Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Skipað varð fyri heiðurskonsert í sambandi við handanina av heiðursmerkjunum. Teir tólv vinnararnir spældu og vístu síni kynstur. Hetta var ein flokkur av ómetaliga gávuríkum ungum og børnum, og tónleikurin, tey spældu, fevndi frá fittum klass- iskum verkum til tann myrka og næstan vandamikla Rachmani- nov og víðari til stuttliga lagið »Something stupid« til Webersa Duo Concertanta. Kvøldið var hugnaligt, og tey ungu góvu áhoyrarunum frálíkar tónlistarligar upplivingar. Hetta vísti tað stóra tónlistarliga gávu- ríkidømið, vit eiga her á klettun- um. Tvær fyrstu virðislønir, seks aðru virðislønir og fýra triðju virðislønir, er ómetaliga væl klára í hesi stóru tónleikakapp- ing. Á konsertini vórðu heiðurs- merkini handaði, og tey ungu fingu blómir. Vanliga verða heiðursmerkini handaði á stórari heiðurskonsert í Radio Konsertsalinum hjá Dan- marks Radio, men føroysku luttakararnir kunnu ikki luttaka, tí teir eru í Føroyum. Tí varð skipað fyri hesi konsert í Miðla- húsinum. Bo Isholm leiðari á Musikkskúlanum helt, at hóast hølini ikki vóru líka stór, sum Radio konsertsaluirn so vóru tey væl hugnaligari. Bo Isholm greiddi frá, at kappingin hjá Berlingske Tidende ikki snúði seg um at vinna, men eisini um at gera framstig. Dómararnir tóku eisini atlit fyri alduri og fyri, hvussu støðið á frálæruni var. Hann greiddi frá, at túrurin í Danmark hevði verið avbera góður. Tey høvdu millum annað vitjað Kongaliga Tónleika Konserva- toriið, og vóru sloppin at lýða á frálæruna, soleiðis at tey ungu fingu innlit í, hvat konservatoriið er. Umframt kapping og vitjanir, so spældu næmingarnir konsert í Føroyahúsinum í Keypmanna- havn, og tann konsertin gekk væl. Hóskvøldið spældu nøkur av teimum ungu sama stykkið, sum tey vunnu við, meðan nøkur royndu onnur stykki Tónleikaúrmælingar heiðraðir Hópin av fólki hevði leitað sær oman í Vágsbotn, tá vinnararnir í Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurence vórðu heiðraðir hóskvøldið. Katrin Hovland Petersen spældi Weber á klarinett. Katrin vann fyrstu virðisløn. Kamilla Ravnsfjall spældi T. Kurliev á tvørfloytu. Kamilla vann aðru virðisløn. Jákup Lützen spældi eina Sonato av Händel og saman við Maritu Johansen Pacabel Canon. Jákup vann aðru virðisløn.Jákup Lützen spældi eina Sonato av Händel og saman við Maritu Johansen Pachabel Canon. Jákup vann aðru virðisløn. Rebekka Hjørleivsdóttir spældi saman við øðrum blásarum Something Stupid á euphonium. Rebekka vann aðru virðisløn.