leygardagur 4. juni 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir
Edvard Joensen
Efesos
Tá vit eru leys av hesum ágang-
andi handilsmonnunum, verður
farið til gongu oman gjøgnum
býin, sum vit síggja. Her eru
allar síðugøtur burtur, so vit
fylgja høvuðsgøtuni millum
toftirnar av bygningum og
standmyndum, sum í forðum
hava myndað býarins stórleika.
Ganga fram við gomlum vatn-
leiðingum, sum koma so
dittimundar fram undan veg-
breytini. Liggja har soleiðis
heldur lurvutar. Fyltar av mold
og eyri, so har rennur ikki vatn
ígjøgnum.
Fara framvið, og koma til eina
røð av áhoyraraplássum, og
onkur vil halda, at her hevur
uttan iva eitt sjónleikarhús ligið.
Jú, tað kann vera, sum ein
tekur tað. Men sjónleikarhús var
tað tó ikki, uttan ein tingsalur.
Her sótu býarinnar mætu
menn og tóku stórar avgerðir,
sum fingu týðandi avleiðingar
fyri borgararnar og kanska
onkran vitjandi við.
Vit vita frá Apostlasøguni, at
tá Paulus við sínum virksemi
hevði fingið loypt ótta á og øði í
silvursmiðirnar, var ein býar-
skrivari, sum mátti uppí sum
semingsmaður. Og ivaleyst hevur
hann havt síni ørindi her í ting-
salinum ella í ráðhúsinum ikki so
langt hiðani.
Á nátthúsinum
Vatnleiðingin er farin undir jørð,
og her undir okkum eru rørini
skift út við eina opna rennu, sum
fer her einar tríggjar metrar niðri,
og tekur tað við sær, sum undan
mannamúgvuni kemur.
Vit eru komin inn á eitt fleiri
túsund ára gamalt alment nátt-
hús. Her eru 50 setur lið um lið,
sum høgd hava verið í blankt
marmor. Vit síggja enn nøkur av
teimum originalu. Men tey flestu
eru tó eftirgjørd í nýggjari tíð.
Av betongi.
Her síggjast hesi setrini lið um
lið oman eftir. Ganga í vinkul, tí
ikki var bygningurin kortini so
stórur, at hann hevði pláss fyri
øllum fram við sama veggi.
Her sótu so býarins fram-
komnu menn lið um lið og lótu
sín avførning fara. Niður í hesa
djúpu rennuna, har vatnið fór við
tí, sum slept varð.
Men rímiligt skuldi eisini
gerast reint eftir hesa vitjanina.
Og til tess høvdu teir vísu
Efesosbúgvarnir lagt eina rennu
framman fyri fótinum á tí
vitjandi, har hann tók hondina
niður í, og so upp undir endan
við henni. Eitt skarð varð niður í
steinin fyri framman, so lætt var
at sleppa til uttan at noyðast at
reisa seg.
Men tað man tó neyvan hava
verið so heilt tespiligt kortini hjá
tí seinasta, sum sat undan brekk-
uni, tá rennandi vatnið frá teim-
um fyrstu 49, sum høvdu reinsað
hondina aftur, kom oman til
hansara.
Hóast hesin summardagurin er
heitur, hevur tó onkuntíð verið
kalt um veturin, og ikki allir
endar hava hildið tað verið líka
stuttligt at skula seta seg á ein
kaldan marmorsess. So tá onkur
av teimum í ovara enda á
hierakinum kendi á sær, at tað
nærkaðist eini nátthúsvitjan,
sendi hann ein træl undan sær
soleiðis einar tíggju-fimtan
minuttir, so hesin kundi hita
setrið eitt sindur, áðrenn tann
sperdi harrin kom.
So sótu teir har, og hoyrdu
merkilig ljóð frá síðumanninum,
sum teir kortini ikki sóu, tí ein
lítil skilaveggur var reistur
ímillum. Einki er tó at ivast í, at
av og á hevur onkur viðmerking
til dagsins mál fallið kortini.
Hetta var stórt rúm, og har
man hava luktað hvørki so. So
miðskeiðis í rúminum var
Í fótasporu
Annar partur:
Her í býnum Efesos vita vit, at menn sum
Paulus og Lukas hava gingið. Sagt verður
eisini, at Jóhannus apostul livdi sína
seinastu tíð her, og Homeros hevur, sum
sagt verður frá, eisini havt sína dagligu
gongd í býnum og gjørt síni heilt natúrligu
ørindi, sum í fornøldini á so mangan hátt
neyvan hava verið so nógv øðrvísi, enn tey
eru hjá teimum, sum nú eru uppi á døgum
Á gamla tingi Efesosmanna eru nógvar týðandi avgerðir
tiknar. Ì dag verður tingið mest nýtt av ævintýrhugaðum
ferðafólkum og fegnum skúlaungdómi, sum sær fragd í at
taka floksmynd á hesum søguliga stað
Mangar eru søgurnar, sum hesir steinbenkur høvdu kunnað sagt, dugdu teir at tala eins og mennini, sum í forðum
høvdu sína gongd her
Ein sjáldsaman anga - ikki av kamfertræ - men av livandi søgu kenna tey, sum nú tvey
almennu bukkuna, har teir kanska hava sitið