leygardagur 4. juni 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
31
r sum hindu
hevði hann langt síðani gloymt
alt um, men eitt ár seinni fór
hann aftur til Danmarkar at gera
sína útbúgving í listapedagogikki
lidna. Hann vildi fegin brúka
sína útbúgving í India, har hann
sá, at tørvur var á slíkum. Í dag
heldur hann skeiðir fyri ungfólki
í at mála og tekna í umráðnum,
har hann býr nú, eftir at hann
flutti frá sínum indisku børnum.
- Eg flutti, tá tann elsti son-
urnin giftist, tí eftir hindu sið-
venju skal elsti sonurin taka sær
av teimum eldru í familjuni, eftir
at hann er giftur. Ta ábyrgdina
vildi eg ikki leggja á hann, tí eg
eri frískur og ongum nýtist at
kenna sær ábyrgd av mær. So eg
keypti mær eini hús úti við
strondina, har eg búgvi nú.
Altíð Gud við
Tá Eivindur flutti til India, valdi
hann eisini at liva í tráð við
hinduistiskan livihátt. Hetta
merkir tó ikki, at hann avnoktar
sína kristnu trúgv. Hana hevur
hann altíð við sær, har hann fer,
og hann biður framvegis
faðirvár.
- Hinduisman er ikki ein trúgv,
tú kanst konvertera til ella
smoyggja av tær. Antin ert tú
føddur sum hindu, ella ert tú
ikki, men tú kanst taka teirra
livihátt til tín, og tað havi eg valt
at gera. Tann hinduistiska og mín
fatan av trúgv er, at tú tekur tað,
tú kanst brúka, til tín og letur
restina liggja eftir, sigur
Eivindur og leggur afturat, at
verulig trúgv er individuell og
ikki eitt liðugt sett av reglum, tú
kanst smoyggja yvir høvdið á
fólki. Hugurin og trongdin at
trúgva má koma innan úr
menniskjan-um sjálvum.
- Tað er kanska trupulleikin í
Føroyum. Her tykist trúgv í
stóran mun at vera ein máti, øll
mugu bera seg at uppá, tí tað
stendur í Bíblinuni. Tí síggja vit
eisini øll hesi lesararbrøvini, har
fólk brúka Bíbliuna til at sláa
onnur í høvdið við. Hinduar
trúgva hinvegin, at Gud býr inni
í okkum sjálvum, og at øll
menniskju innast inni ynskja at
hjálpa øðrum menniskjum. Tí
skilja tey eisini í stóran mun
heilagu skriftina sum eina veg-
leiðing í, hvussu vit kunnu vera
nakað fyri onnur, so vit fáa eitt
betri lív.
Sum hindu livir Eivindur eitt
lív, har Gud er við allatíðina og
allastaðni. Templið er altíð opið,
um hann hevur brúk fyri tí, og
sjálvur mediterar hann tríggjar
tímar hvønn dag fyri at koma
tættari at Gudi. Fyri hann er
trúgvin ikki nakað, tú tekur fram
til serlig høvi ella millum 11 og
12 sunnumorgun. Hendan munin
merkir hann væl í Føroyum, men
eisini har hann býr.
- Beint við, har sum eg búgvi,
liggur ein katólsk kirkja. Tá
katolikkarnir ganga framvið hjá
mær á veg til messu, hava tey
hug at fílast á, at eg kanska
standi og gravi í havanum og
biða meg heldur koma við sær.
Eg havi onki ímóti katolikkum,
men eg dugi ikki at síggja, hví
eg skal fara til messu, tá eg havi
Gud við í hjartanum, meðan eg
gravi í havanum.
Lívið og rukkutu klæðini
- Eg havi funni frið við meg
sjálvan, tí eg veit, at svarini uppá
mínar spurningar til lívið finnast
inni í mær sjálvum, sjálvt um
vegirnir til tey eru ymiskir. Allir
mínir málingar ímynda hesa
áhaldandi leitan, sum vegir, ið
onkuntíð eru smalir, aðrar tíðir
breiðir, krókutur ella onkuntíð
steðga og byrja aftur eina heilt
aðrastaðni. Soleiðis er lívið,
fløkt at síggja til, men kortini so
ótrúliga einfalt, tí svarið liggur
altíð beint fyri nøsina á tær,
sigur Eivindur og leggur afturat,
at orsøkin til, at Vesturlendigar
oftast fata lívið sum eina stóra
fløkju, er tí teir leita altíð eftir
svarinum onkra aðrastaðni, enn
har tað er at finna.
- Fólk undrast altíð yvir, hví
hesi indisku klæðini, hinduar
ganga í, altíð eru so rukkut. Tað
man væl ikki vera, tí tey sova í
teimum?, gruna tey og gera so í
staðin av, at tað má hava okkurt
við tilfarið og vevingina at gera.
- Men nei, klæðini vit ganga í,
eru so rukkut, tí vit sova í
teimum. So einfalt er tað, og so
einfalt er lívið, sigur Eivindur
smílandi.
- Eg ivist ikki í, at tað var mín
lagna at fáa ábyrgdina av fýra
børnum í India, so eg kundi vera
nakað fyri onnur, sigur Eivindur í
Gongini