Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 104 - 4. juni 2005 Lærupláss VR-Bilar søkir eftir lærlingi til eykalutagoymsluna at byrja skjótast til ber. Umsøkjarar skulu hava lokið FHS-prógv. Í lærutíðini skal lærlingurin á danskan skúla nakrar viku um árið. Lærutíðin er 3 ár,og lærlingurin fær løn í allari læru- tíðini eftir galdandi sáttmála. Allar umsóknir við prógvum skulu sendast til: VR-Bilar Sp/f Hoyvíksvegur 61 Postsmoga 3130 FO-110 Tórshavn Meira fæst at vita um læruplássið við at ringja til Agatu Sørensen á telefon 322110. Um VR-Bilar: VR-Bilar er ein bilafyritøka í støðugari menning, sum selur persónbilar av merkinum Volvo og Renault, umframt Volvo lastbilar og bussar. Afturat bilasøluni eru knýtt 2 verkstøð. Eitt persónbila- og eitt lastbilaverkstað.Til at veita hesum tænastu er ein eykalutagoymsla. Á VR-Bilum arbeiða í løtuni 18 fólk. Harav eru 12 mekanikarar og 2 fólk eru á eykalutagoymsluni. P/F FØROYA LÍVSTRYGGING Val av 5 umboðum at røkja áhugamál tryggingartakarans, meðan P/F Føroya Lívstrygging verður einskild. Vinnumálaráðið hevur heitt á P/F Føroya Lívstrygg- ing um at skipa fyri einum vali, har 5 persónar, sum eru tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívstrygging, verða valdir at umboða tryggingartakararnar í sam- bandi við,at P/F Føroya Lívstrygging skal einskiljast. Allir tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívstrygging hava valrætt og kunnu stilla upp sum umboð og vera stillarar. Hvør kann gerast umboð Øll, sum eru tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívs- trygging, kunnu stilla upp til valið. Um tú ynskir at stilla upp sum umboðsfólk, skalt tú boða frá hesum skrivliga til P/F Føroya Lívstrygging, Postboks 206, 110 Tórshavn, í seinasta lagi tann 6. juni 2005. Fyri at kunna stilla upp til valið, skalt tú hava undir- skriftir frá 15 stillarum.Øll,sum eru tryggingartakar- ar hjá P/F Føroya Lívstrygging, kunnu verða stillarar. Ein persónur kann bert vera stillari hjá einum val- evni, og einans eitt valevni kann vera á hvørjum uppstillingarlista. Núverandi og fyrrverandi stjórar, starvsfólk á P/F Føroya Lívstrygging og teirra hjúnafelagar ella sam- búgvar, kunnu ikki veljast sum umboðsfólk. Eingin kann virka sum umboð, um tey eru sett í starv ella arbeiða hjá fyritøkum, sum eru kappingarneytar hjá P/F Føroya Lívstrygging. Tá ið P/F Føroya Lívstrygging hevur fingið fráboðan frá tryggingartakarum, sum ynskja at stilla upp til val sum umboðsfólk, verður lýst í bløðunum, hvørji valevnini eru og tíðarfreistirnar fyri, nær atkvøðu- seðil kann umbiðjast og nær hann skal vera skriv- stovu felagsins í hendi. Tórshavn, tann 23. mai 2005 P/F FØROYA LÍVSTRYGGING Felagsskúlin á Oyrarbakka Søkt verður eftir lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2005/06. 1 starv við fullum tímatali fyri lærara í farloyvi. Lærugreinir: ítróttur (dreingir), støddfrøði, alis-/- evnafrøði og landalæra. Lærari, sum kann undirvísa í dreingjaítrótti, hevur fyrimun. Uml. 0,6 starv vegna avlopstímar. Lærugreinir: føroyskt og enskt. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá skúlastjóranum á tlf. 422084 ella 423153. Umsóknir saman við ljósriti av prógvi og møgulig- um viðmælum skulu vera Felagsskúlanum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2005. Skúlastýrið fyri Felagsskúlin á Oyrarbakka v/ Randi Djurhuus FO-430 Hvalvík Til barnagarðin á Gásamýri søkist 1 pedagogur í 35 tíma starv um vikuna at byrja 1. september 2005 og 1 pedagogur fyri pedagog í farloyvi frá 8. august 2005 til 1. februar 2006 í 35 tíma starv um vikuna. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á tlf. 443 325 ella 74 125. Skrivlig umsókn við avitum av møguligum prógv- um skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juni 2005. Um ongin skikkaður umsøkjari er, verður hjálpar- fólk sett í tíðaravmarkað starv. Leirvíkar Kommuna Postrúm 42 520 Leirvík Bókasavnið Er stongt vegna feriu frá 13. juni til 11. juli. Vágs Bókasavn tlf. 373991 Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Vit sóknast eftir handverkara At byrja beinanvegin. Skriva okkum nakrar reglur. Tlf. 421405 · Fax 421602