Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 180 - 20. september 2000 Nr. 180 - 20. september 2000 EYÐUN KLAKSTEIN Klaksvík: Støðan í Klaks- vík gjørdist so hættislig í nógva regninum mánadag- in, at fólk máttu flytast burt- ur av ovasta vegnum á eyst- ursíðuni. Fleiri skriðulop vóru, og tað ógvusligasta av teimum gjørdi stóran skaða á eini sethús og tveir bilar við Kjalarvegin. Harafturat fleyt yvir kring allan býin, vegir stóðu undir í vatni, hús fingu vantskaða, og løg- reglan ráddi fólk frá at koyra. Sløkkiliðið í Klaksvík, ar- beiðsfólk hjá kommununi og onnur stríddust allan seinnapartin og út á kvøldið mánadagin við nógv vatnið, sum fleyt kring býin. Og býráðið í Klaksvík varð kallað saman mánakvøldið at viðgera støðuna. Kona tikin við Ógvusligasta hendingin var við Kjalarvegin, sum er ovasti vegurin á eystursíð- uni. Fleiri skriðulop vóru á eystursíðuni, og tað ógvus- ligasta av teimum rakti eini hús við vegin. Jørð og grót fóru ígjøgnum hjallin, sum standa omanfyri húsini, og inn í húsini. Konan í húsinum var akk- urát á veg út í bilin, tá skriðulop kom. Hon var í ferð við at rýma av húsum við soninum og einum øðr- um dreingi, sum vóru í bil- inum niðanfyri húsini. Kon- an var tikin við av skriðu- lopinum, men kom burtur úr tí uttan stórvegis snuddir. Hon fekk dreingirnar úr bil- inum, sum ikki varð veru- liga raktur av skriðulopin- um, tí hann stóð undir gar- aguni, og slapp sær burtur. Tveir aðrir bilar, sum stóðu fram við húsunum fingu stóran skaða. Teir endaðu báðir mitt úti á vegnum av stóra trýstinum frá skriðulopinum, og annar hevði fingið ein part av einum stakitti sendandi ígjøgnum forrútin. Hús fingu vatnskaða Eini 30 fólk, sum búgva við Kjalarvegin, rýmdu av hús- um, tí vandi var fyri fleiri skriðulopum, og arbeiðs- fólk hjá kommununi og onnur fóru í holt við at rudda vegin, sum var undir í jørð og gróti. Hetta arbeið- ið helt fram fyrrapartin í gjár. Tað helt fram við at oysa niður út móti mánakvøld- inum, og støðan var hættis- Skriðulop rakti hús og bilar Eitt ógvusligt skriðulop omanfyri Kjalarvegin í Klaksvík gjørdi stóran skaða á eini sethús og tveir bilar. Vegurin mátti steingjast, og fólk flytast burtur lig fleiri staðni í býnum. Nógv vatn rann á vegn- um, og saman við vatninum kom eisini jørð og grót. Fjósabrekkan, sum gongur oman frá Kjalarvegnum, fekk so nógvan skaða í áar- førinum, at hon varð stongd. Biskopstøbrekkan stóð eis- ini undir, og við Alfa Bók- handil varð sløkkiliðið í Klaksvík noytt at seta pumpur til fyri at fáa vatnið burtur frá húsinum. Vatnið steymaði norður eftir Nólsoyar Páls gøtu, og bilrøðirnar vóru stundum langar, tí tað bar illa til at Hesi húsini við Kjalarvegin fingu stóran skaða av ógvusligum skriðulopi í Klaksvík mánadagin. Tveir bilar, sum stóðu við húsini, vórðu eisini raktir av skriðulopinum. Mynd: PhotoCare koyra eftir vegnum. Eisini á Helnabrekku fossaði vatn eftir vegnum og oman eftir Skáltavegnum og Garða- brekku, og ymsastaðni á eystursíðuni fingu hús vatn- skaða. Móti kvøldið sleit í, og vatnið rann síðani undan næstu tímarnar, men eftir lá jørð, grót, sandur og annað, sum var komið við áarfør- inum. Í gjár varð so farið undir uppruddingararbeið- ið, sum kemur at taka fleiri dagar. Skriðan ið kom oman yvir býlingin á Gørðum í Klaksvík hómast í baksýni Mynd: Photo Care EYÐUN KLAKSTEIN Klaksvík: Skaðarnir av áar- førinum og skriðulopunum í Klaksvík mánadagin eru so umfatandi, at tað fer at kosta fleiri milliónir krónur at gera vegir, gongubreytir og annað aftur. Fyrrapartin í gjár hittust ábyrgdarfólk hjá Klaksvíkar kommunu og sløkkiliðnum fyri at gera eina fyribils meting av skæðunum, sum hendu mánadagin. Eisini var uppruddingararbeiðið lagt til rættis. Jógvan við Keldu, borg- arstjóri í Klaksvík, metir, at umvælingarnar fara at kosta fleiri milliónir krónur, og at tað fer at taka drúgva tíð at fáa alt í rættlag aftur. Sløkkiliðið hjálpa til Nógvir vegir hava fingið skaða, gongubreytir somu- leiðis, og á Helnabrekku er mest sum allur vegurin far- in. Úti í Grøv er nógva av arbeiðnum, sum er gjørt fyri Umfatandi skaðar í Klaksvík Tað fer at kosta K l a k s v í k a r kommunu fleiri milliónir krónur at gera skaðarnar aftur eftir áarføri mánadagin at fríðka um økið, farið fyri skjeyti. Ætlanin er nú, at tekniska nevnd hjá Klaksvíkar býráði skal gera eina meira neyva meting av, hvussu nógv uppruddingar- og um- vælingararbeiðið fer at kosta. Men fólk hjá komm- ununi eru farin í holt við mest átrokandi uppgávurnar eftir mánadagin, og seinna- partin í gjár skuli sløkkiliðið í Klaksvík eisini fara upp í uppruddingarbeiðið. Áirnar stóðu á tremur og fóru uppum áarbakkan longur oman tær komu Mynd: Photo Care Nógvastaðni bilti at koyra orsakað av nógva vatninum. Mynd: Photo Care Hesin bussurin er ikki á veg til útróðrar, men royndi at koma fram í vátu Klaksvíkini mánadagin Mynd: Photo Care