Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 104 - 4. juni 2005 Fólk eru so ymisk er klaffabók, ið fagnar øllum børnum á ein stuttligan og inniligan hátt. Tú hevur kanska slætt, myrkt hár og brún eygu, og besti vinur tín er kanska krúllutur, ljóshærdur og bláoygdur. Og tú hevur kanska vinir, ið brúka brillur ella hava frøknur - ella bæði! Fólk eru so ymisk, øll eru vit ymisk í skapi og stødd, hava ymisk áhugamál og ítriv, men øll eru vit virðis- mikil. Fólk eru so ymisk er av upp- runa ensk bók. Bara í Onglandi er hon prentað 18 ferðir síðani hon kom út fyrstu ferð fyri 10 árum síðani. Nú hon kemur á føroyskum, er hon týdd til meiri enn 20 mál. Bókin er seld í meiri enn 250.000 eintøkum um allan heim. Tað var Amnesty International Føroyadeild, ið á sinni heitti á Bókadeild Føroya Lærarafelags um at geva bókina út á føroyskum. – Vit fegnast um útgávuna. Bókin kann vera ein liður í arbeiði okkara, kanska serliga millum børn, at læra tolsemi og virðing fyri hvør øðrum, sigur Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty International. Nýggj barnabók: Madonna takkar fyri seg Madonna,Lotsa de Casha, Týtt Anna Maria Reinert, BFL,2005 Hóast tú ert tann ríkasti í øllum heiminum, er eingin trygd fyri eydnu. Lotsa de Casha er handilsmaður og ríkasti - men eisini eydnuleysasti - maður í heiminum. Hann sannar ferð eftir ferð, at kærleiki kann ikki keypast fyri pening. Uttan mun til, hvussu stórar borgir hansara eru ella hvussu skjótt ross hans- ara renna, er og verður hann ein gamalt grenj, ið altíð er dapur í huga. Til hann brádliga fer undir eitt ótrúligt ævintýr... Hvat er loyndarmálið aftanfyri eydnu? Les søguna um Lotsa og tú verður klókari... Madonna hevur hesu ferð valt úrmælingin Rui Paes at mynd- prýða bókina. Rui Paes er kend- ur um allan heim fyri sínar málningar, og Lotsa de Casha er fyrsta barnabókin, hann hevur myndprýtt. Lotsa de Casha er fimta og fyribils síðsta barnabókin, ið Madonna skrivar. Um hvørjar tær størstu avbjóðingarnar eru hjá børnum í dag, sigur Madonna: – Børn gerast so skjótt vaksin nú á døgum, tí tey fáa upplýsing- ar um alt so skjótt og alla tíðina. Størsta avbjóðingin hjá børnum og foreldrum er at halda fast í barndómin. Tað er eitt gott hug- skot viðhvørt at sløkkja sjón- varpið, tosa við børnini ella lesa fyri teimum. Tey hava so nógvar møguleikar fyri undirhaldi, men vit eiga aldri at gloyma at bara vera saman við teimum, sigur hon. Nýtt yrkingasavn: Aftur til tað erliga Kim Simonsen,Kodakmyndir frá sjeytiárunum, Mentanargrunnur Studentafelagsins, 2003 Kim Simonsen er seinnu árini vorðin ein av okkara virknastu viðmerkjarum og ummælarum. Hann hevur fyri hálvum øðrum ári síðani givið savn av greinum út, Dreymar um opin vindeygu, har serlig tjóðskaparrørslan varð húðflongd. Harumframt hevur hann tikist dyggiliga við leik- lutin hjá tí intellektuella í Føroy- um í dag. Nú letur Kim Simonsen yrkingasavnið Kodakmyndir frá sjeytiárunum frá sær, har hann roynir at vísa, at tað finst onnur yrking enn tann postmoderna, sum hann sigur t.d. Tórodd Poulsen umboða. Kim Simonsen vil satsa upp á patos, tað erliga og realismu. Hann trýr upp á ein vakurleikaestetikk í framtíðini, at hesin fer at taka seg fram, og at postmodernisman og hennara fragmenteraða lyndi vil víkja. Høvundurin stendur somuleiðis mótsett mongum øðrum uppá, at outsidarin ikki er ein klisjé, men nettup er tann gløggskygni eyg- leiðarin. Fyrimyndir eru høv- undar sum Gunnar Ekelöf, Thomas Tranströmer og Henrik Nordbrandt. Í Føroyum eru Rói Patursson og Jóanes Nielsen ivaleyst teir, sum standa høvund- anum næstir. Av temum í yrkingunum kunnu nevnast stórbýurin, útl- egdin, hin ferðandi og fremm- andagerðin av tí einstaka. Projektið er modernað, men eisini poetologiskt, soleiðis at tað vónar at skapa ein møguleika fyri sentrallyrikki í Føroyum. Eir í Ólavsstovu, sjónvarpsvertur Hvørja bók lesur tú í løtuni? Roots eftir Alex Haley. Eg havi sæð sjónvarpsrøðina, so tá son- urin fekk bókina í jólagávu, fekk eg hug at lesa søguna sjálv. Tað, sum hugtekur meg, er lýsingin av afrikansku bygdini, sum Kunta Kinte kemur frá. Teirra samfelagsskipan, trúgv, yvirtrúgv og familjusambond, alt meðan tey hvítu verða lýst, sum nakað ókent, sum liggur og lúrir onkustaðni har úti í villmarkini Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? Á ja, nógvar. Gøsta Berlings Saga er ein ótrúliga spennandi og ævintýrkend bók, har tú kennir teg sum í einum dreymi, har tað yvirnátúrliga og tað nátúrliga er flættað saman uppá ein spenn- andi máta. Sult er eisini ógvuliga hugtak- andi, tí hon vísir, hvussu nógv eitt menniskja kann pína seg og tola av berum stoltleika. Barbara er ein spennandi kær- leikssøga um kærleika, sum aldrin verður fullborin, ella skal eg siga longsulin eftir kærleika. Og samstundis er tað heila so passaliga vandamikið og pínufult og tí fantastiskt. Og so er tað Ringanna Harri, sum eru tær mest spennandi bøkurnar, eg havi lisð. Eg fekk ikki sovið í eina viku, tí eg hevði fulltíðar arbeiði og eina lítla dóttur, so eg mátti lesa um náttina. Tað var ein strævin men lærurík og spennandi vika. Tað er tað, sum er so fantastiskt við at lesa, tí soleiðis kanst tú ferðast allastaðni, uttan at tað kostar nakað serligt. Hvør var fyrsta bókin, tú las? Eg haldi tað var Lev stærkt, dø ung. Áðrenn tað las eg onkra Succéss roman, sum vit kallaðu tað. Tær vóru eitt stórt hitt, tá eg var 12-14 ár. Tað bleiv ordiliga keðiligt, tá eg uppdagaði, hvussu nógv man kundi læra við at lesa eina "ordiliga" bók ... Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið? - Nógvar av klassikararnum. Tað stóra takið eftir Heðin Brú havi eg ikki klárað at lisið enn, tí eg haldi hon er ov keðilig. Hondina á hjarta - lesur tú altíð eina bóka lidna? Ja! Eg lesi ofta nógvar bøkur í senn, og fyrr ella seinni lesi eg tær altíð lidnar. Eg og bøkurnar Nýggj barnabók: Fólk eru so ymisk Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard e-postur: anna@sosialurin.fo - Tað fantastiska við at lesa er, at tú soleiðis kanst fara at ferðast allastaðni uttan at tað kostar nakað serligt, heldur Eir í Ólavsstovu Sadie Fields prod.- All Kinds of Pepole, Týtt Turið Kjølbro,Fólk eru so ymisk,. BFL,2005 Kim Simonsen hevur júst givið út sítt fyrsta yrkingasavn umframt fyrsta Outsider Magazin