leygardagur 4. juni 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
35
stuðlaði uppundir, nevniliga
Robert McBirnie, sum sang
fleiri sangir, har Ad libitum
spældi undir.
Og fyri at seta seinasta
kryddið á konsertina, hevði
Robert fingið Jógvan Dahl at
taka nakrar gamlarar travarar
saman við sær.
Ein av oddamonnunum í Ad-
Libitum, Thomas Michael
Smith, sigur, at dreymurin um at
gera eina fløgu er farin at spøkja
aftur í bólkinum.
Teir hava fitt av tilfarið
upptøkum liggjandi, so kanska
fáa teir tikið sær um reiggj at
geva fløguna út. Men um tað
verður, og nær, hevur hann als
onki boð uppá beint nú.
Men tað er greitt, at konsertin
í Miðlahúsinum vísti, at tað er
ein ávísur áhugi fyri hesum
tónleikinum, vit spæla og tað
hevur avgjørt eggjat til at gera
fløguna, leggur hann afturat.
Hann sigur, at yvirhøvur
merkja teir, at teir eru langt frá
gloymdir, tí tað kemur meiri enn
so fyri, at teir verða bidnir at
spæla.
Eftir konsertina í Miðlahúsin-
um var tað eisini ein, sum
spurdi, um vit vóru upptiknir í
alt summar. So galið er tað ikki,
tí tað er lættari sagt enn gjørt at
samla orkestrið.
– Vit eru allir komnir upp í
árini og tað er ikki so lætt at
savna truppin, tí tað er verri enn
so altíð, at allir hava tíð ísetnn.
Tað er eisini ein orsøk til, at tað
er so langt ímillum at vit spæla
og at vit ikki fáa langt ætlanir
fram í tíðina, sigur Thomas
Michael Smith.
Hann leggur afturat, at hjá
teimum er tað eitt hugnaligt
frítíðarítriv burturav, so tað skal
ikki vera ov bundið.
Annars heldur hann, at Miðla-
húsið í Vágsbotni er eitt sera
væl hóskandi høli til smærri
tiltøk, sum hesi, tí tað er nossligt
og avbera hugnaligt inni.
Hann sigur eisini, at ljóðið í
hølunum er sera gott.
– Á konsertini seinasta
fríggjakvøld høvdu við nakrar
tøkniligar trupulleikar í fyrstuni,
so vit spældu eini tvey løg, uttan
nakra sum helst elektriska styrki
yvirhøvur og tað hoyrdist fínt.
Teir, sum manna Ad Libitum,
eru: Thomas Michael Smith,
Svenn Brimheim, Hans Chr.
Clementsen, Heðin Thomsen og
Fróði Sandoy. Annars plagar
Kolbein Simonsen eisini at
hjálpa til við bassinum viðhvørt.
Tónleikur við hvíld í
Eisini áhoyrararnir vóru stak væl
nøgdir. Nøkur, vit tosaðu við
søgdu á, at hetta er, sum teimum
dámar Ad Libitum..
– Tað er ordiliga deiligur
tónleikur. Hetta er tónleikur,
sum fellur sera væl í oyrað og
tað er rættilig hvíld í at sita og
lurta eftir teimum, segði ein
áhoyrari eftir konsertini.
– Hetta er tónleikur, sum
hevur ógvuliga jaliga ávirkan á
áhoyrararnar, varð lagt afturat.
Áhoyrarunum dáma eisini
rættiliga væl Miðlahúsið til
smærri konsertir.
– Tað er hugnaligt inni og og
tað vísir seg at ljóða gott inni,
hóast tað ikki er so nógvur
streymur á ljóðførunum, søgdu
áhoyrarar eftir konsertina.