leygardagur 4. juni 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
41
gjørdur ein hylur, har hvønn
morgun vórðu lagdar nýggjar
blómur á blot fyri á tann hátt at
fáa ein heldur frískari anga inni.
Og til at doyva tey ymisku,
viðhvørt kanska heldur løgnu
ljóð, ið hetta háttvirda ting lat frá
sær, vórðu settir fýra tónleikarar,
ein í hvørt horn í rúminum, sum
so spældu ymsan tónleik, ið helst
ljóðaði betri enn eymkanin frá
kroystandi monnum, ið kanska
ikki altíð høvdu líka lætt við at
gera burtur av sær.
Àja. Vit koma so bragdlig her
í fylgi og kappast um at fáa teir
bestu sessirnar. Fólki so líkt.
Hava heilt gloymt, at tann, sum
setur seg sjálvan niðast, skal
verða fluttur longri upp.
Freistandi at hugsa sær, at
kanska hevur Lukas, evangelist-
ur, á ferð síni við Paulusi í
Efesos, sitið júst her og hugsað
sær til frásøgnina um at sita
ovarlaga ella niðarlaga, sum
hann sigur frá í sínum 14. kapitli
í evangeliinum.
Ein herligur tanki at gera sær.
Men kanska ikki so heilt ósann-
líkt kortini, at maðurin hevur
sitið júst í hesum rúmi og gjørt
síni ørindi.
Hvør veit, um ikki Paulus
eisini onkran dag hevur sitið her
og í einumhvørjum steðgi hjá
tónleikarunum latið eitt orð falla
um hendan nýggja átrúnaðin,
hann er farin undir at boða her í
Lítlu Asiu. Ikki so galið stað at
bera vitnisburðin fram.
Kjøtligir lystir
Her eru so nógv onnur tilboð í
grannalagnum. Tilboð, sum tann
vitjandi í dag í ávísan mun eisini
kennir heiman ífrá. Summi betri
enn onnur.
Ikki so langt hiðani, vit nú
sita, tó uttan at hava loyst
buksurnar, er kenda Scholastica
baðstovan, sum serliga rómverjar
hildu so nógv av.
Ein rættiliga stórur bygningur
hevur hetta verið. Við bæði
heitum og køldum baði. Dampin
frá ketlunum hava teir leitt undir
gólvinum, so gólvhita hava tey
eisini havt í teirri tíðini. Og upp
gjøgnum ventilar í gólvinum er
dampurin so sleptur, so har hevur
verið rættiligt dampbað inni.
Forgangarin til hesar turkisku
baðstovurnar, sum í dag eru
vorðnar so kendar millum ferða-
fólk, sum koma hendanveg, at
ein mestsum kennir tað sum eina
treyt at royna hetta.
Og fyri at vera heilt sannførur,
má eg siga, at verri havi eg sjáld
an kent meg reyvrendan enn eftir
eina slíka vitjan í frítíðarbýnum,
har vit búðu.
Kom til baðstovuna við stór-
um vónum til eitt upplivilsi av
vælveru, sum eg væntaði mær.
Út aftur komin hevði eg bara ta
kenslu, at hetta var nakað upp-
reklamerað lort, sum eg einans
hevði goldið eina rúgvu fyri.
Men annað er enn bað í
grannalagnum. Næsti grannin er
eitt tempul, nevnt Hadrian
Templið eftir rómverska keisar
anum, sum so fegin vildi hava
sítt egna tempul, so hann kundi
verða tilbiðin av undirsáttum
sínum.
Men tann næsti bygningurin
hevur ivaleyst fyri fleiri verið
enn meira áhugaverdur. Tí har
var bordell. Eitt rættiligt skøkju-
hús, sum var góðkent sum ein-
hvør onnur forrætning í býnum.
Við egnari lýsingartalvu oman
móti havnini. Ivaleyst teirri
fyrstu av sínum slag í hvussu er í
okkara parti av heiminum, halda
ferðaleiðararnir.
Og søgurnar eru ymiskar um,
hvussu vitjaninar í hesum bygn-
inginum komu í lag. Tí hóast
hetta var heilt natúrlig og viður-
kend vinna, vóru ivaleyst ikki
allar frúur í býnum, sum hildu, at
hetta var nakað soleiðis at fara
til. Og als ikki hjá monnum
teirra.
Helst hava skøkjurnar kunna
brúkst til okkurt skjólið eisini,
eins og vit lesa um tær í Gamla
Testamenti, har bæði njósnarar-
nir hjá Josva og Samson vitjaðu
slíkar.
Tí hóast hendan góða kvinna í
Jeriko seinni hevur fingið orð á
seg sum bjargari jødanna, er ikki
heilt óhugsandi, at hesir menn, ið
ferðast høvdu í ein mansaldur í
oyðimørkini, vildu royna eitt-
hvørt spennandi, nú teir knapp-
liga stóðu í fremmandum landi,
har eingin kendi teir.
Men hvussu Efesposmenn
gjørdu síni ørindi í skøkjuhúsin-
um her millum bað, nátthús og
tempul, fara vit at frætta nærri
um í einum seinni parti av
frásøgnini.
m Paulusar
ytúsund ár eftir Paulus og Lukas hava sett seg á
Her á ráðhúsinum í Efesos
hevur ivaleyst býarskrivarin,
ið bjargaði Paulusi undan
østum býarbúgvum, havt sína
dagligu gongd
Múgvandi var tann rómverska kvinnan Scholastica, sm lat byggja ta stóru baðstovuna, sum enn í dag ber hennara
navn
Ì eini marmorflís á
veg niðan frá
havnini, fekk tann
komandi eyga á
fyrstu lýsingar-
talvuna, sum segði
frá, at helt hann
fram sama veg, kom
hann til ta
kvinnuna, hann fyri
pengar kundi vinna
eitt hjarta frá