leygardagur 4. juni 2005síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 104 - 4. juni 2005
TINGHELLUKLUMMAN
Finnbogi Ísakson
finnbogi@post.olivant.fo
Demokratiið virkar vist best, tá
tað ikki virkar soleiðis, sum
politikarar og aðrir makthavarar
vilja hava tað at virka. Tað er
júst styrkin í fólkaræðinum, at
fólkið kann siga sína hugsan og
seta tingini upp á pláss, hóast
allir klókir heilar - eftir egnari
og vanligari hugsan klókir
heilar - halda okkurt annað. Tá
kemur bónda snildið hjá fólki
fram. Tá er fjøldin nóg
besnissað til at taka eina heilt
aðra støðu.
Tað er ikki so ofta, hetta
hendir. Fer alt maktapparatið -
valdsskipanin ella valdsam-
boðið í gongd - endar tað sum
oftast við, at ein fólkaatkvøða
fær tað úrslit, sum makthavar-
arnir vilja hava. Men viðhvørt
fáa teir sterku og klóku ein
frammaná. Sum í Danmark, tá
Maastricht-sáttmálin fall. Og í
Fraklandi sunnudagin og
Hollandi mikudagin.
Tað ótrúliga í øllum trimum
nevndu førum er, at tað er ikki
bara ein stjórn ella ein tepur
meiriluti í einum parlamenti,
sum mælir fólkinum til at taka
eina støðu, og at fólkið so tekur
eina aðra støðu. Tann valdsskip-
anin, talan er um, røkkur nógv
longur enn nevnt. Eg haldi meg
vita, at í øllum trimum førum
umfataði maktapparatið:
Stjórnina í landinum
Ein stóran meiriluta av
parlamentinum
Mestsum allar týðandi
fjølmiðlar, almennar og
privatar
Allan kapitalin
Tey flestu týðandi fakfeløgini
Tað er ikki hvørsmansføri at
siga nei, tá øll hesi siga jú. Men
- tað var júst tað, sum hendi:
tað gjørdist hvørsmansføri at
seta seg upp ímóti øllum hesum
valdsamboðunum. At sópa
teirra góðu og klóku argument
av borðinum. Fólkið brúkti sítt
gerandisvit og sigraði.
Ikki ivist eg í, at nei-ini í
Fraklandi og Hollandi fara at
hava alstóran týdning fyri
gongdina í heiminum sum
heild. Ikki bara innan fyri ES,
men um allan knøttin. Tí - hvat
var tað, sum fekk fólkið í
hesum londum at siga nei? Var
tað ES-grundlógin? Líkt er til,
at júst ES-grundlógin, sum
málið snúði seg um, hevði
minsta týdningin.
Fólkið slapp á fólkaatkvøðu
og brúkti høvið at vísa sína
ónøgd við mangt og mikið. Við
innanríkisviðurskifti. Við sína
egnu stjórn. Við vantandi
upplýsing um, hvat grundlógin í
roynd og veru goymdi í sær.
Tó tykist tað, sum at fólk
yvirhøvur eru mest ónøgd við
teir vandar, sum hótta tey fram-
komnu vælferðarsamfeløgini í
Vesturheiminum. Tey eru farin
at ivast í, um tað yvirhøvur var
rætt at taka 10 nýggj limalond
upp í ES í fjør. Fingu tey at vita
frammanundan, hvørjar avleið-
ingarnar fóru at verða? Vistu
tey, at tann polski blikksmiðurin
frítt kundi koma vesturum at
arbeiða fyri ta løn, hann fekk í
Polandi, og harvið gera blikk-
smiðirnar í Vesturheiminum
arbeiðsleysar? Og at læknar og
onnur við akademiskari útbúgv-
ing í einum eysturevropeiskum
landi kundu koma vestureftir at
arbeiða fyri tað, vit vanliga
kalla undirløn?
Hvørja ferð, talan hevur verið
um at víðka ES - fyrr EEC og
EF - hava stjórnirnar í lima-
londunum ført tað idealistiska
sjónarmiðið fram, at londini,
sum skuldu koma uppí, skuldu
fáa eitt hækkað livistøðið -
samstundis, sjálvandi, sum tey
gomlu limalondini fingu ein
størri marknað. Hetta var til
dømis argumentið, tá Portugal,
Spania og Grikkaland gjørdust
limir. Og gongdin í hesum
londum hevur verið, at teirra
lønar- og príslega hevur lagað
seg til hana í hinum limalond-
unum. Um tey hava vunnið
nógv størri vælferð, veit eg
ikki.
Hetta sama mundu fólk
halda, at ætlanin var við teim-
um nýggju limalondunum
eystanfyri: at teirra prís- og
lønarlag skuldi laga seg til tað
vestanfyri, og at livifóturin í
hesum fátæku fyrrverandi
kommunistalondunum skuldi
hækkast.
Tað øvugta hendir: virki
vestanfyri flyta sína framleiðslu
eystureftir, tí har er lønin lægri,
og teirra vinningur verður
sostatt størri. Og arbeiðsloysið
vestanfyri verður eisini størri.
Samstundis er kravið frá
kapitalinum (tað er hann, sum
ræður, ikki politiska skipanin),
at skatturin - bæði á einstak-
lingum og vinnuni - skal lækk-
ast, og fyri at tað skal vera gjør-
ligt, má skerjast í vælferðar-
skipanunum, tí ráðini verða ikki
til tær longur.
Lægsti felagsnevnari skal
vera tann ráðandi. Ikki tann
hægsti.
Ei dáni í, um fólkið nýtir
høvið at mótmæla. Politikarar
síggja gongdina - færri arbeiðs-
pláss, økt arbeiðsloysi, túsund-
tals lágløntir innflytarar úr
teimum nýggju limalondunum -
og teir siga bara, at soleiðis
eigur tað at vera. Vit muga
gerast dugnaligari, arbeiða
meira og finna uppá nakað nýtt
fyri at yvirliva.
Kann fólkið vera nøgt við
tað? Stendur Vesturevropa ikki
fyri einari álvarsligari kreppu -
ikki bara búskaparligari, men
eisini einari álitiskreppu millum
borgaran og tey ráðandi?
Tað verða spurningar sum
hesir, ið fara at dominera kjakið
og støðutakanina í ES tey
komandi árini. Og tað kjakið
fer at breiða seg til allar tær
týðandi broytingar, sum henda í
heiminum í dag: til ta totalu
kapitalismuna og globalisering-
ina. Í roynd og veru eru tær
ringu avleiðingarnar, sum ES-
borgarar vestanfyri merkja av tí
víðkaða ES, smáar í mun til teir
vandar, sum tann totala kapital-
isman og globaliseringin skapa.
Tað verður vist uppaftur
meira spennandi at síggja, hvat
hendir í hesum málum, enn tað
var at síggja Sovjetsamveldið
og tey eysturevropeisku londini
hokna saman fyri 15 árum
síðani.
Tað gongur rættan veg
TINGHELLUKLUMMAN
Thomas Arabo
arabo@post.olivant.fo
Globalisering eingin
nýggjheit
Globalisering er ikki nakað
nýtt. Stóra Bretland hevði t.d.
størri handil við útheimin í
1914 sum prosent av brutto-
tjóðarúrtøkuni, enn landið
hevur í dag. Eisini hendu størri
flytingar í arbeiðsmegini í
heiminum í átjanhundraðtalin-
um, enn í farnu øld. Kolonitíðin
skapti, gamaní á ein ivasaman
hátt, ein globalan marknað, ið
vardi til fyrra veraldarbardaga.
Nú síggja vit so aftur eina økta
globalisering. Søgan er góð at
minnast á, so man ikki trýr, at
djúpi tallerkurin er nýupp-
funnin. Hvussu hevði eplið í
síni tíð komið heilt úr Suður-
amerika á hvønn døgurðatallerk
í Føroyum, um talan ikki var
um globalisering?
Eitt er teori..........
At marknaðurin letur seg upp,
og útlendskar fyritøkur sleppa
at bjóða uppá arbeiði í Føroyum
skuldi verið gott fyri føroyingar
- teoretiskt sæð! Síggi, at tað
gerst alt meira vanligt, at
útlendskir arbeiðstakarar gera
arbeiði í Føroyum. Eg kann
nevna undirsjóvartunlarnar. Ikki
tí, hesar fyitøkur duga óviað
síni ting, men hvussu vita vit, at
tær ikki bjóða uppá arbeiði í
Føroyum við útlendskum studn-
ingi í skjáttuni? Vit síggja t.d.,
at útlendskir arbeiðstakarar gera
el-arbeiði í undirsjóvartunnilin-
um. Hvussu ber tað til?
Skandinaviskar fyritøkur hava
ikki lægri løn enn føroyskar.
Uppihaldskostnaður er hægri,
og fyritøkurnar skulu betala tað
sama í MVG og avgjøldum,
sum føroyskar fyritøkur. Eru
tær so bara tað effektivari? Eg
loyvi mær at ivast.
EU studningur
EU letur studning til útjaðaran,
herímillum Norðurjylland, bæði
sum íløgustudning og útflutn-
ingstudning til fyritøkur. Eisini
kunnu skattfrádráttir í ymsum
londum metast sum studningur.
Hvussu vita vit, at hetta ikki er
í myndini, tá fyritøkur bjóða
seg fram í Føroyum og útkon-
kurrera føroyskar fyritøkur?
Skulu vit tosa um kapping, so
mugu vit tryggja, at vøllurin er
beinur, so øll kappast á sama
grundarlagi.
Kappingarráðið
Vit hava hoyrt um pro-forma
sølur í fiskivinnuni. Eg sigi ikki
at sovorðið er í entreprenør-
vinnuni, men hví ikki kanna
allar stórar kontraktir, ið verða
latnar í Føroyum? Ein slík
kanning átti at vitað, um
fyritøkan hevur fingið studning,
so at hon t.d. hevur kunstugt
lágar útreiðslur, og um
grundarlagið fyri at betala
MVG, avgjøld o.s.fr. er gott
nokk. Hetta er meira upplagt
hjá Kappingarráðnum at fáast
við, enn at Kappingarráðið fæst
við fiskivinnupolitikk. Um
føroyskar fyritøkur ikki fáa
arbeiði í Føroyum, vegna
stuðlaðar útlendskar fyritøkur,
so missa tær førleikan og
viðmælini úr heimamarknað-
inum, og so hava tær ongan
kjans at bjóða seg fram utta
nfyri landoddarnar. Tað vildi
verið einvegis globalisering.
Einvegis globalisering?