Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 104 - 4. juni 2005 Tel: 34 10 00 · Fax 34 10 01 Bílegg feðaseðilin á tíni ferðaskrivstovu ella á www.atlantic.fo Súluskipanin í nýggjum hami Broyting 1. juli 2005 www.sansir.fo Ferðaseðlaskipanin hjá Atlantic Airways er gjørd bæði smidligari og bíligari. Hóast hesar broytingar hevur Atlantic Airways valt at varðveita ta serligu súluskipanina, ið hevur verið sera væl umtókt. Tað verður tó í einari minni og broyttari útgávu. • 10 súlur geva eina fría ferð • Einans fullir ferðaseðlar geva súlumerki. • Gamlar súlur kunnu leggjast um til nýggjar eftir ávísum leisti. • Fríar ferðir, gávukort og annað, sum er uppspart í gomlu skipanini, skal verða brúkt áðrenn árslok 2006. Atlantic Airways fer í tíðarskeiðnum fram til árslok 2006 at koma við sertilboðum til teirra, ið hava 2, 3 og 4 súlur eftir gomlu skipanini. almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Almannastovan søkir eftir málsviðgera á Veitingardeildini. Arbeiðsroyndir / førleikakrøv: - Arbeiðsroyndir innan almenna umsiting ella líknandi starvs- royndir er ein fyrimunur - Góðan kunnleika til KT generelt og Office forritini - Góðan málburð bæði munnliga og skrivliga - Góð samstarvsevni - Evni og vilja til at arbeiða við heildarloysnum og tvørfakligt - Dámar væl avbjóðingar og ert ágrýtin - Evni at hava yvirlit og kunna arbeiða við fleiri kompleksum problemstillingum í senn - Liðspælari og eisini sjálvstøðug/-ur Arbeiðs- og ábyrdarøki á deildini er: - Pensjónsmál - útrokning, áseting og ávísing - Dagpeningamál - viðgerð, avgerð, útrokning, áseting og ávísing - Uppihaldspeningur - viðgerð, útrokning, áseting og ávísing - Gera upp fíggjarliga partin, tá mál ganga út - Aðrar uppgávur Útbúgving: - Skrivstovuútbúgving, merkonom, HH ella onnur viðkomandi útbúgving - Starvsfólkið skal luttaka í innanhýsis útbúgvingini hjá Almannastovuni Umsókn: Umsókn við avriti av prógv- um v.m. skulu sendast til: Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Í seinasta lagi mánadagin 13. juni 2005. Vinarliga merkið brævbjálvan: "Veitingardeildin". Umsóknarfreistin er fríggjadagin 17. juni 2005. Á deildini starvast 8 málsviðgerar, 2 fulltrúar og 1 deildarleiðari. Av tí at talan er um ein stovn sum má tillaga seg tær avbjóðingar og broytingar sum alla tíðina koma, má tann, ið sett/-ur verður, tola broytingar í starvsinnihaldinum. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- málan millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmanna- felagið og lønt í lønarbólki 3. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tummas Djurhuus, deildarleiðara, á tel. 35 35 10 Hevur tú hug at royna teg á einum stovni, sum er í støðugari menning? So er hetta starvið møguliga nakað fyri teg. Eitt 1. ára farloyvisstarv sum málsviðgeri á Veitingardeildini á Almannastovuni er leyst at seta tann 18. juni 2005 við møguleika fyri føstum starvi aftan á eitt ár. Starvið er eitt fulltíðarstarv.