hjá okkum, stað-
festir liðformaðurin á før-
oyska liðnum, Óli Johanne-
sen, sum sjálvur higartil í ár
hevur verið ógvuliga væl
upplagdur í TB miðverjuni
- og eisini sum skarprættari
í sambandi við deyðbólts-
støður.
Í føroysku leguni kenna
teir reseptina at sleppa
undan skrædli. Spurningur-
in er, um tað fer at eydnast
at gera uppskriftina til
veruleika á vøllinum.
- Teir dugu óvanliga væl
at finna holini. Teir vóru
skjótir fram á vøllin. Nógv-
ir spælarar vóru við í
álopunum, og teir fluttu seg
nógv og skjótt. Í fyrstu at-
løgu fóru teir beint fram-
eftir, og um tað í tøttum og
skiftandi samanspæli á
jørðini og mitt fyri ikki
eydnaðist at skapa avger-
andi møguleikan, so løgdu
teir í borðini og so innfyri
aftur, staðfestir liðformað-
urin.
Hvat skulu tit so gera?
- Vit skulu vera byrgja
væl fyri á miðásinum,
liggja tættir í teimum á
miðvøllinum, skáka teim-
um væl í borðunum, og so
hevur tað sera stóran týdn-
ing, at sambandið millum
keturnar verður gott.
Hetta ljóðar so líka til?
- Takið er at fáa tað at
rigga á vøllinum, sum vit
vita skal til. Tað hevur við
skjótleikan og styrkina at
gera. Tá ið vit vóru har
niðri, minti spælið hjá
teimum um tað, sum vit
fleiri ferðir hava verið vitni
til, at jugoslavarnir hava
víst ímóti okkum. Teir
hugsa skjótari, enn vit gera
tað, og teir eru skjótari á
bóltinum. Eitt nú ræður tað
hjá okkum um at duga at
lesa spælið og finna røttu
støðurnar. Eg vænti, at tað
fer at roynast væl, og eg
haldi, at vit longu í fjør
lærdu av mistøkunum, sum
vit gjørdu í Sveis. Nakrar
fáar dagar seinni spældu vit
ein fínan heimadyst ímóti
Fraklandi.
Føroyar og Sveis spældu
2. juni í 2001 á Svanga-
skarði. Ta ferðina var um
reppið, at tað eydnaðist at
fáa stig frá sveisarunum.
Teir vunnu 1-0, og teir
skoraðu málið í 81. minutti.
- Tann dysturin vísti, at
tað ber til hjá okkum at fáa
gott úrslit ímóti teimum, og
stemmar tað hjá okkum
hesa ferð, so er møguleiki
fyri, at vit kunnu røkka
uppaftur betri úrsliti. Vit
plaga at fáa møguleikar at
gera mál, heldur Óli Jo-
hannesen, sum í ár hevur
vant ta verjuskipanina í TB,
sum teir hava nýtt á
landsliðnum, síðani Henrik
Larsen gjørdist venjari:
- Eg veit ikki, um tað
verður nakar munur, men
tað átti at verið ein fyri-
munur. Eitt stutt skifti, tá ið
eg spældi niðri, vandu og
spældu vit við flatari verju.
Á Tvøroyri hava vit altíð
spælt við aftasta manni. Í ár
hava vit arbeitt nógv við
verjuspælinum, og hóast eg
ikki havi hugsað um tað, so
kann tað væl vera, at tað fer
at vera ein fyrimunur á
landsliðnum.
Róðrarsambandið hevur
sum vant givið út eina
kappingarskrá fyri róðrar-
árið,
sum
byrjar
nú
leygardagin.
Í nýútkomnu og nógv
fríðkaðu skránni er mill-
um annað myndir av
føroyameistarum í fjør,
nýggj reglugerð um uttan-
landskappingar,
yvirlit
yvir stevnur, róðrarøkir,
bátar og formenn um-
framt
mangt
annað.
Kappróður 2005 fæst
umborð á strandfaraskip-
um og í handlum kring
landið.
- Teir dugu óvanliga væl at finna holini. Teir vóru skjótir fram
á vøllin. Nógvir spælarar vóru við í álopunum, og teir fluttu
seg nógv og skjótt, sigur føroyski liðskiparin um fyrra dystin
móti Sveis, sum Føroyar taptu 6-0 á útivølli
Róðrarskipanin
komin