leygardagur 4. juni 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SØGA OG SIGLING
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Um midnátt hóskvøldið stevndi
Johanna TG 326 út á søguliga
ferð. 60 ár eru síðani seinni
heimsbardagi endaði og Johanna
ger, sum í gomlum døgum, ein
túr til Norðfjørðin í Íslandi eftir
einum tonsi av fiski, sum teir fáa
á staðnum. Síðani gongur leiðin
til Aberdeen at selja fiskin. Ferð-
in er til minnis um leiklut føroy-
inga undir seinna heimsbardaga
og til minnis um teir, ið fórust á
sjónum í hesi vandasigling.
Skipari er Hans J. Joensen, ið er
abbasonur Jakke í Líð, ið førdi
Johannu TG 326 undir krígnum.
Í Aberden tekur ætlandi sami
umboðsmaður ímóti Johonnu,
sum undir krígnum, tí felagið er
til enn.
Íslendskur filmur
Við á ferðini er tveir íslendingar,
Fríðrik Erlings og Hálfdan
Theódórsson, myndamaður.
Saman við Davið Samúelsson, ið
starvast innan ferðavinnu í Ís-
landi og annars er hálvur føroy-
ingur, fingu teir hugskot til at
gera film um ferðina. Langabbi
Davið, Sámal við Rætt, átti
sluppina Gunnhild, og abbin,
Andrias Rasmussen á Strondum,
var skipari og eisini kendur
millum sluppfiskimenn.
Vit hittu teir báðar Fríðrik og
Hálfdán á bryggjuni hóskvøldið
innan fráferð. Teir fegnast um
møguleikan at gera henda filmin.
– Tað var Dávið sum setti seg
í samband við okkum, hvørt vit
høvdu hug at gera hetta og vit
hava so verið í Føroyum í nakrar
dagar nú. Dávid fer aftur til
Íslands fríggjadagin og vit fara
hesa spennandi ferðina. Vit eru
áhugaðir í søgu, í sluppini
Johonnu og tíðini sum heild,
slupptíðini og krígstíðini og tí
felags søgu, sum okkara lond her
hava, greiðir Fríðrik frá.
Teir báðir eru samdir um, at
henda tíðin má ikki fara í
gloymibókina. Teir vildu fegnir
verið við allan vegin, men tað
ber teimum ikki til, men teir
koma aftur til Føroya at taka
ímóti Johonnu, tá hon kemur
aftur úr Aberdeen.
Men tá teir koma á Norðfjørð-
in 5. juni er sjómannadagur í
Íslandi, og tað fegnast teir báðir
um, tí hetta hóskar sera væl, tí tá
er rættur hátíðardámur.
Spennandi tíð
– Tað er ein spennandi tíð, ið
fevnir víða, sum sluppirnar um-
boða. Vit hava verið í Havn í
nakrar dagar og verið í viðar-
lundini, á Fornminnissavninum
og hitt fólk, gamlar sjómenn. Tað
hevur týdning at komandi ættar-
lið fáa lut í hesum. Hetta er so
áhugavert og týðandi, sjálv tíðin,
søgan, avtøka av einahandlinum
og Nólsoyar Páll. Alt er hetta
týðandi partur av søguni, sum
ikk má gloymast og t.d. slupirnar
eru livandi minni og prógv um
hesa tíð, sigur Fríðrik, sum
minnir á, at í Onglandi verður
henda tíð og sjálvt sambandið
landanna millum enn havd á lofti
í skúlunum.
Myndamaður og
sangskrivari
Fríðrik og Hálfdán arbeiða free-
lance og tóku fegnir av, tá Davið
kom við hugskotinum. Men teir
arbeiða í roynd og veru við eini
dokumentar triologi. Einum filmi
um Føroyar sum heild, einum um
Johonnu og einum um ólavsøku
og annað.
Aftur á bryggjuni í Vági hós-
kvøld: Johanna er siglingarklár
og bíðað verður bert eftir mann-
ingini, sum kemur úr øllum Før-
oyum. Nakrir av manningini eru
eldri menn millum 70 og 80 ára
gamlir, rættir sjógarpar, ið minn-
ast tíðina við sluppunum. Tann
elsti føddur í 1920, vísir mann-
ingarlistin.Bíðað verður eftir
teimum, tí summarferðaætlanin
hjá Smyrli ger, at partur av
manningini kemur ikki til
Suðuroyar fyrr enn klokkan 23
og so til Vágs innan miðnátt, tí
helst vilja teir loysa innan
fríggjadagur er.
Og meðan vit nýta bíðitíðina
til leyst prát kemur undan kavi,
at Fríðrik er maðurin, ið skrivaði
tekstin til lagið Í Nátt, sum Eivør
Pálsdóttir sang til íslendsku
Grand Prixkappingina fyri eini 2
ella 3 árum síðani.
Jú, og so er tað eisini so, at
Hálfdan áður hevur verið við
Johannu, nevniliga tá filmurin
Dansurin bleiv gjørdur. Tá var
hann so heppin í óhappinum, at
aftari bummurin brotnaði og fór
beint oman fyri høvd hansara, so
stórskaði ikki stóðst av, hóast tað
var nær við.
Jú, íslendingarnir gleða eg at
sleppa avstað, men hvørt teir eru
sjósterkir vita teir ikki, men tað
við so henda ferðin vísa, eins og
filmurin vil vísa íslendingum og
føroyingum ein part av nútíðini
við søguligum baksýni.
Nr. 104 • Vikuskiftið 4.–5. juni 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Automatisk innspræning
ella tómgongd
– ES á tromini
– Føroyar í óvissuni
Tinghellan síða 43
Íslendingar gera dokumentarfilm
um túr við Johonnu
Johanna fór hóskvøldið á midnátt av Vági og stevndi út á søguligan túr í
samband við, at 60 ár eru liðin síðani seinni heimsbardagi endaði. Við á
ferðini eru tveir íslendingar, sum gera dokumentarfilm um ferðina, sluppina
og tíðna og ta samstarv, sum var og er millum Ísland og Føroyar
Seinasta nýggja
Ein skaði í maskinrúminum
gjørdi, at fráferðin hjá
Johannu TG 326 varð
seinkað nakrar tímar, so
náttin kom, innan sluppin
loysti. Útstoytið var
skrædnað og tað tók nakrar
tímar at bøta skaðan.
-blðm-
Hálfdán Theódórsson, myndamaður og Fríðrik Erlings avmyndaðir innan fráferð við Johonnu í
baksýni. Saman við Davið Samúelsson eiga teir hugskotið til film um søguligu ferðina, sum
Johanna nú er farin undir
(Mynd: D.Olsen)