mikudagur 20. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 180 - 20. september 2000
- Viðurkenning er
besta kenningin
STEFAN Í SKORINI
Tann
virðislønin,
sum
kanska mest spenningur er
um millum fólk undan
handanini, er fyri fagrar
bókmentir. Í ár var tað sand-
oyingurin Oddfríður Marni
Rasmussen, sum varð heiðr-
aður og fekk viðurkenning
frá nevndini, sum avgerð,
hvør skal hava virðislønina.
Oddfríður gav fyri stutt-
um út yrkingasavnið „Rás
Sár“, og hetta savnið verður
mett av nevndini at vera
heiðurslønarvert. Á sam-
komu í Sjónleikarhúsinum
fekk Oddfríður handað
virðislønina.
Í grundgevingini fyri at
júst Oddfríður skuldi hava
virðislønina segði nevndin,
at „Oddfríður er skald, ið
leitar sær rás, sárur og
ivingarsamur, á markinum
millum heimloysi og heim-
langtan. Í yrkingarsavnin-
um „Rás Sár“ ferðast hann
víða í nýroyndum sínum og
vísir, serstakliga í prosayrk-
ingunum, á nýggjar leiðir í
føroyskum skaldskapi“.
Nógv at týða
Oddfríður segði eftir at
hava fingið heiðurslønina,
at ein slík heiðursløn
sjálvsagt hevur nógv at týða
fyri hann sum yrkjara.
– Virðislønin hevur nógv
at týða fyri meg. Hetta
merkir, at onkur lesur bók-
ina, eg havi skrivað, og
dámar hana. Hon verður av
tí sama eisini lisin og keypt,
sigur Oddfríður.
Oddfríður segði eisini, at
tað er týdningarmikið at fáa
viðurkenning, tí tað er ein
fín kenning, um hon bara
ikki setur í høvdið, leggur
hann skemtandi afturat.
Umframt viðurkenning-
ina fær Oddfríður eisini ein
kekk á 20.000 krónur, og
tað kemur sjálvsagt eisini
væl við, tí um man vil tað
ella ikki, so eru pengar
frælsi, sigur vinnarin.
Oddfríður hevur áður
givið út trý yrkingarsøvn,
og hetta er tað fjórða, hann
letur úr hondum. Hetta er
fyrstu ferð, at honum verður
latin heiðursløn fyri stríðið.
Hann hevur heldur ikki
hugsað sær at steðga nú,
men ætlar sær at halda fram
á somu leið sum higartil.
Hann hevur ætlanir um at
geva út antin eitt stuttsøgu-
savn ella eitt yrkingarsavn
undan jólum. Hann heldur
tó, at tað fer at vera torført
at fáa alt liðugt til tað tíð,
men hann miðar ímóti eini
útgávu, áðrenn árið er runn-
ið.
Kundu givið fleiri
Oddfríður metir, at nevndin
væl hevði kunnað heiðrað
fleiri yrkjarum ella rithøv-
undum.
– Hetta er eitt avbera gott
tiltak, men tað er eitt sindur
keðiligt, at bara ein virð-
isløn verður latin fyri fagrar
bókmentir, sigur Oddfríður.
– Tað kundu kanska verið
tvær latnar, so man hevur
eitt sindur av mótspæli og
okkurt at halda seg til.
Leivur Hansen, býráðs-
formaður,
segði
undan
handanini, at um nevndin
ikki metir, at nakar hevur
uppiborið eina virðisløn, so
kann hon velja ikki at lata
nakra, og tað heldur Odd-
fríður eisini er fínt.
Oddfríður segði eisini, at
hetta kom óvart á hann, og
hann hevði als ikki væntað
at fáa virðislønina, tá boðini
komu fyri góðari viku síð-
ani.
Eftir handanina helt Odd-
fríður eina røðu fyri áhoyr-
arunum. Oddfríður hevur
verið á rithøvundaskúla í
Danmark í tvey ár, og hesi
árini metir hann sera høgt.
Har var eitt veruligt forum
fyri rithøvundar, og teir tos-
aðu um skaldskap tvørtur-
um bókmentagreinar. Eitt
slíkt forum heldur Oddfríð-
ur avgjørt vantar í Føroyum.
Tað, sum rithøvundar mest
tosa um, tá teir koma sam-
an, er mentunarpolitikkur,
og tað er harmiligt.
- Føroyskum skaldskapi
tørvar harðliga eitt slíkt for-
um, sigur Oddfríður at enda.
Rigmor, Zakarias og Effie
fingu hinar
Fýra virðislønir vórðu latnar tilsamans, og hinum trimum fóru
Rigmor Restorff, Zakarias Wang og Effie Campbell avstað við
STEFAN Í SKORINI
Umframt virðislønina fyri
fagrar bókmentir vórðu
M.A. Jacobsen virðislønir
latnar fyri serligt mentan-
aravrik og yrkisbókmentir.
Barnabókaheiðursløn Tórs-
havnar býráðs varð eisini
latin í hesum sambandi. All-
ar virðislønirnar eru á
20.000 krónur.
Fyrst á pallin trein Zaka-
rias Wang. Hann fekk virð-
isløn M.A. Jacobsens fyri
yrkisbókmentir fyri bókina
„Føroyar á vegamóti“. Í
grundgevingini
segði
nevndin, at hetta var „týd-
ningarmikið søguligt tilfar
um støðu Føroya í heims-
samfelagnum“.
Zakarias
helt røðu, har hann var glað-
ur um, at hansara bók var
heiðurslønarverd.
Hann
legði afturat, at bókin „Før-
oyar á vegamóti“ gav M.A.
Jacobsen sjálvum rætt í tí
sjálvstýriðsstríðið,
sum
hann stóð fyri.
Rigmor Restorff fekk
M.A. Jacobsens virðisløn
fyri mentanaravrik. Nevnd-
in segði, at „Rigmor fær
virðislønina fyri drúgva
virki sítt sum tónlistafólk“.
Rigmor helt onga langa
talu, men takkaði fyri. Hon
var tann, sum fekk flest
lógvabrestir frá fjøldini.
Effie
Campbell
fekk
Barnabókaheiðursløn Tórs-
havnar býráðs. Nevndin
segði, at hon „hevur sæð tað
neyðuga í, at vit innan krist-
nar bókmentir hava so virk-
nan týðara sum Effie Camp-
bell, ið við sínum skýming-
arløtusøgum
hevur
ein
greiðan boðskap“.
Bókmentavirðisløn M.A.
Jacobsens varð fyrstu ferð
latin í 1958, og tá varð bara
ein latin. Í 1972 vórðu tvær
latnar. Ein fyri fagrar bók-
mentir og ein fyri yrkisbók-
mentir.
Í 1996 kom enn ein virð-
isløn uppí part. Tað var virð-
isløn fyri serligt mentanar
avrik, og nú eru tríggjar
M.A. Jacobsen virðislønir.
Barnabókaheiðurslønin
hevur verið latin síðan
1976.
Í fjør vórðu allar virðis-
lønirnar javnsettar, og tær
eru nú 20.000 krónur.
Tey fýra, sum fingu virðisløn. Frá vinstru Oddfríður Marni Rasmussen fyri fagrar
bókmentir, Rigmor Restorff fyri mentanaravrik, Effie Campbell fyri barnabókmentir og
Zakarias Wang fyri yrkisbókmentir
Mynd: Jens Kr. Vang
Oddfríður Marni Rasmussen fær virðislønina handaða í Sjónleikarhúsinum. - Viðurkenning er tann besta kenningin,
segði hann aftaná
Mynd: Jens Kr. Vang
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Jústinus Eidesgaard
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Tjóðveldið og NATO –
ein kúvending uttan líka
RÆTT er, at verjumál er danskt málsøki,
og at danska stjórnin kundi gera, sum hon
vildi, tá hon gav NATO og amerikumonnum
loyvi at leggja støðir sínar her á landi í
fimti- og sekstiárunum. Danska stjórnin
kundi somuleiðis leggja sektin á samtyktir-
nar á Føroya Løgtingi um, at Føroyar skuldu
haldast uttan fyri allar hernaðarsamgong-
ur, og at hermenn ikki skuldu vera knýttir
at hesum støðum.
VIT kunnu partvíst geva formanni Tjóðveldi-
sfloksins rætt í tí hann førir fram í Sosial-
inum týsdagin, men vit kunnu ikki geva
honum rætt, tá hann skuldsetir føroyskar
politikkarar fyri at taka undir við stjórnini,
og fyri ikki at sýna ábyrgd. Formaðurin í
Sambandsflokkinum segði víst, at lands-
stýrið hevði einki at gera við hetta málið, tí
tað er danskt málsøki, men formaðurin í
Javnaðarflokkinum fýltist hinvegin á, at
málið – fyrispurningurin um fundin við Ge-
orge Robertsson – ikki varð lagdur fyri utt-
anlandsnevndina, sum skal kunnast um øll
viðurskifti í fullveldistilgongdini. Tað er einki
galið í tí, at landsstýrið kannar og spyr seg
fyri um støðu Føroya í verjuhøpi, um vit
skipa Føroyar sum fullveldisríki, men av-
talaðar mannagongdir eiga at haldast.
TÁ alt hetta er sagt, skal leggjast afturat,
at tað er einki annað enn margháttligt og
láturligt – hóast málið er av teimum mest
álvarsomu – tá tjóðveldismenn tosa um
møguligan limaskap í Partnership for
Peace. »Peace«…tað ljóðar gott, men hetta
er felagsskapur undir NATO: Og øll, sum
minanst aftur í seksti- ella sjeytiárini, kenna
áhaldandi herrópið hjá tjóðveldismonnum
»Hervaldið av landinum«. Eitt herróp, sum
varð málað á garðar og veggir og mangan
brúkt í blaðgreinum – ja, mundi tað ikki
breiða seg yvir fleiri teigar í Fjúrtanda við-
hvørt?
VÍST broytast tíðir. Nýtt fólk kemur til. Men
løgið er, at tjóðveldisfólk, sum sanniliga
vóru uppi í friðararbeiðnum her á landi, nú
tiga, tá Tjóðveldisflokkurin – uttan um Løg-
tingið og ímóti andanum í løgtingssamtykt-
unum – tosar um fund við NATO og møgu-
ligan limaskap við Partnership for Peace.
Góðu tit, friðarfólk, hvar eru tit nú? Ja,
summi yppa øksl og vilja vera við, at tey
vóru ímóti kjarnorkudubbingini og kanska
ikki so nógv ímóti Mjørkadalsstøðini. Hatta
er tvætl! Almenni politikkurin hjá Tjóðveld-
isflokkinum var, at hervaldið skuldi av land-
inum. Alt annað er uttanumtos og svik.
Jógvan Durhuus er, sum vituligt er, illa við
og krevur at løgtingssamtyktirnar skulu
virðast. Øll eru altso ikki paralyserað enn,
so vón er. Víst broytast tíðir, men…
Dan R. Petersen, løgtings-
maður, hevur dittað sær í
bløðunum at vísa á, teir
stóru fyrimunir vit føroy-
ingar hava av at fáa lækna-
liga serhjálp, fyrst og fremst
á Ríkissjúkrahúsinum, og
aðrastaðni við í Danmark,
har serkunnleikin nú eina-
ferð er at finna, tá okkara
egni læknaførleiki ikki
røkkur. Og hetta hevur fing-
ið Oddvør Johansen at taka
til orðanna. Dan og Oddvør
eru annars púra samd um,
at Ríkissjúkrahúsið eigur
lívið í mongum føroyingi,
men so røkkur semjan ikki
longur. Oddvør fer at tosa
um skitnu vápnini, sum
andstøðan nýtir „sum dømi
um sambandsins herligheit-
ir“, sum hon so spotskliga
tekur til - og greiðir frá ein-
um persónligum dømi, tá
hon var stødd á Ríkissjúkr-
ahúsinum við einum av
hennara nærmastu. Eftir at
allar kanningar vóru gjørd-
ar, hendi kortini einki. Tá
tey fóru at ótolnast, var svar-
ið frá yvirsjúkrasystrini, at
bíðað var eftir pengum úr
Føroyum. Og hetta svar
leggur Oddvør út, sum um
vit gjalda fullan kostnað fyri
ta viðgerð, sum okkum før-
oyingum verður veitt á Rík-
issjúkrahúsinum. Jú, hetta
er ein partur av sannleika-
num, men ikki allur sann-
leikin.
Allir føroyingar vita, at
heildarveitingin úr Dan-
mark er árliga um 1300
mill. kr. Og av hesum fara
umleið 30 mill. aftur til Rík-
issjúkrahúsið, t.v.s. at danir
fáa 2,3% aftur av ríkisveit-
ingni, sum sjúklingagjald
fyri teir umleið 1000 sjúkl-
ingarnar úr Føroyum, sum,
tíverri, mugu ta longu leið
til Danmarkar at fáa servið-
gerð, og er onki løgið í hes-
um, uttan tað, at fleiri før-
oyingar við landsstýrisfólk-
unum á odda, (og nú eisini
Oddvør Johansen!) ganga
og trútta niður í okkum, at
vit gjalda fullan prís fyri
hesa viðgerð - jú, gaman í,
vit fáa 1300 mill. sum í-
skoyti til at reka okkara
samfelag fyri, og av hesum
gjalda vit umleið 30 mill.
aftur til Danmarkar fyri ser-
læknaviðgerð har - so ein-
falt er tað! Hetta er onki
meiri enn rímiligt gjald (við
donskum kr.!) fyri servið-
gerð á einum av bestu sjúkr-
ahúsum her á okkara leiðum
- og sama gjaldsskipan,
mótvegis Ríkissjúkrahúsi-
num, er galdandi fyri
donsku amtini.
Fyri betur at lýsa sjúkra-
húsgjaldið til Danmarkar,
so kunnu vit bert kaga aftur
í gomlu afturberingarskip-
anina (refusiónina) úr Dan-
mark. Um vit t.d. taka trið-
seinasta árið, tann skipanin
var í gildi millum Føroyar
og Danmarkar, so sóu tølini
soleiðis út av inntøkum
sjúkrahúsanna í 1985:
a.. Ríksins partur 97.890,-
mill. kr. = 54,9%
b.. Landskassans partur
80.508, - mill. kr. = 45,1%
Hesi tøl vísa greitt, hvør bar
bróðurpartin av samlaðu
sjúkrahúsútreiðslunum tá,
meðan tað er straks torførari
í dag at finna út av, hvør
hevur goldið hvat, tí síðani
1988 er allur danskur stuðul
endaður í stórapotti, t.v.s. í
blokkinum. Og syrgiligt er
at ásanna, at føroyskir pol-
itikkarar, sum, tíverri,
mugu vit siga í dag, fingu
fullan ræðisrætt yvir donsku
heildarveitingini, hava gjar-
að út til alt annað , enn tað,
sum hon upprunaliga var
ætlað til, nevniliga, sjúkra-
húsverkið, almannaverkið
og skúlaverkið, og hygg,
hvussu støðan er innan hesi
verk í dag, t.d. sjúkrabilar-
nir!!
Gjaldast skuldi framman-
undan skurðviðgerðini á
Ríkissjúkrahúsinum, sigur
Oddvør, annars kundi onki
gerast - peningur var sjálv-
andi tøkur! Men formella
flytingin av pengunum úr
Føroyum var ikki í lagi, og
tað er ein heilt annar spurn-
ingur, sum hevur okkurt við
vánaliga og inneffektiva
føroyska landsumsiting at
gera. Tí pengarnir vóru viss-
uliga komnir úr Danmark til
Føroyar, men tað gekk verri
at fáa bert ein evarska lítlan
Viðmerking:
Ríkissjúkrahúsið einaferð enn
Rætting og viðmerking til grein hjá Oddvør Johansen
brotpart suður aftur haðani,
teir vóru komnir frá upprun-
aliga, nevniliga úr Keyp-
mannahavn - og tí vóru tað
fimm langir dagar at bíða í
1995 fyri tykkara viðkom-
andi har niðri.
Eisini skoytir Oddvør so
hissini uppí, at tá ið á stend-
ur, so kunnu vit sjálvsagt
eisini fara aðrastaðir enn til
Danmarkar at søkja okkum
heilsubót - sjálvandi kunnu
vit tað. Men hesin spurning-
urin er als ikki so einfaldur,
sum hon vil gera hann til. Í
eini álvarsligari sjúkra-
støðu, sum altíð er ein torfør
støða at vera í, bæði hjá
sjúklingi og teirra avvar-
andi, har er einki at taka seg
aftur í, at vit føroyingar
hava alstórar fyrimunir
málsliga, har hava flestu
okkara vinir og kenningar
o.s.fr., tá farið verðurtil
Danmarkar, heldur enn til
onnur lond - og ta støðuna
átti ein rithøvundur at duga
at sett seg inn í.
Og at danir eru so ónøgdir
við sjúkrahúsverkið, sum
Oddvør vil vera við, tað var
so dyggiliga mótprógvað í
almannakunngjørdari heils-
uverkskanning frá „Sosial-
forskningsinstituttet“ fyri
fáum mánaðum síðani.
Men, sum ikki einaferð, tað
ræður um at vera við í nati-
onala
fagnaðarkórinum,
sum sær reytt, bert talan er
um danskt og Danmark!
Jú, sanniliga, tað er onki
skeivt at siga: Enn hava vit
møguleikan at koma á
Ríkissjúkrahúsið!
Johan Samuelsen
Vinnuhúsið
skrivar,
at
hækkandi sjúkrafrávera hjá
arbeiðarum fær ta samlaðu
fráveruna at hækka, vísa
nýggj donsk hagtøl. Síðsta
ár vóru kvinnuligir arbeið-
arar vekk frá teirra arbeiðs-
plássi 11. hvønn arbeiðsdag
- í miðal. Frá 1998 til 1999
hækkaðu árligu fráverudag-
arnar úr 20 til 21. Tað er
heldur hægri persónlig frá-
vera, sum hevur ført til, at
fráveran hjá kvinnuligum
arbeiðarum svarar til talið
av arbeiðsdøgum í einum
mánað. Harafturímóti er
barnsburður og 1. sjúkra-
dagur hjá barninum ein
sindur minni av fráveruni.
Tað er tey nýggju fráver-
uhagtølini fyri 1999 hjá tí
Danska Arbeiðsgevarafel-
agnum, sum skjalprógva
sjúkrafráveruna. Í mun til
1998 vísa tølini ein lítla
hækkan í tí samlaðu fráver-
uni á tí privata arbeiðs-
marknaðinum. Sjúkrafrá-
veran og tann samlaða frá-
veran hækkaði eisini eitt
sindur fyri mannligar ar-
beiðarar í 1999. Teir vóru í
miðal vekk frá arbeiðspláss-
inum 18. hvønn arbeiðsdag,
tá ið frítíðin ikki verður tald
við.
Hækkandi persónlig
sjúkrafrávera
Sjúkrafráveran hjá teimum
kvinnuligu arbeiðarunum
hækkaði frá 1998 til 1999
úr 5,8 til 6,4 prosent av
teirru samlaðu fráveru á
9,3% av arbeiðstíðini - svar-
andi til ein sjúkradag meira
um ári.
Hinvegin fall barnsburð-
arfarloyvi (til 1,7 %), með-
an frávera orsakað av 1.
sjúkradegi hjá barninum var
óbroytt (á 0,3 %).
Hjá mannligum arbeiðar-
um hækkaði sjúkrafráveran
eisini eitt sindur, úr 5,4 til
5,6% av arbeiðstíðini -
grundað á bæði meira sjúkr-
afráveru og meira frávera
orsakað av 1. sjúkradegi hjá
barninum (sum nú er 0,2%).
Hækkar í einum
hákonjunkturi
Eldri DA-sundurgreiningar
vísa, at sjúkrafrávera typiskt
hækkar í einum hákonjunk-
turi. Sum ein tummilfingr-
aregul økir eitt fall í arbeiðs-
loysinum á 1 % sjúkrafrá-
veruna millum arbeiðarar
við 4% , men ávirkar ikki
fráveruna hjá starvsmonn-
um.
Ein av fleiri møguligum
frágreiðingum um hesa
konjunkturávirkan
kann
vera, at eitt fall í arbeiðs-
loysinum ger, at ein eitt
sindur veikari partur av ar-
beiðsstyrkini kemur í ar-
Kvinnur fráveru 11. hvønn dag
beiði.
Arbejdsgevaragjald
broytir ikki
Ein onnur DA-sundurgrein-
ing vísti fyri nøkrum árum
síðani, at bæði longdin og
tali av sjúkratíðarskeiðum í
royndum ikki hevur sam-
band við, hvussu fáar ella
nógvar vikur arbeiðsgevarin
rindar sjúkradagpening ella
løn undir sjúku.
Hinvegin
merkja
tey
fíggjarligu viðurskiftini hjá
arbeiðarunum
rættiliga
nógv fyri vavið av sjúkra-
fráveruni:
Tá ið karensdagarnir
vórðu avtiknir í 1987 og tað
arbeiðsgevaragoldnað tíðar-
skeiðið stytt úr 13 til 5 vik-
ur, viðførdi tað eina hækkan
á 22 % í talinum av
sjúkratíðarskeiðum hjá ar-
beiðarum.
(Kelda Vinnuhúsið)