leygardagur 4. juni 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
43
TINGHELLUANALYSAN
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
ES grundlógartilgongdin hevur
verið í nøkur ár. ES er vaksið
munandi og arbeitt hevur verið
fyri at gera ES samstarvið
smidligari og meira umfatandi. Í
fjør komu 10 lond afturat sam-
starvinum, harav stóri parturin
var úr eysturevropa. Grundleggj-
ararnir av ES høvdu longu frá
byrjan ein evropeiskan superstat
í tonkunum, har drívmegin var at
skapa samstarv fyri at tryggja
frið í Evropa, serliga millum
Frakland og Týskland. Sam-
starvið hevur frá at verða um kol
og stál, ment seg til at verða
ógvuliga umfatandi. Sigast kann
at ES hevur ferðast við skiftandi
ferð, men nú varð lagt upp til
eina størri samansjóðing og
simplificering av samstarvinum.
Fyrst sat eitt sonevnt konvent í
fleiri ár og gjørdi eitt uppskot til
ES grundlóg, síðani skuldu
londini semjast um ein tekst og
síðani skuldi henda semjan
staðfestast av limalondunum. Í
hesum sambandi hava nøkur
lond valt at siga, at tað er upp til
landsins ting at avgera, meðan
onnur sum Frakland og Niður-
lond mettu, at best var um fólkið
talaði á eini fókaatkvøðu. Mett
var eisini neyðugt, at øll lima-
londini skuldu taka undir við ES
grundlógini, fyri at hon skal
setast í verk.
Men tað, sum kanska var
óvæntað fyri hálvum árið síðan,
hendi. Í teimun báðum uppruna-
londunum í ES, Frakland og
Niðurlond, sum eisini vanliga
ganga á odda um evropeiskt
samstarv, valdi fólki at siga nei. Í
Fraklandi atkvøddu eini 55% nei
og í Niðurlondum um 62%.
Altso greiðir meirilutar.
Hví?
Tveir ógvuliga viðkomandi
spurningar, sum síðan trongja
seg á, eru hví og hvat so. Ilt er at
siga hví, men flestu tykjast samd
um, at gloppið millum verkætl-
anina hjá politikarunum og hvat
fólki vil, er vorðið nakað stórt,
eins og fólk ikki hava kent seg
tryggan við hesari menning av
ES. T.d. var í Fraklandi nógv
tosað um, at ES grundlógin er ov
liberal og ikki tók sosial fyrilit.
Men eisini mótstøðan ímóti at
Turkaland kann gerast partur av
ES. Og so sjálvandi høgravong-
urin sum er ímóti, orsakað av
negativari tjóðskaparkenslu og
møguliga fremmandahatri.
Tað er eisini givið at mótstøð-
an var eisini eitt mótmæli ímóti
stjórnunum, serliga í Fraklandi
ímóti Chirac
Hvat so?
Ikki er semja um, hvat nú fer at
henda. Toppfundur verður í ES
16. og 17. juni, og tá skal gerast
av, um hini londini skulu halda
áfram við tilgongdini at viður-
kenna ES grundlógina. Fogh
hevur sagt, at danska atkvøðan
bert verður hildin, um nakað
nágreiniligt er at atkvøða um.
Nógvir eygleiðarar vænta, at
Blair fer at royna at avlýsa
bretsku fólkaatkvøðuna, tí stór
mótstøða er í Bretlandi. Hinvegin
yvirtekur Blair formansskapin í
næstum, og tí liggur nógv á
hansara herðum. Blair vil helst
sleppa undan fólkaatkvøðu, men
hann leitar eisini eftir einum
møguleika at tryggja sítt eftir-
mæli, og har er formansskapurin
í ES ein stór avbjóðing, sum
eisini hevur henda møguleikan.
Eitt er vist, hetta arbeiði er
skakað av, at tvey kjarnulond
hava sagt nei og at tað
frammanundan var lagt upp til,
at øll londini skuldu taka undir
við grundlógini, fyri at hon skal
skal setast í verk. Nú verður sagt,
at stjórnarleiðararnir hava
avtalað, at øll londini skulu fara
ígjøgnum tilgongdina at
góðkenna ES-grundlógina, og so
skal avgerðast hvat gerast skal.
Um meginparturin av londinum
eru fyri, mugu tey londini sum
eru ímóti finna eina loysn áðrenn
november 2006, tá grundlógin
skal setast í gildi, ella at tey
londini sum eru fyri, mugu
avgerða um tey halda áfram.
Eitt uppskot hevur verið
frammi frá Villy Søvndal, nýggja
formanninum í danska
flokkinum SF, um at ein protokol
við sosialum rættindum skal
knýtast at grundlógini, soleiðis at
atlit verður tikið til kritikkin um
at hon er ov liberal. Tí tað er
óttin fyri tí ókenda, sum hevur
fingið niðurlendingar og fransar
at atkvøða nei. Serliga í
Fraklandi er tað óttin fyri
útlenskari arbeiðsmegi. Eisini
hevur verið frammi at seta krav
um fólkaatkvøðu, um hvørt
Turkaland kann sleppa uppí part.
Hetta er ikki heilt ókent, tí
Frakland hevði fólkaatkvøðu fyri
at loyva Bretlandi, Írlandi og
Danmark uppí EF, sum tað æt tá.
Orsakirnar eru nógvar, men
flestu eygleiðarar eru samdir um,
at politikarar ikki hava tikið í
álvara tann ótryggleika og ótta
fólk hava, og tí sigur fólkið nei.
Tað er eisini nógv at víðka um
ES, fyrst vid 10 londum, harav
ein partur er úr eysturevropa, og
síðan gott ár seinni vilja hava
eina nýggja skipan. Politikkarnir
eru í hesum føri farnir skjótari
fram, enn fólkið ynskir, ella
kanska halda fólkið klára at
fylgja við. Tí kann sigast, at
støðutakanin er sett ov tíðliga.
Um bíðað varð eitt ár, høvdu
fólk kunna vant seg við
víðkanina og kanska fingið innlit
í og yvirlit yvir hvat nýggja ES
við 25 londum er. Harafturat
halda fólk seg ikki skilja hvat alt
gongur út uppá, partvíst tí at ES
kjakið oftan hevur verið snævurt,
einsíðugt og afturlatið. Nú krevst
støðutakan til eina stóra broyting
beint aftaná eina stóra broyting.
Fólk vilja vita hvat tey hava.
Fyribils so koyrir ES bara sum
nú, tað er avleiðingin av, at
eingin broyting er. Spennandi
verður komandi dagarnar at vita,
hvat ymsu stjórnarleiðararnir
siga, og um teir klára at halda
tørn til komandi topfundin 16. og
17. januar. Nú verður arbeitt við
at finna loysnir og um onkur
lond kunnu fáa fyrivarni, meðan
fleiri eygleiðarar og serliga
neisíðan longu hevur deyðadømt
ES-grundlógina. Hósdagin og
fríggjadagin vístu fleiri kanni-
ngar, at meirilutin av dønum ikki
longur er jaligur og tí tykist tað
minnið sannlíkt at fólkatkvøða
verður hildin 27. september.
Ávirkar hetta Føroyar?
Spurningurin er um ES grund-
lógin ávirkar Føroyar. Danska
uttanríkismálaráðið hevur saman
við stjórnunum í Føroyum og
Grønlandi gjørt eina frágreiðing,
sum tó bert tekur støðu til, um
tað hevur rættarligar avleiðingar
fyri Føroyar og Grønland.
Norðuratlantsbólkurin heitti á
undirritaða um at skriva eitt stutt
upprit um frágreiðingina, og um
tað fær politiskar avleiðingar fyri
Føroyar og Grønland. Mín
niðurstøða er púra greið: tað fær
ávirkan á Føroyar og Grønland.
Størsta ávirkan kemur um tey
fýra fyrivarnini verða tikin av. Tá
verða økir úr sonevndu
ríkiseindini flutt til Brússel, og
tey kunnu ikki yvirtakast sam-
bært Danmark, og forsætismála-
ráðharrin hevur longu sagt, at
hann krevur rættareind á í
hvussu so er nøkrum teirra. Tvs.
at Danmark skal fylgja ES og
Føroyar skal fylgja Danmark. Tí
koma ES avgerðir at galda í
Føroyum, ikki tí at ES krevur
tað, men tí at Danmark krevur
tað.
Uppskotið
Uppskotið, Norðaratlantbólkurin
hevði á Fólkatingið týsdagin, var
at fáa gjørda eina kanning av
hesum viðurskiftum, og at kann-
ingin skuldi gerast av einum
óheftum stovni, tvs. ikki av
embætisverkunum í Føroyum,
Grønlandi og/ella Danmark, og
soleiðis politiskt óheft.
Uppskotið vann tó ikki frama,
tí meirilutin í Fólkatinginum
metti tað ikki verða neyðugt við
slíkari kanning, og mettu at alt
var lýst í frágreiðingini um
rættarliga ávirkan. Orðaskiftið
bar tó mest brá av, at framsøgu-
fólkini ikki høvdu sett seg inn í
viðurskiftini. Forkvinnan í
Radikale Venstre fór so mikið
víða, at hon ikki metti tað
gjørligt at gera óheftar politiskar
kanningar, tí kundi hon ikki taka
undir við hesum. Hetta má sigast
at verða eitt øðrvísi sjónarmið.
Annfinn ímóti –
Løgmaður fyri
Føroyski fólkatingslimurin
Anfinn Kallsberg, vildi heldur
ikki ganga uppskotinum á møti.
Hann vísti á, at tað mátti verða
upp til myndugleikarnar í
Føroyum og Grønlandi at gera
av, um slíkar kanningar skulu
gerast. Hann helt at tað var at
traðka á heimildirnar hjá føroy-
ingum, um ein slík viðgerð
skuldi takast á Fólkatingið. Ann-
ar grønlenski limurin í Fólka-
tinginum. Lars Emil Johansen,
vísti á, at hann hevði fullan
stuðul frá bæði grønlenska
Landsstýrisformanninum Hans
Enoksen og Føroya Løgmanni.
Anfinn svaraði her, at hann var
partur av føroysku samgonguni
og at hann einki visti um, at
føroyska samgongan stuðlaði
hesum. Hetta setti enn einaferð
fokus á føroyingar í tvíningum,
og ger tað ilt at taka føroyingar
fyri fult.
Í mikudagsblaðnum váttaði
Løgmaður, at hann stuðlar
uppskotinum, og at Landsstýrið
leingi hevur mett eina slíka
kanning neyðuga. Hann vísur á,
at manglandi kommunikatión
helst er orsøkin til hesa ósemju.
Hvat skal kannast?
Annfinn Kallsberg vísti á, at
hetta er ein kanning føroyskir og
grønlenskir myndugleikar skulu
taka støðu til, meðan Norður-
atlantsbólkurin vísti á, at talan er
um avleiðingar av eini fólka-
tingsavgerð, og tí er Fólkatingið
rætta staðið at taka málið upp.
Tað sum tørvur er á at kanna,
er politisku og fíggjarlig avleið-
ingar fyri Føroyar og Grønland,
um Danmark fer longur inn í ES,
við t.d. eini grundlóg og avtøku
av fyrivarnunum. Her er tað
soleiðis, at politiska ávirkanin á
yvirtiknum málsøkjum ikki
verður so stór, meðan hon á ikki
yvirtiknum máløkjum, sum
verða flutt inn undir ES ræði,
verður rættiliga stór. Hesi máls-
økið liggja undir fólkatingsins
ábyrgd, og tí ber ikki til at siga,
at tað er at traðka á heimildir hjá
Føroyum og Grønlandi at fáa
eina slíka kanning. Heldur kann
sigast, at tað eigur at verða
ábyrgd Fólkatingsins, at syrgja
fyri at slík kanning verður gjørd,
og at umbiður Fólkatingið slíka
kanning, er tað somuleiðis ein
blástempling av henni, soleiðis at
ikki kann komast afturum aftaná
og siga, at tikið ikki verður undir
við kanningin tí parturin ikki
hevur verið við í tilgongdini.
Valdsstríð í samgonguni?
Løgmaður royndi í mikudags-
blaðnum at siga, at ósemjan helst
var av tí at partarnir ikki høvdu
tosað nóg væl saman. Lítil ivi
man tó verða um, at tað setur
kílar í samstarvið, tá slíkt fer
fram. So er spurningurin, um
hetta er ein valdsroynd millum
núverandi og fyrrverandi
Løgmann, ella at talan bert er
um eina ósemju partanna mill-
um, sum fer aftur við borðinum.
Føroyar bleiv í hvussu so er enn
einaferð víst fram sum ein stór
ósemja. Sum sagt havi eg mín lut
í kjakinum um eina meira vítt-
fevnandi kanning. Men hví nakar
skuldi havt nakað ímóti slíkari
kanning, er púra óskilligt, serliga
tó hugsað verður um hvussu
nógvar kanningar eru gjørdar um
hvørja ávirkan broytingarnar fáa
á Danmark, so má tað verða
náttúrligt, at kanningar eisini
verða gjørdar um føroysk og
grønlendsk viðurskifti, so eisini
innlit fæst í hesi viðurskifti.
Automatisk innspræning ella
tómgongd – ES á tromini –
Føroyar í óvissuni