Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2005 25 Hús snorri@sosialurin.fo Heim & Hamarsløgini gella frá teimum átta monnunum á takin- um hjá Gunduri Michaelsen á Viðar- eiði. Nýtt tak við høgari reising skal leggjast á, og tað ræður um at arbeiða meðan dagurin er HÚSARHALD Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Bárður Viðareiði: Hesi seinnu árini er eitt rættiliga fitt tal av húsum bygd í hesi norð- astu bygd okkara. Onnur hava ynskt at bú- sett seg í bygdini, men hava ístaðin fyri at byggja, held- ur valt at keypa sær egin hús. Uppaftur onnur búgva í húsum, sum so líðandi eru vorðin ov lítil, samstundis sum hugurin at byggja út, og at gera broytingar, er vorðin til veruleika. Tað er júst hetta sum Gundur Michaelsen á Viðareiði er í ferð við at gera við barnaheim sítt í hesum døgum: At økja um plássið innanveggja. Sum er, búgva hann og hansara familja í øðrum endanum og foreldur hans- ara í hinum partinum av húsunum. Húsini, sum vórðu bygd í 30’unum og seinni víðkað í 60’unum, standa nærhendis søguliga prestagarðinum í Ónagerði, har vesturi í bygdini. – Húsini hjá okkum eru nakað smøl, og tí hava vit tosa um at fáa eitt sindur meiri av plássi. – Vit ynsktu bara at fáa okkum eitt hampiligt loft aftrat, samstundis sum vit fingu eina nýggja og hægri yvirtrom, sigur Gundur, nú umboð fyri Sosialin stukku framvið. Væl fyrireikað Fríggjadagin í farnu viku var komið so mikið væl áleiðis við hesa víðkanini, at nú skuldi farast undir tað stóra takið við sjálvum tak- inum. Endarnir á húsinum og annað var frammanundan smíðað og gjørt klárt á jørðini, og fyrrapartin henda dagin høvdu teir tikið báðar teir gomlu end- arnar á húsinum niður. - Seinni er so ætlanin at taka tað gamla takið og alt hitt niður eisini, sigur Gundur. Eingin tíðarætlan er kort- ini fyri, nær alt arbeiðið skal verða liðugt. Høgt til loftið Eitt slíkt arbeiði krevur sum vera man sín mann. Tí hevur Gundur havt ein góðan mann á Viðareiði – Tróndur Petersen – aftrat sær at standa fyri hesum arbeiðinum. Henda fríggjadagin í farnu viku vóru teir av álvara farnir til verka, og til høvið hevði Gundur fingið seks aðrar mans úr bygdini at hjálpa sær við smíðing- ini. Hóast høgt var til takið, so tóktist tað ikki at nerva menninar. Fleiri teirra eru helst vanir við størri hæddir enn hesa, tá teir hava verið og fleygað ella hava verið eftir veðrum í bjørgunum norðanfyri. - Vit byrjaðu tíðliga í morgun og ætla okkum at verða lidnir í dag, sigur Gundur Michaelsen, og skundar sær uppaftur til hinar sjey á takinum. Loftið skal gerast størri Spræningar- løgur vand- mikil fyri fólk Løgurin kann verða upp til 10 ferðir vandamikl- ari enn áður hildið, vísir nýggj gransking í Ong- landi. Tað er blandingin av fleiri spræningarevnum til frukt og grønmeti, sum fyrst og fremst kann vera skaðilig fyri fólk. Henda kemiska blandingin kann vera upp til 10 ferðir vanda- miklari enn eitt einstakt spræningarevni, veit BBC at siga. Umleið 40 prosent av matinum sum vit eta er uppá eitt ella annað tíðspunkt úsettur fyri kemiskum evnum, og inniheldur tí restir av hesum evninum, vísa bretskir myndugleikar á. Granskarar geva tí vaksandi nýtsluni av hesum spræningarevn- unum skuldina fyri fleiri av teimum nýggjaru sjúkunum, sum raka okkum, m.a. serlig sløg av krabbameini og minkandi evnini hjá monnum at nøra seg. Vyvyan Howard við Universitetið í Liver- pool, sum er leiðari av arbieðinum at kanna, hvussu hesi evnini ávirka mannakroppin sigur, at tað er ein vandi fyri at sjálvt ófødd børn kunnu fáa heilaskaða av hesum spræningarevn- unum, sum móðurin fær í seg. - Vit byrjaðu tíðliga í morgun og ætla okkum at verða lidnir í dag, sigur Gundur Michaelsen sum nú víðkar um húsarúmdina Hvat eru hæddir fyri slíkar menn, sum eru vanir við størri hæddir enn hesa í bjørgunum norðanfyri Viðareiði? Teir eru ídnir at hjálpa Gunduri við at leggja nýggja yvirtrom á húsini