Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 104 - 4. juni 2005 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Familju-hugna-punkari Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Okey ? og Okey!. Haldi at tað er sera ósjarmerandi, og eg royni eisini at leggja av, okey!. Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Eg haldi, at eyguni siga ótrúliga nógv annars heildarmyndini. Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? Umleið 1-3 minuttir, busta tenn, í klæðir, fingarnar gjøgnum hárið og avstað, okkurt um 5 minuttir um eg eisini fari undir brúsina… Hvat stressar teg? Tað skal vanliga sera nógv til at stressa meg. Men tað seinasta, sum hevur vakt mítt magasár, er alt tosið um eina Føroyska tjóðarblómu, samstundis sum ein hoyrir Statsminist- aran sláa fast við sjeytummaseymi ferð eftir ferð, at Føroyar eru also ikki nøkur tjóð. Har er okkurt galið! Hvat gleðir teg? At síggja familjuna, sonin, Baldur og Birnu hvønn einasta dag. Nær feldi tú seinast eitt tár? Seinast eg vitjaði grøvuna hjá beiggja mínum. Nær smakkaði tú tær seinast á? 21 maj umleið kl 04:35 aftan fyri TB húsið á Tvør- oyri, eftir sera stuttliga konsert við 200 og super rokkarunum úr Makrel. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Havi leingi ynkst mær koyrikort, og loksins, nærum 29 ára gamal fekk eg fingurin út, og tók koyriprógv fríggjadagin 13. mai. Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at gerast tónleikarar? Gerið tað, tí tað er heilt forbannað stuttligt, læru- ríkt og gevandi uppá allar mátar. Hvar arbeiðir tú? Á Jarðfrøðisavninum. Eg eri í ferð við at skriva doktararitgerð í jarðevna- frøði á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn við Jar- ðfrøðisavninum sum arbeiðspláss. Hvat er besta uppfinningin og hví? Gaffatape!, stór svørt ella syllgrá klistrirulla, góð til nærum øll endamál. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Trummulykil, ein geyma (512 mb av tónleiki), eina gamla kvittan frá Frants Restorff, 7 kr,- og eitt sindur av lummaull. Hvat er títt besta heimaráð? Rudda altíð fyrst úti í durinum. Hvør er stuttligast í Føroyum og hví? Í løtuni er løgmaður heilt ólukksáliga ovaliga á listanum, tí at eg haldi, at hann dugir sera væl at herma, eftir Nyrup altso! Hvør er keðiligast í Føroyum og hví? Aftur løgmaður, eg kann ikki minnast at hava sæð somikið sum eitt lítið tekin til eitt smíl, síðani hann bleiv boss. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Tað kunna gott ganga ár ímillun hvørja vitjan hjá frisørinum, men fyri tíðina er okkurt um 4-5 mánaðir ímillum. Hvør er tín løgnasta konsert uppliving? At spæla garretandi villan punktónleik á torginum í SMS ein friðarligan leygardag seinnapart, fyri foreldrum við fyltum SMS posum og børnum við andlitsmáling, og hoyra vinnmannin Niels geyla í mikrofonina "Miðflokkurin 666, baby!". Uni Árting • 28 ár • jarðfrøðingur (cand. scient geologi) • trummuspælari í 200.