leygardagur 4. juni 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
33
Eli Petersen er
kvívíkingur sum býr í
Havn. Hann sigur her frá
einum túri, tá hann sum
18 ára gamal var í Grøn-
landi við skonnartini
"Borgini" úr Vági og tá
hann var við trolaranum
Jón Baldvinsson, sum
sakk eystan fyri
Reykjanes í 1955
FRÁSØGN
Eli Petersen
Eli var til skips við "Borgini"
TG777 í 1946 í Grønlandi við
Torvaldi Hjelm í Vági sum
skipara. Teir fóru av Vestmanna
26. juni, og 32 mans vóru við
skipinum. Teir byrjaðu við línu
og so við loddi.
Teir komu í illveður, og róður-
stamman klovnaði. Síðan sigldu
teir inn í Fiskermesterhavn í
Grønlandi. Ankraðu upp og lógu
har í nakar dagar.
Tá kom fýra mastraða porto-
gisiska skonnartin "Florentina",
sum hevði fingið maskinbrek og
ankraði við síðuna av teimum.
Meðan teir liggja har, kom
danska verjuskipið "Heimdal"
har og bað teir fara út av fjørð-
inum. Portogiska skonnartin bað
um loyvi at ligga fýra tímar, tí
veðrið var so ringt, men teir
fingu bert loyvi til at liggja í
tveir tímar, so máttu teir út av
fjørðinum.
Á veg út kom portogisiska
skonnartin í harðan streym og
rak á land. Teir fingu síðan siglt
inn aftur og ankraðu upp, men
eftir átta tímum sakk Florentina.
Verjuskipið flutti manningina til
Føroyingahavnina, har eitt annað
portogisiskt skip kom efitr
teimum.
"Borgin" fór síðan til Godthåb
at gera róðurstammuna aftur. Har
lá hvalabáturin "Sonja" við Hans
Larsen úr Porkeri sum skipara.
Maskinmeistari hjá teimum var
Jóannes Danielsen (Samma
Jóannes) úr Kollafirði. Hann
gjørdi róðurstammuna aftur við
boylum, so "Borgin" kundi sigla
heim aftur í øllum góðum.
Teir høvdu umleið 10-11 dagar
um túrin og komu á Vág 26.
september sama árið. Fingu 1480
skippund og mansskapsparturin
var 4.300 krónur.
Íslendskur trolari sakk við
Reykjanes í 1955
Í 1955 var Eli við íslendska trol-
aranum "Jón Baldvinsson" úr
Reykjavík sum sigldi á land
eystan fyri Reykjanes, millum
Grindavík og Reykjanes.
Teir vóru 42 mans við trolar-
anum harav 13 føroyingar.
Teir rendu á land klokkan
03.30 um náttina 31. mars 1955.
Fingu samband við bjargingarfe-
lagið í Grindavík, sum vóru
frammi um 7 tíðina. Teir skutu
ein silkiveir í land, so teir fingu
hálað línuna hjá bjargingarfelag-
num umborð. Línan var 140
metrar long. Tá klokkan var 9.40
var øll manningin bjargað í land.
Tá teir komu í land, stóð ein
lækni og ein sjúkrasystir og tók
ímóti teimum. Læknin bjóðaði
manningini snaps, tí teir vóru so
illa á holdum komnir. "Hetta er
besti snapsur eg nakrantíð havi
fingið", sigur Eli.
Tað var ikki so lætt at koma
upp, tí frá staðnum har skipið lá,
var bergið 40 metrar høgt frá
fjøruni og upp á eggina. Tá
manningin komu upp, vórðu teir
bodnir inn til fýrpassaran og til
bóndan á Reykjanesi. Tey vóru
ógvuliga blíð við manningina og
bjóðaði teimum kaffi og góðan
mat. Manningin bleiv soleiðis
bjargað í øllum góðum.
Fyri tveimum árum síðan var
Eli Petersen í Íslandi og gav
bjargingarfelagnum í Grindavík
ein borðabát.
Í sambandi við at 31. mars í ár
eru liðin 50, ár síðan hesa hend-
ingina, ynskir Eli at seta seg í
samband við teir føroyingarnar
sum vóru við "Jón Balvinsson"
hendan túrin. Eli hevur telefon
227698.
Systkini hjá Eli Petersen
eru:
Sámal Jákup, føddur 1925, býr
í Kvívik
Hjørdis, fødd 1927, býr í Dan-
mark
Petrina, fødd 1928, býr í
Danmark
Eli, føddur 1928, býr í Havn
Jakoba (doyði í 1996), fødd
1931, búi í Danmark
Trúgvi, føddur 1932, býr í Havn
Ásla, fødd 1944, býr í Danmark
Eli Petersen, Tórshavn:
Hendingar til skips
í Grønlandi og Íslandi
Skonnartin Borgin hjá J. Dahl Gørðum brendi í Grønlandi. Thorvald Hjelm var skipari
Foreldrini hjá Eli Petersen, Andreas Petersen (1899-1964) doyði 65 ára
gamal, og Maria, f. Thomassen (1901-1996) bleiv 95 ár