leygardagur 4. juni 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 104 - 4. juni 2005
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Bárður Lydersen
Vit eru uppi á loftinum í Smiðjuni
í Lítluvík. Eivindur í Gongini er í
ferð við at taka nakrar málningar
niður av veggunum og seta teir til
viks. Seinastu dagarnar hava fólk
havt høvi at síggja rættiliga ser-
merktu og óvanliga litføgru máln-
ingar hjá Eivindur her í Smiðjuni.
Og tað er eisini orsøkin til, at
tvær smáar skálir, ein banan og
ein kokosnøt liggja á gólvinum í
einum horni.
- Har offri eg til gudarnar og
brenni roykilsi og myrra. Tað
reinsar luftina og opnar sinnið
hjá teimum, sum koma at hyggja.
Vónandi hevur tað hjálpt, tí
mínar myndur eru jú so nógv
øðrvísi, enn tað, fólk vanliga
síggja í Føroyum.
Øðrvísi
Eivindur er sannførdur um, at tað
er lyndið í okkum, sum ger av,
hvat vit síggja. Eftir hansara
tykki eru føroyingar sera daprir í
sinninum, í mun til eysturlend-
ingar, og tí mála so nógvir
føroyingar tungar og myrkar
málningar.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað er
trupult hjá einum tungum sinni
at vera opið fyri sovorðnum
liteksplosiónum, sum mínir
málningar eru. Teir krevja, at tú
brúkar allar tínar sansir, men
føroyingar hava lyndi til at ganga
við einum tungum loki á sínum
kenslum. Teir skulu eisini alla-
tíðina ansa eftir ikki at traðka við
síðuna av, tí í Føroyum er tað so
øgiliga lítið pláss fyri teimum
sum eru øðrvísi, sigur Eivindur,
sum veit, hvat hann tosar um.
Sjálvur hevur hann altíð verið
annarleiðis, og fólk í býnum tóku
tí frástøðu frá honum.
- Slíkt hendir ikki, tí fólk eru
ónd, men tí tey eru bangin fyri tí
ókenda. Fólk kendu ikki sann-
leikan um meg, tí tey gittu í
staðin fyri at spyrja. Hvør eg
veruliga eri sum persónur, fingu
tey ikki at vita, fyrr enn einaferð
eg fekk møguleika at vera við í
sendingini “Tilvera” hjá Arm-
garð Arge. Eg valdi at vera so
erligur, sum gjørligt, og síðani
tað havi eg onki merkt til, at fólk
hyggja skeivt at mær. Tey halda
meg uttan iva framvegis vera
løgnan, men tey hava góðtikið
meg, sum eg eri. Og nú elski eg
at koma heim aftur til Føroyar at
vitja, sigur Eivindur, sum
seinastu sjey árini hevur havt
bústað í Goa landslutinum í
India.
Spardi børnini
Eivindur hevur altíð verið hug-
tikin av India og serliga Hindu-
ismuni. Longu sum 14 ára gamal
sat hann og granskaði bøkur um
eysturlondini og teirra religiónir,
og var rættiliga bergtikin av
allari hippierørsluni og The
Beatles, sum javnan ferðaðust til
India at leita sær ráð og vegleið-
ing frá sínum guruum.
- Sjálvt um eg inniliga ynskti
sjálvur at sleppa til India, bleiv
tað ongantíð til nakað tá. Uttan
iva hekk tað saman við øllum
ræðusøgunum, man hoyrdi um
rúsevni og hvussu nógv komu
illa fyri av hesum ferðunum í
India. So mínir Indiadreymar
vórðu verandi í hugaheiminum,
og eg varð verandi í Føroyum.
Eivindur gjødist í staðin
blómudekoratørur og fekk seinni
trý børn við eini føroyaskari
kvinnu. Sum frá leið treivst
Eivindur tó hvørki í parlagnum
ella á arbeiðsplássinum. Hann
flutti tí til Danmarkar, har hann
tók eina listarlig útbúgving og
undirvísti í at mála. Hann royndi
at halda sambandið við børnini
heima í Føroyum við líka, men
tað gekst illa, tí hann og fyrr-
verandi dáman høvdu ilt við at
tosa saman. Árini gingu,
Eivindur gjørdist abbi, men sum
tíðin gekk, píndi tað hann meir
og meir, at hann ikki slapp at
vera meir fyri síni abbabørn, og
at tey øll ikki kundu hava størri
gleði av hvørjum øðrum.
- Tað eina árið kom eg so við tí
hugskoti, at vit øll hildu jól
saman. Tíverri høvdu eg og fyrr-
verandi dáman framvegis ilt við
at semjast. Tí gjørdi eg heldur av
at sleppa mær langt burtur fyri at
spara abbabørnini fyri at skula
velja, hvønn tey skuldu halda jól
saman við. So eg fór inn á eina
ferðaskrivstovu, og bað tey senda
meg so langt burtur, sum til bar.
Tað eina staðið, tey nevndu, var
Goa í India. Dagin eftir sat eg í
flogfarinum á veg til India við
einum returferðaseðli, og skuldi
eftir ætlan heimaftur tríggjar
vikur seinni.
Fekk fýra børn
Komin til Goa, kom Eivindur í
samband við ein álvarsliga sjúk-
an mann, sum bjóðaði honum at
búgva hjá sær. Eivindur tók av, tí
hann vildi fegin hjálpa mannin-
um og fekk samstundis møgu-
leika at uppliva tað “sanna”
India. Hann hjálpti hjúnunum
við at dyrka lítla jarðarstykkið,
tey høvdu, og skjótt gjørdist
Eivindur ein partur av familjuni.
Tí var tað nátúrligt og í tráð við
hinduistiskan sið, at Eivindur
fekk ábyrgdina av teimum fýra
børnunum, tá maðurin doyði av
sjúkuni og kona hansara eisini
doyði stutt eftir.
- Eg ivaðist ikki í, at hetta var
mín lagna, mítt Karma, sum
hinduar kallað tað. Eg var jú
farin heiminífrá, tí eg ikki slapp
at vera saman við mínum
abbabørnum, og innast inni var
tað jú framvegis teimum, eg
leitaði eftir. Tí mátti tað sjálvsagt
vera ein meining í, at eg nú
hevði fingið ábyrgdina av fýra
indiskum børnum, sum høvdu
brúk fyri mær.
Eivindur varð tí verandi í
India. Ferðaseðilin heimaftur
Eivindur livir
Fyri sjey árum síðani fór Eivindur
í Gongini ein feriutúr til India,
men gloymdi alt um, at hann
hevði ein ferðaseðil heimaftur.
- Eg hevði stutt sagt funni alt tað,
eg so leingi hevði leitað eftir - onki
annað hevði týdning beint tá,
sigur Eivindur, sum síðani hevur
livað sum hindu. Men Eivindur
biður framvegis Faðirvár