mikudagur 20. september 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 180 - 20. september 2000
Nr. 180 - 20. september 2000
Viðmerking:
Eg fari beinanvegin at siga,
at tá ið Hanus Kamban sigur
í grein frá 13. september í
bløðunum, og eg siteri:
Sum støðan er í Føroyum
í løtuni, hava listafólk einki
stað, hagar tey kunnu senda
sínar umsóknir, t.e. ongan
virkandi mentunargrunn.
(Sitat endað)
Hetta er ikki satt, tí júst
nú hevur Mantunargrunnur
Føroya Løgtings havt fund
og stuðla fleiri mennandi og
góðum listafólkum! At
Hanus Kamban so ikki hev-
ur fingið nakað frá grunni-
num, ja tað er bara harmi-
ligt! Og Fjølrit er eisini
virkandi
grunnur,
sum
stuðlar!
Nú lastar og niðurgerð
hesin Hanus Kamban alt
virksemi hjá Mentunar-
grunni Føroya Løgtings
seinastu 22 árini, og sigur,
at hann hevur skrivað (cit-
at): so at siga lønarleyst!
Ikki fyrr enn fyri fáum
døgum síðani fekk eg at
vita, at hesin sami Hanus
Kamban er hin sami Hanus
Andreasen, og er mín
spurningur tí til henda
mann:
Hvør hevur onga løn fing-
ið - Hanus Kamban ella
Hanus Andreasen?
So nýtur Hanus Kamban
eitt dømi við júst heiðraða
rithøvundanum
Jóanes
Nielsen, sum verður tikin
fram sum pengamaskina, og
sigur um seg sjálvan livandi
í oyðimørk, og eg siteri: Hjá
mær, eins og hjá teimum
flestu í mínum bólki, er
støðan tann øvuta. (Sitat
enda) Og vit kunnu leggja
aftrat, at støðan hjá Hanusi
Kamban er tann øvuta tí hjá
Jóanesi Nielsen!
Tá ið Hanus Kamban sig-
ur, at eg sum skrivandi mað-
ur livi í somu oyðimørk sum
hann og sama »bólki«, so
skal eg upplýsa mentamál-
aráðharranum, at tað geri eg
ikki! Frá 1994 og til dagin í
dag gav eg 8 bøkur út! So
eg veit ikki, hvønn »bólk«
Hanus Kamban sipar til,
men tað kann hugsast at
verða bólkurin við Hanusi
Kamban, Róa Patursyni,
Ebbu Hentze og øðrum
landskassariknum høvund-
umum í Havn, sum ikki
hava annað at skriva um enn
onnur, sokallaðir limir í Int-
errós?!
Og eg fari eisini at við-
merkja nýggju kunngerðina
til Mentunargrunn, tá ið hon
verður kunngjørd, tí tá
henda nýggja skipan kemur
í gildi, tá verður ikki tespi-
ligt hjá okkum høvundum
sum búleikast uttan fyri
Havnina! Tá ið Hanus
Kamban skal fáa 3 ára legat
úr
Mentunargrunninum
uppá 700.000 krónur, tá
verður ikki nógv eftir í
grunninum at stuðla øðrum
við, tað sigur seg sjálvt!
Nú sigur kanska onkur,
jamen øll skrivandi hava
møguleika at søkja um 3 ára
legat. Men øll hava ikki
møguleika at fáa tað! Tá ið
»bólkurin«
hjá
Hanusi
Kamban kemur framat
nýggja
Mentunargrunni-
num saman við Mentamál-
astýrinum, tá er einki sum
eitur rithøvundur á bygd
longur!
Lesi svarið frá nýggja
mentamálaráðharranum í
Dimmu leygardagin til
henda sama Hanus Kam-
ban, so síggja tit hvønn veg
tað gongur! At ein menta-
málaráðharri orðar seg so-
leiðis á so ódiplomatiskum
støði, sum Torbjørn Jacob-
sen ger, sigur mær sera
nógv! Og eg taki ikki hædd
fyri, at nýggi mentamála-
ráðharrin júst hevur tikið
við starvinum sum lands-
stýrismaður, tí Torbjørn Jac-
obsen veit væl, hvør ætlanin
er við nýggja Mentunar-
grunninum! Seinastu tíðina
hava jú fullveldis skaldini
fingið stórar peningaupp-
hæddir frá landsstýrinum,
og hetta bara stendur við og
versnar so hvørt Mentamál-
astýrið og mentamálaráð-
harrin koma meiri og meiri
inn í mentanina!
Og ikki at gloyma Út-
varps- og Sjónvarpsnevnd-
irnar, sum settar vórðu her-
fyri av táverandi mentamál-
aráðharra og Mentamála-
stýrinum, men sum seinni
vórðu avdúkaðar, tíbetur!
Hetta er fullveldis gongd-
in á mentunarliga økinum,
men henda gongd er ikki
bert galdandi innan fyri
mentan, hetta verður fram-
tíðin á øllum økjum!
At enda fari eg at spyrja
mentamálaráðharran, um
Hanus Kamban hevur gjørt
nakra avtalu við mentamál-
aráðharran um at fáa stróran
fullveldis stuðul, tí soleiðis
er orðaljóðið og andin bæði
í brævinum hjá Hanusi
Kamban og aftursvarinum
hjá
mentamálaráðharra-
num?
Ólavur í Beiti
rithøvundur
Minningarorð um
Regin Henriksen,
Sørvágur
f. 6. mai 1980 – d. 14. mai 2000
Brádliga bórust boð-
ini um bygdina, Reg-
in hjá Dalla varð
deyður. Bert 21 ára
gamal.
Soleiðis byrjaðu
minningarorðini um
beiggja okkara, sum
doyði í 1977.
Aftur í dag standa
vit hjálparleys og
spyrjandi: Hví Regin
okkara Regin! Ja, tað
vardi meg ei, at tað
kundi henda enn einaferð.
Mín hugur er hjá tær Rannvá góða, og mangur man
standa spyrjandi, hví lagnan kann verða so hørð við nøkur,
men einki svar vit finna. Fyrst tín tvillingsbeiggi og nú
tykkar høgt elskaði sonur, sum eisini fekk navnið Regin.
Bert 20 ára gamal.
Nú fýra mánaðir eru farnir, grætur hjarta mítt enn. Mínir
tankar eru hjá tykkum øllum góða Rannvá, Jákup, Beinta
og Dánjal. Tit hava mist eitt tað dýrabarasta, tit áttu.
Regin var ein sera góður og stillur drongur, og var hann
til stóra gleði fyri tykkum og okkum øll, hesa alt ov stuttu
tíð, honum untist at liva. Hugur mín leitar eisini til tín
góða manna og Jóhannes abban.
Tað vóru sera tung boð at frætta, at tú, Regin góði, ikki
var ímllum okkum meira, bert eina viku eftir, at tú hevði
hildið tín 20 ára føðingardag. Tú vart so glaður fyri dagin,
sum mamma tín hevði givið tær, og vit høvdu tað sera
hugnaligt, men at vit ikki skuldu síggjast aftur, mostur og
tú, er ikki til at skilja. Longsulin eftir tær góði er nívandi,
og so tað, at hugsa um tíni kæru, sum eftir sita.
Nú Regin er farin, er mangt og hvat at minnast aftur.
Tað, sum sermerkti Regin var hansara stilla og tolna
lyndi. Altíð góðsligur og trúfastur. Hesir eginleikar góvu
honum nógvar góðar vinir, sum so sára sakna hann í dag.
Eftir at Regin hevði fingið prógv í 10. flokki, fór hann
sum mangur annar unglingi til skips. Sigldi trúfastur 2 ár
við djúpvatnstrolaranum »Vesturskini«. Tað kom skjótt til
sjóndar, at Regin hevði góða sjónatúr og var nærlagdur og
álítandi í arbeiði sínum.
Regin legði framtíðarætlanir sínar og valdi at fylgja fóta-
sporum faðirs síns, og fór í smiðjulæru hjá J. K. Joensen í
Miðvági. Hetta var eitt yrki, sum hann hevði stóran tokka
og hegni til og eitt arbeiðspláss, sum hann var sera glaður
fyri.
Saknurin er so stórur eftir teg góði. Eg tori næstan ikki
at ímynda mær tað tómrúm, sum er í gerandisdegnum hjá
tykkum í Sørvági, men eitt er vist, at tit eiga góð og rík
minnir eftir Regin.
Vita skulu tit Rannvá og Jákup og systkini, at tað eru
mong, sum hugsa um tykkum og taka lut í sorg tykkara.
Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru sorgartíð.
Æra verður minnið um Regin.
Mostur
Eg vil loyva mær at enda við sanginum sum omma Regin,
Brynhild hevur yrkt:
Eydna góð á fold varð givin
mær at ognast heimið gott,
har, hvar góðsemja og blídni
altíð hava valdið átt.
Faðir móðir væl meg vardu
hildu allar sorgir vekk,
so at eg, ta tíð eg livdi,
sum á blómugøtu gekk.
Tit í Harrans hús meg bóru,
lærdu meg at kenna Gud,
og at tann, sum trýr á Jesus,
fær í himli góðan lut.
Tí var lív mítt her ein gleði,
Tryggheit, friður fylgdi mær,
til nú Harrin heim meg kallar,
tí mítt lívsskeið runnið var.
Ongin veit, hvat lívið bjóðar;
kanska fekk eg besta lut,
tí at eg á ungum aldri
sloppin eri heim til Gud.
Deyðans myrkur skjótt fær enda,
og eg síggi dagin, tí
fyri mær ein nýggjur heimur
bíðar aftan fyri ský.
Halló allir býráðslimir.
Nú stundar til kommunuval.
Hóast at tað allarhelst kem-
ur óvart á tykkum, so ivast
vit onga løtu í, at tit eru glað
um hesi boðini tit nú fáa frá
okkum: ” SURPRISE ! Vit
í Foreldrafelagnum ætla
fram til valið hvørja viku
alment at eftirmeta avrik
tykkara á barnaansingar-
økinum. Og hví fara vit at
gera tað? Jú - tí at hesu-
ferð skal barnaansingin
ikki bara verða valagn !!”
Hatta vóru tey góðu tíð-
indini. Tey ringu tíðindini
eru – og lat tað verða sagt
beinanvegin - tað sær ikki
for gott út hjá tykkum.
Hvørja viku fram til valið
skulu vit ymsar síður av
barnaansingartrupulleika-
num, og í dag skulu vit
hyggja nærri at bíðilistu-
num.
Afturlítandi ber til at siga,
at aftaná eitt áhaldandi trýst
frá foreldrum og Foreldra-
felagnum, ásannaðu tit til
endans, at ikki komst utt-
anum at fáa nakrar al-
mennar og objektivar reglur
fyri hvussu børn skuldu
sleppa av bíðilistanum og
inn á stovnarnar. Tit kundu
ikki í longdini liva við eini
rúgvu av frustreraðum og
illum borgarum, sum øll
fortaldu og hoyrdu søgur
um hvussu ein skuldi gera
yvirfyri býráðnum fyri at
fáa sítt barn inn á stovn. Tað
var nokk meiri av møði enn
føði, at tit komu til ta ásann-
ina.
Ásettar
vórðu
megi-
nreglur um bíðilistan, upp-
tøkutreytir og hvussu býráð-
ið skuldi kunnað foreldrini
um hetta. Vónir vóru fyri,
at nú fór at ganga betri við
hesi tænastu mótvegis borg-
arunum – men gakk – har
hendi einki. Grundgeving
býráðsins var tann, at regl-
urnar ikki kundu takast í
brúk fyrr enn eitt serligt
telduforrit varð útvegað.
Býráðið trúði vónandi ikki
uppá eina tekniska loysn á
barnaansingartrupulleika-
num?
Bíðað varð í einum bland-
ingi av tolni og spenningi,
og dagurin upprann eisini,
tá ið telduforritið varð tikið
í nýtslu. Tað var beint undan
summarfrítíðini í ár, og tað
merkti, at tá ið børnini hesa-
ferð
(summarið
2000)
skuldu takast inn á stovn,
so var tað við hjálp av m.a.
hesum telduforriti.
Men vit foreldur og borg-
arar í Havn sóu ongan mun
á mannagongdini, tí at hug-
burður býráðsins til barna-
ansingartrupulleikan
var
einki broyttur – gomul vøra
í nýggjum pakkitilfari. Tí
hvat varð gjørt á hesum
sinni? Akkurát tað sama
sum undanfarin ár.
Í ”nattens mulm og
mørke” vóru brøv send út
til tey foreldur, sum høvdu
fingið børn síni inn á stovn.
Hini – t.v.s. øll tey, ið einki
bræv fingu – løgdu annað-
hvørt postmannin undir at
hava forkomið brævinum
frá býráðnum (býráðið
hevði jú lovað at hesuferð
var heilt víst, at barnið slapp
inn) – ella roknaðu tey út
(einki bræv = einki pláss)
at ei heldur hesaferð varð
nakað pláss til Lítla palleba
ella Lítlu marsonnu.
Og hvat gjørdu vit foreld-
ur so? Jú annaðhvørt ringdu
ella fóru omaná býráðið fyri
at fáa uppklárað hvat var
hent. Men har var eingin at
hitta vegna summarferiu. Ei
heldur á hesum sinni hevði
býráðið dirvi at møta sínum
borgarum, tá ið mest brúk
var fyri tí.
Hvat var í vegin hjá bý-
ráðnum fyri at kunna borg-
arar sínar, soleiðs at sleppast
kundi undan óvissuni og
harvið eisini illum og frustr-
eraðum borgarum? Tær
nýggju reglurnar ásettu at
tað skuldi gerast. Tað kundi
verið lýst í bløðum, útvarpi,
heimasíðuni hjá Býráðnum
og einhvør – óansæð um
børnini sluppu inn ella ei –
átti at fingið eitt bræv við
eini persónligari kunning
um júst teirra støðu. Á tann
hátt hevði býráðið sloppið
undan at altíð at skulla hopa
aftur eftir hali undan sínum
borgarum.
Neyðarbrævið, sum bý-
ráðið hóast alt aftaná sendi
til øll, ið eru uppskrivaði á
bíðilista, um at børnini
sleppa inn á stovn í august
2001 ella 2002, er ein rein
undanførðsla. Tí útsøgn-
irnar í brøvunum, eru ikki
knýttar at veruleikanum,
men er heldur eitt úrslit av
telduforritinum og umboða
ynskitankar.
Tað er ikki nokk hjá bý-
ráðnum at staðfesta, aftaná
at hava vitja eina oljuráð-
stevnu í Stavanger, at ein
komandi oljuvinna fer at
seta krøv til kommunur um
eitt nú eina góða barnaans-
ing, og síðani koma heim
og vóna at trupulleikin
loysir seg av sær sjálvum.
Kanska er orsøkin tann
einfalda, at býráðnum vænt-
ar førleika og dirvi til at
loysa trupulleikan umframt
ein politikk á økinum – ein
politikk, ið verður gjøgn-
umførdur í verki.
Men fallið ikki í fátt góðu
býráðslimir! Vit í Foreldra-
felagnum skulu nokk áhald-
andi minna tykkum á upp-
gávuna, sum er sera einføld:
”Loysið ansingartrupulleik-
an eina ferð med alla”.
Hetta var tað vit høvdu at
frambera í hesum umfari -
„We’ll meet again“
Høgni í Stórustovu
Vinarliga Foreldrafelagið
P.s. Í næstu viku ætla vit at
fara at hyggja nærri at av-
gerð tykkara um discount-
barnaansingina, sum tit á
ótrúligan hátt hava rótað
tykkum út í. Uha – tað sær
heldur ikki for gott út við
tí.
Kamban, penganeyð, viðurkenning og lygn
Opið bræv til Tórshavnar Býráð
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Ta› var rættiliga
har›ført nor›an fyri
mánakvøldi›. Fleiri
ska›ar hendu, serliga
har skri›ur lupu
Ein skri›a stongdi mánakvøldi›
Elduvíkarvegin. Vegurin var stongd-
ur eina løtu, men skjótt var koyrandi
aftur.
Skri›an leyp úr fjallinum og fór
heilt á sjógv. Menn frá Landverkfrø›-
inginum fóru beinanveg til arbei›is
fyri at fáa lati› uppaftur, og ta› var
hampiliga skjótt, at koyrandi var›
aftur.
T‡sdagin vóru teir í gongd vi› at
rudda, solei›is at millum anna› bil-
verjan, sum farin er, eisini kann
gerast aftur.
Eisini í Oyndarfir›i var stórt
skri›ulop, sum byrgdi vegin av. Hetta
lopi› var væl størri enn ta› á Eldu-
víkarvegnum, siga teir hjá Landsverk-
frø›inginum.
Í Nor›urstreymoy vóru eini fleiri
lop. Á Víkar- og Tjørnuvíkarvegnum
lupu skri›ur. Og í Saksun var rætti-
liga umfatandi lop. Har hendi eisini
størri ska›ar á br‡r og úthús, eins og
nógvur bøur liggur undir í runu og
gróti.
ej
Kunningarfundur
um vistfrø›iliga
framlei›slu var
t‡sdagin á Búna›-
ardeplinum í
Kollafir›i. Sagt
var› frá ymsum
møguleikum innan
vistfrø›iligan
landbúna›
Edvard Joensen
Kollafir›i: Føroyingar eiga
at gera meira vi› vistfrø›i-
liga
framlei›slu,
halda
summir búna›armenn. Eis-
ini í Føroyum eigur at ver›a
gjørt meira vi› hesa fram-
lei›slu.
Vistfrø›iligur landbúna›-
ur er stutt og greitt at brúka
ta›, natúran gevur. Vanlig
tø› heldur enn handilstø›
og so framvegis.
A›rasta›ni
ver›ur
alt
møguligt dyrka› vistfrø›i-
ligt. Til dømis var› bo›i›
vistfrø›iligt kaffi á kunning-
arfundinum.
Ta› er eitt felags útnor-
rønt samtak, sum stendur
fyri hesi kunningarverkætl-
anini, sum nú er farin í
gongd. Nora (Nordisk At-
lantsamarbejde)
stu›lar
verkætlanini.
Meginfelag
Búna›ar-
manna, MBM, hevur tiki›
stig til tiltaki›. Eirikur Tor-
valdsson, stjóri í MBM,
seg›i, at ta› var eftir fyri-
spurning, at MBM yvirhøv-
ur fór undir at arbei›a vi›
evninum.
Onnur lond hava fastan
málsetning
fyri,
hvussu
nógva vistfrø›iliga fram-
lei›slu, tey skulu hava. Før-
oyingar hava einki, seg›i
hann. Ta› var ikki nóg gott,
var› mett, og tí er MBM
fari› upp í hetta samstarvi›,
sum nú er fingi› vi› Ísland
og Grønland.
Gunnar Á. Gunnarsson
stjóri á Íslendska kanningar-
stovninum TÚN, seg›i, at
ta› er heilt natúrligt, at før-
oyingar,
íslendingar
og
grønlendingar ganga saman
um hesa verkætlanina. Hesi
londini hava
vi›urskifti,
bæ›i landbúna› og onnur,
sum líkjast rættiliga nógv.
Vit eiga at ásanna, at vit
eru lítil í altjó›a høpi og ikki
ganga so nógv eftir nøgd
heldur enn eftir dygd.
Vit brúka luttvíst minst
líka
nógv
kunsttø›
og
sproytuevni,
sum
onnur
lond. Men vit standa langt
aftan fyri eyropeisku lond-
ini, tá talan er um vistfrø›i-
liga framlei›slu, Og ta›
kunnu vit ikki lata sita á
okkum, helt hann.
Vit standa fyri vaksandi
innflutningi a›rasta›ni frá,
seg›i Gunnar Á. Gunnars-
son. Har er nógv vistfrø›ilig
vøra ímillum. Og brúkarin
gerst alt meira tilvitandi. So
skulu vit vera vi› í tí kapp-
ing, sum her ver›ur, er
ney›ugt, at vit eisini dyrka
okkara egnu vistfrø›iligu
vørur.
Men ta› stendur heldur
ikki so heilt illa til vi› vist-
frø›ini í Føroyum kortini.
Tann føroyska landbúna›-
arvøran,
føroyingar
eta
mest, er kanska sey›akjøt.
Og ta› er sanniliga vist-
frø›iligt,
helt stjórin á
Royndastø›ini, Peter Haahr.
Verri stendur til vi›
mjólkini,
helt hann,
og
ásanna›i, at har er ney›ugt
at gera naka› skjótt, um vit
ynskja at selja vistfrø›iliga
mjólk.
Spurningurin er so bara,
hvat brúkarin ynskir, og her
skal vinnan eisini vera vakin
og duga at síggja, hvat
markna›urin vil hava.
Aftur til
ta› natúr-
liga
Bjørn Patursson er føroyskur limur í arbei›sbólkinum, sum kunnar um vistfrø›iligan landbúna›
Mynd: Edvard Joensen
T‡sdagin vóru menn hjá
Landsverkfrø›inginum og rudda›u eftir
skri›ulopi á Elduvíkarvegnum
Mynd: Edvard Joensen
Illve›ur nor›anfyri