Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2005 37 - Kvinnan segði at tey høvdu undrast á at tey einki høvdu frætt frá mær. Eg hevði fingið 20.000 krónur úr gávugrunninum hjá Joacim og Alexandru, og nú vildu tey frætta, um eg ætlaði mær at koma til lítið hátíðarhald í samband við handanina av legatinum og samstundis syngja nakrar sangir. - Tá gekk tað upp fyri mær, at hetta als ikki var skemt. Vit avtalaðu tíð og stað. Vit vóru eini 20 fólk, sum fingu legat, og eg hevði væntað, at eisini onnur skuldu framføra, men so var ikki. - Tá Prins Joacim og Alex- andra Prinsessa komu inn, handaðu tey okkum gávubrævið. Eg sang tríggjar sangir, við ong- um undirspæli. Tað riggaði bara væl, sigur Annika, sum ikki kundi halda sær, men segði við fráskildu hjúnini, at hon skuldu brúka peningin til upptøku av barnafløgu saman við fyrrver- andi manni sínum, og legði aftr- at: Tað ber væl til at samstarva, fyri tað um vit ikki liva saman. Stór broyting tá barnaheimið fer Hvussu er tað at búgva í Dan- mark, tá føroysk viðurskifti fylla so nógv í tínum arbeiði? - Eg havi ein góðan gerandis- dag í Danmark saman við manni mínum, vinum og kenningum, men Føroyar og familjuskapurin liggja altíð í bakgrundini. Tað fer ongantíð burtur, sigur Annika Hoydal. - Hinvegin so broytast tíðirnar so hvørt sum frálíður. Áður segði eg við vinirnar í Danmark, at eg fór heim til okkara. Tað var barnaheimið og foreldrini hjá mær. Barnaheimið og foreldrini eru ikki longur, men nú sigi eg, at eg fari heim til Føroya. Eg meini tað eisini bókstaviliga. Í dag komi eg heim til føðilandið, og til beiggjarnar og familjuna. Mamma Anniku doyði fyri nøkrum árum síðan 91 ára gomul, og hevði verið einkja í nógv ár. - Tá mamma fór, helt eg tað vera náttúrligt, tó at tað altíð er svárt at missa, men hon var gomul og móð av døgum. Tað var øðrvísi, tá pápi doyði. Hann var bert 76 ára gamal, og tað tók mær nógv ár at koma yvir sakn- in, sigur Annika og situr tigandi lítla løtu: - Tá barnaheimið fer, er tað ein stór broyting. - Hinvegin havi eg familjuna her, beiggjarnar og konur teirra, sum eiga so fitt børn. Tað ljóðar kanska løgið, sigur Annika og brosar. Hon nevnir vinfólkini í Dan- mark, sum ikki skilja at hon tosar so nógv um børnini hjá beiggjunum, og siga, at tað iva- leyst bert er tí at tey eru næstr- ingar hennara. - Tað haldi eg ikki vera orsøk- in. Eg meini tað veruliga. Tey geva mær so nógv, at eg haldi meg eiga ein part í teimum, men tað er kanska tí eg ikki sjálv eigi børn, sigur Annika Hoydal. Ferðaleiðari í egnum landi Tað, at hava framført í Norður- londum, hevur eisini givið Anniku aðra arbeiðsuppgávu. Hon hevur seinastu tvey árini verið ferðaleiðari fyri næmingar í donskum háskúla í Flensborg. Tað kom av, at hon fleiri ferðir hevur framført á háskúlanum. Tá tey fyrireikaði ferð til Føroya, bóðu tey Anniku koma við. - Tað hevur verið áhugavert. Eg kann vísa gestunum mítt land á øðrvísi hátt og siga frá ymsum lutum, sum tey kanska ikki høvdu fingið innlit í annars. Har- næst er tað stuttligt og øðrvísi at uppliva landið gjøgnum teirra eygu, sigur Annika Hoydal, sum helst fer at gera fleiri slíkar ferðir hendavegin. Spurd um hon kundi hugsa sær at flutt heimaaftur, sigur Annika, at hon fleiri ferðir hevur um- hugsað tað. - Tíðirnar broytast og um tað kundi verið møguligt, so hevði tað ikki verið nakar fremmandur tanki, sigur Annika Hoydal. barnaheimið fer - Eg havi altíð lagt dent á at vera mín egin, og tí havi eg ongantíð havt fast starv á nøkrum leikhúsi. Tað hevur verið strævið lív, men samstundis eitt stórt frælsi, at sleppa at varðveita mín samleika, sigur Annika Hoydal.