Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 104 - 4. juni 2005 Súkklu- kapping á Norðoya- stevnu So leggja føroysku súkklararnir aftur til brots. Komandi leygardag verður fyrsta Grand Prix Súkklukappingin á skránni. Kappingin verður fyri allar bólkar, gentir og dreingir. SÚKKLING Tíðindaskriv Kappast verður leygar- dagin og, eins og undan- farin ár á Norðoyastevnu, verður kappast í Býar- koyring. Bæði børn, unglingar og vaksin kappast í hesari kapping, og koyrt verður eitt ávíst tal av umførum, alt eftir hvørjum bólki kappast verður í. Spenningur verður kanska stórur millum unglingar og vaksnu súkklararnar í ár, nú tað stundar til Oyggjaleikir og Statoil Kring Føroyar. Eli Christiansen er í góð- um formi í ár og kanska fer hann at yvirraska og fara við sigrinum. Men Esmar Joensen hevur fyrr víst styrki í júst Býar- koyring, og roknast kann tí við einari spennandi kapping. Hjá unglingum er Torkil Veyhe aftur í toppform í ár, men ongin ivi man vera í, at Sigmund Olsson fer at gera honum skarp- an gang. Kappingin er sum sagt fyri bæði gentir og dreingir í øllum bólkum, og heiðursmerkir verða givin til trý tey framstu í hvørjum bólki. Kappast verður í hesum bólkum: Bólkur Fødd Slag 1 1997-1999 Børn 2 1994-1996 Børn 3 1991-1993 Børn 4 1988-1990 Ungdómar 5 1987 og eldri Vaksin Kappingin byrjar kl. 13.30, og er kappingin skipað soleiðis, at tey vaksnu og unglingar súkkla fyrst. Fyrstu børn- ini súkkla tí umleið kl. 14.30. FCK heiðrar Toda Todi Jónsson er nú farin undir seinasta mánaðin av sáttmálaskeiði sínum í danska FCK. Treytirnar sum yrkisleikari eru harðar, og hesa ferð hava boðini so verið, at sáttmáli hansara ikki verður longdur. Tað er tó einki dulsmál, at Todi gjøgnum árini hevur vunnið sær ein høgan status millum áskoðararnar hjá fel- agnum. Síðani hann kom til FCK í 1997 hevur hann spælt 207 dystir og í hesum hevur hann skotið 68 mál. Tað er tað mesta, sum ein einstakur spælari hevur skotið fyri felagið. Og undan seinasta heimadystinum hetta kappingarárið, verður Todi eisini heiðraður fyri tíðina í FCK. - Todi hevur og vil altíð hava eina stóru stjørnu í FCK. Hann hevur verið í felagnum í nógv ár, og hann hevur átt ein týð- andi lut í teimum úrslit- um, sum vit hava fingið. Tíverri hevur hann seinastu tíðina verið nógv plágaður skaðum, men vit fara altíð at minnast Toda fyri góðu avrikini og avgerandi málini, sum hann hevur givið okkum, sigur ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm. Undan heimadystin móti Herfølga tann 19. juni verða Todi og Zuma, sum eisini spælir sín seinasta dyst fyri felagið, heiðraðir av felagnum. Samstundis er ein serlig teldupost-adressa upp- rættað, har til ber hjá við- haldsfólkunum at senda eina heilsan til teir báðar. Adressan, har brøv kunnu sendast, er todizuma@parken.dk -jm Hóast nýggjur mál- verji hesa ferð er í leguni, so vera tað teir báðir gomlu, sum vera á listanum seinnapartin í dag FØROYAR-SVEIS Jóannes Hansen Ein nýggjur maður er kom- in í landsliðsleguna. Tað er Gunnar Nielsen, stóri og evnaríki eykamálverjin hjá Frem í Keypmannahavn. Hann er úttikin, tí tað verð- ur roknað við, at hann er góður møguleiki fyri at vera framtíðar málverji á landsliðnum. Hesar dagarnar venur hann saman við Jens Martini Knudsen og Jákupi Mikkelsen. Teir báðir eru í fótbóltshøpi farnir at eldast eitt sindur, men tað hevur ikki sást aftur á spælinum hjá teimum. Í B36 og NSÍ málunum hava teir vera ógvuliga væl upplagdir, og tað er eingin ivi um, at tað verður Jákup Mikkelsen, sum fer at verja málið í dag, og at tað verður Jens Martin Knudsen, sum fer at sita á beinkinum. Í dag er altjóða skrásetti landsdysturin nummar 99 á skránni, og mikudagin verður tað 100. ferðin, at Føroyar fara at spæla, síðani altjóða limaskapurin gjørdist veruleiki í 1988. Í fyrsta dystinum, sum var í Akranesi 24. august í 1988, vardi Jens Martin Knudsen málið, og Jákup Mikkelsen var á beinkinum. Tá var Jens Martin 21, og Jákup hevði akkurát fylt átjan ár. Síðani tá hava teir í nógv teimum flestu avbjóðing- unum røkt aftastu ódnina. Á Svangaskarði hós- kvøldið endaði venjingin við, at teir eldru spældu ímóti teimum yngru. So- leiðis plagar tað at vera, og spælararnir leggja nógv í hesa uppgerðina. Gunnar Nielsen vardi annað málið, og Jákup Mikkelsen vardi hitt. Jens Martin Knudsen tók sær av løttum á beinkinum. - Hóast Jákup hevur verið við í øll hesi árini, so er hetta fyrsta ferðin, at hann verjir málið hjá teimum eldru. At eg eri trý ár eldri hevur havt við sær, at hann altíð hevur verið á yngra liðnum, staðfestir Jens Martin Knudsen, sum tykist eins eldhugaður, sum hann hevur gjørt øll hesi seytjan árini, sum hann hevur verið á landsliðnum. So er tað álvara. Eftir at kappróðrarfeløgini at kalla síðani seinstu ólavsøku hava fyrireikað seg til kom- andi kappróðrarárið, skulu fyrireikingarnar standa sína roynd leygardagin. Tá verður fyrsti FM- róðurin á skránni, og einki er at ivast í, at spenningurin kring landið er ovurstórur. Í nógvum feløgum eru vón- irnar ivaleyst settar móti gullinum, sum í ár skal koma heim til júst teirra, meðan tey aðrastaðni kanska ikki hava heilt so ítøkiligar vónir um gullið. Men har kann talan vera um onnur mál fyri tað. Myndina tók myndamað- ur okkara, nú tey í Klaks- víkar Róðrarfelag løgdu seinastu hond á fyrireiking- arnar til enn eitt róðrarár. Í komandi viku fara vit sjálvandi at hava drúgva frásøgn frá kappróðrinum á norðoyastevnu. -jm Jákup í eldra liðnum Saman við Jens Martin Knudsen er Jákup Mikkelsen einasti spælarin, sum framvegis er við, nú altjóða dystur nummar 100 av álvara nærkast Fyrsti FM-róðurin mynd: Bárður