Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 104 - 4. juni 2005 Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Við eini nýggjari vøddaviðgerð ber nú til at stramma kropp- in upp, har sum venjing ella klænki- kurar ikki røkka. Nýggja tólið hjá Margee Dam á Klinikk Rósan í Klaksvík kann hartil máta, hvussu nógv feittið í kroppinum er svunnið eftir viðgerð- ina VØDDAVIÐGERÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Bárður Lydersen Fólk, ið hava klænka seg, hava minkað um ítróttar- venjingina ella kvinnur, ið hava átt, vita alt um, hvat hetta kann gera við vøddar- nar. Teir gerast linir og ofta mest sum kvapsutir, og tað er nærum ógjørligt at simbra teir við vanligum vøddavenjingum. Men við nýggja Corpo 2 tólinum ber nú til at fáa tak á sjálvt teimu treiskastu vøddun- um. Hvussu nógvar við- gerðir brúk er fyri, veldst um, hvussu linir vøddarnir eru, men eftir 10 viðgerðir er tað heilt týðiligt, at kroppurin er vorðin bæði fastari og vakrari, sigur Margee Dam, kosmetolog og massørur Sjón fyri søgn Hendan morgunin, vit støkka inn á gólvið í Rós- uni, liggur ein ung kvinna á briksini og fær vøddavið- gerð. Kvinnan greiðir frá, at tað seinastu mánaðirnar er eydnast henni at missa rættiliga nógv kilo, men hon var ikki heilt nøgd allíkavæl. - Eg hevði nátt ta vektina, eg ynskti, men húðin á afturpartinum og lørunum var framvegis leys, og tað sá also ikki serliga pent út. Eg royndi alskyns ymsar venjingar, men eg sá ongan mun. Til endan visti eg stutt sagt ikki, hvat annað eg sjálv kundi gera, sigur kvinnan, sum eitt sindur av tilvild hoyrdi um nýggju vøddaviðgerðina. Eftir nakrar fáar við- gerðir byrjaðu fyrstu góðu úrslitini at vísa seg, og kvinnan greiðir frá, at hon beinanvegin føldi, at hetta var nakað heilt annað. - Eg føli væl, at her hendir okkurt - vøddarnir blíva heitir, og tað er akkurát sum, at teir sitra, sigur hon. Og vit fáa sjón fyri søgn, tí tað sæst týði- liga, hvussu ristingarnar fara undir húðini oman eftir lørunum. Avlopsfeittið drenað burtur Samstundis, sum vøddarnir verða stimbraðir, verður avlopsfeittið drenað burtur. Tað ber enntá til at máta, hvussu nógv feittið er svunnið, ella hvar tað hevur flutt seg eftir viðgerðina, og hetta ger tað serliga huga- ligt at halda fram. Margee Dam leggur tó áherðslu á, at hetta nýggja tólið ikki er nøkur klænkimaskina, sum kann tú kanst brúka í staðin fyri at royna at klænka. Vigar tú 10 til 20 kilo ov nógv, er tað fyrst ein heilsu- betri liviháttur, sum má til, áðrenn tú kanst fáa røttu javnvágina í kroppin aftur. Nýggja vøddaviðgerðin er eisini sera væl egnað til at fáa appelsinhúð burtur, at linna vøddapínu og fáa ferð aftur á blóðrenslið, um tú til dømis hevur sitandi arbeiði. - Tað veldst um, hvønn tørv tú hevur, tí viðgerðin verður altíð lagað til tann einstaka, sigur Margee Dam, sum hevur holla vitan um viðgerðina og er fús at geva ráð og vegleiðing. Fastan kropp við nýggjari viðgerð Súrepli móti krabbameini Í seinastu útgávunu av blaðnum Journal of Agricultural and Food Chemistry er ein nýggj kanning, sum vísir sam- bandið millum tað at eta súrepli og vandan fyri krabbameini. Granskarar við Cor- nell-universitetið vóru sera væl nøgdir við úr- slitið av hesi kanning. Teir kannaðu rottur, sum fyrst høvdu fingið eitt evni, sum elvir til krabbameinssvullir. Síðan góvu teir nøkrum av rottunum súreplamos í trimum ymiskum nøgdum. Fyri menn- iskju svaraði nøgdin til, at tey ótu lutfalsliga eitt, trý ella seks súrepli um dagin. Hetta førdi við sær at rotturnar fingu ávikavist 17, 39 og 44 prosent færri svullir, enn tær sum ikki ótu súreplamos. Hesir granskararnir mæla fólki til at eta súrepli fyri at verja kroppin móti krabba- meini. Teir halda at hesin virkningur kemur av, at súreplini innihalda antioksidant, ið forða fyri krabbameini við m.a. at arbeiða ímóti reaktivum evnum í kroppinum. Evni ið ann- ars kunnu vera krabba- meinselvandi. Ein onnur kanning, sum gekk fyri seg yvir 60 ár og fevndi um 3878 menn og kvinnur í Ong- landi og Skotlandi, vísti, at tey sum ótu mest frukt sum børn fingu sjáldan krabbamein seinni í lívinum. Kelda: Sunnhetsbladet