leygardagur 4. juni 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 104 - 4. juni 2005
KONSERT
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Fólk stóðu sum sild í tunnu í
Miðlahúsinum í Vágsbotni sein-
asta, har tey vóru komin at
ynskja góðu, gomlu Ad Libitum
vælkomnum aftur á tónleika-
pallin.
Ad Libitum varð ógvuliga kent
og vælumtókt hugna-orkestur í
sjeyti og nakað upp í áttatiárini,
men nú er langt ímillum at teir
eru á palli og alment hava teir
ikki spælt í Havn í fleiri ár.
Men spælihugurin og spæli-
gleðin letur seg ikki kúgað og
fríggjakvøldið vóru teir á aftur á
palli fyri almenninginum í Havn.
Karmurin um hesa forkunnugu
konsert var Miðlahúsið í Vágs-
botni. Og heilt gloymdir eru teir
í hvussu so er ikki, tí har vóru
ikki færri enn 130 fólk saman-
komin at lýða á og tað er meiri
enn fult hús.
Fylla í eitt tómrúm
Og tey fingu tað, tey komu eftir:
Vælspældan, hugnaligan og
friðaligan tónleik.
Tað stóð nostalgi, fyri ikki at
siga sentimentalitetur, ritað í
andlitið á mannfjøldini og fólk
sótu sum undir lestri tá ið hesir
garvaðu tónleikararnir vístu síni
kynstur.
Ad-Libitum spælir lættan,
klassiskan tónleik og "ever-
greens" og tað er ikki júst tað,
sum eyðkennir føroyska tón-
leikapallin í hesum døgum.
Men at heisini hesin tónleik-
urin hevur sín tilverurætt hjá eini
stórari fjøld, var hendan konsert-
in eitt dømi um.
– Tað verður ofta sagt, at tað
er so lítið fyri tey ungu. men eg
haldi heldur ikki, at tað er serliga
nógv fyri okkum, sum eru farin
um tey fimti og seksti, sigur
hann.
Her heldur hann, at Ad
Libitum fyllir eitt tómrúm.
Í gomlum døgum hevði Ad-
Libitum mangan hin frálíka
vísusangaran, Hermann Jacob-
sen, sála, at hjálpa sær, men á
konsertini í Miðlahúsinum var
tað eitt annað kent navn í før-
oysku undirhaldsverðini, sum
Teir gomlu settu futt í