leygardagur 4. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
19
Ummæli av konsert
hjá Føroya symfoni-
orkestri (strúkiork-
estri) í Fríðrikskirkj-
uni leygardagin 28.
mai 2005
UMMÆLI
Frits Johannesen
Ein sera snotilig konsert fór
av barkastokki í Fríðriks-
kirkjuni á Toftum henda
dag. Tað, sum eisini vert var
at nema við, vóru tey ungu,
sum góvu ljóð saman við
eldri og tilkomnum fólki í
orkestrinum. Hetta er ein
mennandi máti, at geva
teimum ungu møguleikan at
sita á einum bekki í sym-
foniorkestrinum og vera við
í symfoniskum tónleiki.
Hetta fara tey aldri at
gloyma, tá ið tey fyrstu ferð
komu inn um hesar dyr og
sótu saman við t. d. Jens
Chr. Guttesen, Símun Nón-
klett, Jónsvein Mikkelsen,
Alex Sólstein og Jóannes
Andreasen. Hetta er grindin
kanska, ið tú skalt ígjøgnum
fyri at mennast sum ein góð-
ur tónleikari og halda á fram
í tí klassiska umhvørvinum.
Skráin var ljós, løtt og
ljómandi. Hon nam við Pur-
cell, Vivaldi, Bach, Albin-
oni, Mozart og Grieg. Væl
valt í tí ljósa mai, hóast ein
kaldur gjalur fór út eftir
Skálafirðinum og nartlaði
sóljukopparnar, ið ikki tordu
at stingu kríllin undan
mýrulendinum. Bernharður
Wilkonson fekk ikki bert
kríllin undan í tónleika-
gongdini henda seinnapart á
Toftum, men fekk eisini tey
ungu sprundini og teir ungu
kallarnar í strúkandi strok-
um at spretta í gyltum
mýrusóljum. Soleiðis er
tónleikur. Hann fekk tey,
sum lurtaðu at sveima,
sveima í summardreymum í
tónleikamynstrum úr kønu
hond Bernharðs.
Purcell
Henry Purcell ( 1659-95)
hevur mær altíð dámt væl-
duettir hansara, sálmatón-
leikin, kamartónleikin og
opratónleikin. Hann hevði
eisini týdning fyri Händil.
Her var so ein dansur Cha-
conne - Chacony spældur
(3/4 takt). Ein dansur, sum
kom úr Miðamerika til
Spania uml. 1600 og bleiv
brúktur í orkestursuitum..
Purcell var eitt innarligt
baroktónaskald, tí var væl
valt at spæla hetta tónaskald
ein summardag í mai.
Kanska var orkestrið eitt
sindur trilvandi í intonatión-
ini í byrjanini, men eg haldi,
at sum frá leið bleiv dyrging-
arlagið betri og betri og kom
ljómurin at standa rámligur
undir kønu hond Bernharðs.
Jóannes Andreasen stuðlaði
væl á cembalo, sum eisini
var stuðulin í fyrstuni í baro-
korkestrunum.
Summum
førum vóru tvey "klaver"
brúkt fyri at fáa akordirnar
so væl fyri dagin sum gjør-
ligt. Lat meg siga eitt afturat,
at Purcell bleiv bara 37 ára
gamal, var móðurloysingur
og uppvaksin hjá pápa-
beiggjanum, sum stuðlaði
honum í hansara tónlistaligu
gongd.. Vit vita ikki nógv
um Henry Purcell, men hann
livdi eitt eydnusælt lív, hóast
hann doyði sum ungur.
Vivaldi
Ikki hoyra vit oftani í Før-
oyum sologittar og symfon-
oniorketsur, men her var
væl valt at lata løtuna í eitt
tónleikastykki av Vivaldi
1675-1741, sum millum
annað eisini gav Bach
íblástur til sína tónlist. Vi-
valdi skrivaði 40 oprur 600
instrumental tónlistaverk og
kendasta av teimum eru tey
12 stykkini fyri kamarork-
estur og leggjast kann aft-
urat at namframasta av
hesum eru tær 4 árstíðirnar.
Gittarkonsert í D-Dur,
R.V. 93 av Vivaldi(1675-
1741) solistur var Ólavur
Jakobsen. Eg veit ikki um
eg tori at siga, at hetta var
fyrstu ferð at hetta stykki
ljómaði í Føroyum, men
sama gerð. Einkult í sínum
vavi og bygnaði, av og á eitt
sindur útryðjuhvítt í ljóm-
inum, ikki trilvandi, skvat-
lutt og uppgjørt, men liv-
andi, ljóst og dropakent.
Hetta kom væl fram í gitt-
arspælinum hjá Ólavi .
Hansara ljóðfyltu dropaljóð
slerdu afturíaftur í gittarin-
um og orkestrinum eins og
dropar, ið detta niður á
hellutún og steinamosa. Ja,
ja, og Jóannes bygdi væl
upp undir løtuna við sínum
spæli á cembalo og Sámal
sat ikki í rongini við viol-
inini millum knøini, men
stýrdi sínum ljóðføri við-
kvamt í dropavatni. Har
sum vatn er, er eisini lív.
Millum kendastu stykk-
ini hjá Vivaldi eru 12 stykk-
ir fyri kamarorkestur, har
tey fýra fyrstu partarnir eru
Árstíðirnar. Jú Ólavur skal
hava rós fyri solo sína- for-
kunnungt og summarsligt.
Bach
Tá ið tosað verður um bar-
okktónleik eru tað Bach og
Händil, sum eru drívmegin í
hesum tíðarskeiði. Bach
(1685 - 1750) ljómaði her í
Brandenburger konsertin nr.
3, BWV 1048. Bach tónsetti
hetta megnarverk í Köthen -
Anhalt,
har
hann
var
hofkapel-meistari. Hovið í
Köthen var reformert, og var
einki ljóðføri í kirkjuni, so
guðstænasturnar fóru fram
uttan orgul. Hetta helt Bach
vera sera løgið, men haraftur
ímóti setti hovið stór krøv til
tónlistaevni hansara , har
hann skrivaði tónleik, sum
varð framførdur um kvøld-
arnar við hetta reformerta
hovið. Her gjørdi hann
Brandenburg konsertirnar -
seks í tali. Heitið fingu hesar
konsertir eftir markgreiv-
anum Christian Ludwig av
Brandenburg, sum Bach
hevði møtt í Karlsbad.
Ljómurin í hesum konsert-
um letur teg í barokkhýr og
her er skapið "concerto
grosso", har alt orkestrið
skiftivís spælir saman við
einum minni orksetri - "
concertino" ein lítil bólkur
av solistum. Rúmsátt er und-
ir bitunum í Fríðrikskirkjuni,
so ljómurin av hesum rúm-
liga Brandenburgersatsinum
trein fram í tí ljósa mai, í tí
kalda gjalinum og hitaði tína
sál. Óført!
Albinoni
Eftir henda ljóm hoyrdu vit
Tomasso Albinoni, sum
livdi frá 1671 til 1750.
Spælt varð Adagio fyri
strúkarar og orgul. Hann var
bæði komponistur og viol-
inistur, og hevur t. d. skrivað
50 oprur og hevur eisini
ment violinkosertina. Tað,
sum varð hugtakandi í hes-
ari framførsluni, var oynd-
firðingurin Julian Rasmus-
sen. Ungur tónleikari, ið
spenti frá á tí frálika orgl-
inum í hesi kirkju. Stykkið
var følið og ikki so lítið av
romantykki var í hesum
tónastykkinum. Julian oysti
av sínum listagávum. Eg
hugsaði um abba hansara,
Adolf Rasmussen undir
Garði í Oyndarfirði, sum í
sínum døgum tráddi urguna
í
Oyndarfjarðar
kirkju,
somuleiðis pápa hansara,
Sigmund Rasmussen, sum
er organistur í somu kirkju,
so hesin ungi maður hevur
urguna í kjøtinum borið.
Hetta tónleikastykkið fylti
væl skránna og nam hetta
hjartastreingirnar hjá einum
skyldmanni, sum er farin
um tey seksti.
Mozart
Eg geri ikki so nógv burtur
ú Eine kleine Nachtmusik,
k.v. 525 av Mozart ( 1756-
1790), men bara siga tað, at
hetta er nakað av tí fyrsta,
sum fangar oyrað, tá ið tú
fert at lurta eftir klassiskum
tónleiki. Børn elska henda
ljóslivandi tónleikin. Lættur
og dandandi í instrumental
føringini. Tað er nakað
gudakent í tónlistaskald-
skapinum hjá Mozarti, sum
veitir sinninum lyndrandi
sálarkenslu, og tað gjørdu
hesi ungu, sum sótu í Fríðr-
ikskirkjuni og spældu við
Mozart á knøunum.
Grieg
Konsertin endaði við Hol-
berg suituni av Edv. Grieg
(1843-1907). Grieg livir í
eini tíð, har rembingar í
tónlistini og myndlistini
flyta seg sum ongatíð áður.
Hetta er eitt áhugavert tíð-
arskeið - kanska tað tíar-
skeiðið, sum flytir hugtakið
um list í básar, sum fólk
enn tann dag í dag hava ilt
við at skilja. Eftir 1900 er
listaliga skrædlið, og hevur
tað ikki steðga á síðani - 12
tónaskalin og kubisman
ganga næstan hond í hond
uml. 1908 beint eftir deyða
Edvards. Edvard Munch
málar tað innara menniskja
(1863-1944) og Sigmund
Freud (1856-1939) skrivar
um tað innara mennikja.
Edv. Grieg skrivar Hol-
bergsuituna í 1886. Hann
letur ikki nógv úr hondum
frá 1883 til 1886, men tá
bragdar aftur, tá ger hann
Holberg
suituna,
sum
stendur, sum ein varði í
norskari tónlist. Íblásturin
var 200 ára føðingadagurin
hjá Holberg. Grieg var hug-
tikin av Holberg, tí dámdi
honum at hann tónlistaliga
kundi lata Holberg í nú-
tíðardám við íblástri fra
1700 talinum og hugsaði
hann tá um Couporin, Ram-
eau og Bach. Andin í stykk-
inum er franskur, reindyrk-
að klassisma, tónamálið er
romatikkur og ljómurin er
norskur, sum Grieg so væl
dugdi at fáa fram.
Suitan er fyrst skrivað fyri
klaver, men seinni í 1885
varð hon skrivað fyri strúki-
orkestur og fór hon í hesum
líki um tann víða heim.... og
28. mai í ár kom hon á gátt í
Fríðríkskirkjuni á Toftum.
Eg vil bara siga afturat, at
hetta komu tit sera væl frá,
sum hetta kvøldið løgdu árar
í sjógv, struku av stað og
endaðu í norðurlendskum
strokum. Grieg var ein
meistari at skriva fyri strúki-
orkestur. Tann ljósi norð-
urlendski ljómurin flirraði í
hesum stykki, sum tit so sera
væl dugdu at fáa fram. Air-
satsurin er nakað av tí vakr-
asta, sum hann hevur skriv-
að, og vil eg siga til seinast,
at orkesturleiðarin Bern-
harður Wilkonson stóð seg
stak væl í hesi roynd at kon-
firmera hesi ungu í løttum
klassiskum tónleiki og at fáa
serstakliga gott vibrato fram
í hesum strúkiorkestri og
serliga í Holberg suituni.
Hetta var ein frálík konsert,
sum verd var at lurta eftir.
Vert at lurta eftir