Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 104 - 4. juni 2005 ÚTISETI Dagny Joensen Herfyri var Annika Hoydal, sjón- leikari og tónlistafólk á vitjan í Føroyum. Hesaferð var hon í arbeiðsørindum. Tað var at fyri- reika framførslu í samband við luttøku á Listastevnu Føroya, har hon, saman við tónleikararunum Jógvan Dahl, Kaj Johannesen, og Eyðuni M. Hansen skal konsert í Sjónleikarhúsinum 12. - 13. august. Síðani verður farið til Vágs, Runavíkar og Sands. - Serliga stuttligt er tað vit skulu framføra í Sjónleikarhúsin- um. Tað var júst har alt byrjaði, sum fyri meg hevur havt við leiklist og tónleik at gera, sigur Annika Hoydal. - Vit fara at framføra nýtt og gamalt tilfar. Tað er bæði álvars- ligt og fjas og skemt, sigur Annika Hoydal. Nútíðar føroyskur tónleikur Annika Hoydal luttók eisini á G! festivalinum í fjør. Hon er sera hugtikin av, hvussu nógv evnarík tónlistafólk vit eiga í Føroyum. - Øll fólk duga so væl at syngja og spæla, og tey duga hvørt orð í tekstinum. Slíkt upp- livir tú ikki aðrastaðni, sigur Annika Hoydal. Hon heldur at pláss skal vera fyri ymiskum slagi av tónleiki. Okkurt ber fram, meðan annað dettur burtur aftur. Tað vil so vera. Serliga hugtakandi heldur hon tað vera, at ungfólk duga so væl at skriva góðar tekstir, og at vit eiga so góðar sangarar. - Tað er merkisvert, at í hesum lítla landi eru tríggjar, sera evna- ríkar kvinnur sum Guðrun Sólja Jacobsen, Lena Anderssen og Eivør Pállsdóttir, sigur Annika Hoydal og leggur aftrat, hvussu stóran týdning musikkskúlarnir kring landið hava havt fyri børnini og unga ættarliðið. Hon gekk til dramaundirvísing hjá Eyðuni Johannesen, spældi sjónleik frá ungum árum, og var seinni í teimum vælumtóktu kabarettunum miðskeiðis í sekstiárunum. Síðani fór Annika Hoydal til Danmarkar at útbúgva seg til sjónleikara. Tá í tíðini vóru ikki møguleikar at lívbjarga sær í hesum yrki herheima, og tí varð hon verandi í Danmark. Har hevur hon verið við í nógvum sjónleikum gjøgnum tíðirnar, men fæst í dag mest við at framføra sangir og lesa upp úr tilfari við føroyskum tekstum. Hon er kend víða um í Norður- londum fyri sítt leiklistarliga og tónleikavirksemi og ferðast nógv í hesum starvi. - Eg havi altíð lagt dent á at vera mín egin, og tí havi eg ongantíð havt fast starv á nøkr- um leikhúsi. Tað hevur verið strævið lív, men samstundis eitt stórt frælsi, at sleppa at varðveita mín samleika. Tað hevur verið tað vert, sigur Annika Hoydal. Nýggj fløga við barnasangum Tónleikurin hevur havt ein týðandi leiklut í hennara arbeiði. Hon hevur givið fleiri fløgur út, sum hon hevur skrivað tónleik til, við orðum eftir føroyskum rithøvundum og yrkjarum. Í løtuni fyrireikar hon eina nýggja barnafløgu, sum verður givin út í samband við 60 ára føðingardag hennara í november mánaða í ár. Barnafløgan verður tikin upp í Skotlandi í upptøkuhøli hjá Ian McCalman, fyrrverandi mannin- um hjá Anniku. Tey vóru sum hjún saman um fyrstu útgávuna av barnasangum hjá Anniku, sum kom út fyri 30 árum síðan. Hesaferð verða orð eftir Anniku og Gunnar Hoydal, Mikkjal á Ryggi og Christian Matras, sum Annika hevur gjørt løg til. Legat úr gávugrunni Fyri stuttum fekk Annika Hoydal eitt legat úr gávugrunninum hjá Prins Joacim og Alexandru Prin- sessu. Hesin grunnurin verður verandi virkin hóast hjúnini eru skild. Tey bæði vilja vera fyri- mynd fyri onnur hjún, sum fara hvør til sítt, við framhaldandi at vera saman um gávugrunnin. Annika Hoydal helt tað vera skemt, tá ein kvinna, sum segði seg ringja av Amalienborg, spurdi, um hon ikki hevði fingið bræv frá gávugrunninum? - Eg helt tað vera eina vinkonu sum skemtaði, tí eg hevði einki bræv fingið. Tað vísti seg at vera seinkað í útberingini, sigur Annika. Stór broyting tá – Tá eg var ung og búði í Danmark, kom eg heim til okkara og foreldrini at ferðast. Nú foreldrini og heimið ikki er longur, komi eg heim til landið og familjuna. Tað sigur Annika Hoydal, sum hevur búð í Danmark síðani hon var blaðung. Hon hevur tó ongantíð gloymt sín uppruna og hevur gjøgnum árini ferðast regluliga hendavegin, bæði sum privatpersónur og listafólk