Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 180 - 20. september 2000 Nr. 180 - 20. september 2000 – Nú er skúlin so li›ugur, og vit kunnu ikki anna› enn sta›festa, at her er høgt til lofti› og vítt til veggja seg›i skúlastjórin, sum eisini hev›i rokna› út, at ta› er f‡ra fer›ir so nógv pláss á n‡ggja skúlanum sum á tí gamla, sum eisini var› vor›in ótí›ar- hóskandi. Ey›bjørg Dalsgaard tók leyg- ardagin vegna alt bygdafólki› ímóti n‡ggja skúlanum Jan Müller Leygardagin var› skúlin og samkomuhúsi› á Velbasta› tiki› alment í n‡tslu. Á eini samkomu fyri bygdarfólki og almennum umbo›um handa›i bygdará›sforma›- urin Annfinn Brekkstein tí n‡ggja skúlastjóranum, Ey›bjørg Dalsgaard lykilin til n‡ggja skúlan. Undan tí hildu umbo› fyri lands- st‡ri› og skúlamyndugleik- ar rø›ur, og kóri› í sóknini setti sín serstaka dám á há- tí›arløtuna vi› at syngja Fedranna talu og Nir›i á stø› undir lei›slu av Fró›a Sandoy og vi› klaverfylgi- spæli hjá Stamen Stantchev. Eisini spældu Steinum Fr‡- dal klaverstykki og Sigri › Dalsgar› stykki fyri violin. Undir hátí›arhaldinum handa›i næstforma›urin í Føroya Lærarafelag, Petur Sigurd Rasmussen skúlan- um gávu frá felagnum og ynskti hann bygdarfólkin- um og teimum, sum skulu vera um skúlan, gó›an byr. Heri Joensen, sóknar- prestur hugleiddi um síni fyrstu skúlaár í Svínoy og helt annars fyri, hvussu t‡dningarmiki› ta› er at vilja og taka vi› broytingum og metti hann nettupp n‡ggjan skúlan sum dømi um broyttar tí›ir og umstø›- ur. Hann ynskti øllum gó›a eydnu og vælsigna›i n‡ggja skúlan. N‡ggjur skúlastjóri Ey›bjørg Dalsgaard, skúla- stjóri tók ímóti skúlanum. Frá bygdará›sforma›urin fekk hon blómur og lykil. Sjálv kom hon til sóknina at undirvísa um somu tí›, sum útgrevsturin fór í gongd. – Nú er skúlin so li›ugur, og vit kunnu ikki anna› enn sta›festa, at her er høgt til lofti› og vítt til veggja seg›i skúlastjórin, sum eisini hev›i rokna› út, at ta› er f‡ra fer›ir so nógv pláss á n‡ggja skúlanum sum á tí gamla, sum eisini var› vor›- in ótí›arhóskandi. Tó duldi hon ikki fyri, at ta› vóru tey, sum høvdu ringt vi› at sleppa gamla skúlanum, ha›ani so mong gó› minni eru frá gjøgnum mong mong ár. – Vit hava fingi› ein n‡ggjan og gó›an skúla og skulu nú til at brúka hann til fulnar seg›i Ey›bjørg Dals- gaard og takka›i fyri skúl- an. Á skúlanum koma at ganga 28 børn. Har eru tvær vanligar skúlastovur og ein stórur salur. Eisini kjallarin er innrætta›ur. Umframt at brúka stóra og rúmliga bygningin til skúla skal hann eisini brúk- ast til ymisk mentanarlig tiltøk, samkomur so sum brúdleyp, fø›ingardagshald ol. Nú fólkataki› í sóknini er vaksandi, n‡ggj sethús ver›a bygd á hvørjum ári, og fleiri børn ver›a fødd, so kemur ta› eisini sera væl vi› hjá bygdafólkunum at fáa slíkt stórt høli sigur Annfinn Brekkstein, bygda- rá›sforma›ur, sum heldur møguleikarnar ver›a óav- marka›ar vi› n‡ggju húsun- um. Um arbei›i› Um byggingina er annars at siga: Fyrsti fundurin um n‡ggja skúlan var í 1997. Arbei›i› byrja›i ári› eftir, og skúlin stó› li›ugur til skúlaári› 2000. Skúlin hev- ur kosta› 6,5 mill. kr. Hann er 450 fermetrar til støddar. Arkitektur er Teknistovan hjá Albert Isfeld. Arbei›s- takarar hava annars veri›: Hans Wilhelm Lützen, jør›- arbei›i, Búsetur, betong-, kloakk-, timbur-, snikkara-, málara- og múrararbei›i, Hans Dam, VVS og ventila- tión, John Egholm, elar- bei›i, Litaval, gólválegging og gardinur, Farodane, inn- búgv. Undirarbei›stakarar hava veri›: BSV, snikkara- arbei›i, Uni Zachariasen, málaraarbei›i og Leif Jen- sen múraraarbei›i. Uni Pat- ursson hevur veri› verk- frø›ingur. Mikkjal Jacobsen hevur havt byggilei›sluna um hendi. N‡ggjur skúli og samkomuhús Annfinn Brekkstein, bygdará›sforma›ur handar Ey›bjørg Dalsgaard, skúlastóra lykilin til n‡ggja skúlan Skúlastovurnar eru gó›ar og rúmligar. Mynd: jan Mynd: jan Kommunur vi› skerdan lut Kirkjubøar komm- una hevur mist slaka hálva mill. kr. í verandi fíggjarári, sum skuldi veri › landskassans part- ur av barnaansing- ini seg›i Annfinn Brekkstein á sam- komuni fyri n‡ggj- an skúlan á Velba- sta› í farnu viku Jan Müller Hann vísti á, at nú komm- unan leggur stóran dent á at reka ein varnan fíggj- arpolitikk, kom ta› sera dátt vi› hjá kommununi, at landi› leg›i barnaans- ingina út til kommunurnar vi› so stuttum skotbrái, at kommunan ikki fekk stundir til at laga seg til broyttu umstø›urnar. Hetta kom at hava vi› sær, at menningin, sum hevur veri› á barnaansingarøki- num, fer at minka, og kann hava vi› sær, at kommunan fær minni inntøkur, av tí at foreldrini ikki sleppa til arbei›is. Bygdará›sforma›urin vísti á skeivu gongdina, har ta› almenna hevur havt tungt vi› at vi›ur- kenna sær ta fullu ábyrgd- ina av børnunum, teimum gomlu og teimum brek- a›u. Hann helt fyri, at so hvørt sum demokratiser- ingin av samfelagnum er sligin ígjøgnum, hava kommunurnar fingi› fleiri og fleiri uppgávur at røkja, og ein av teimum t‡dningarmestu er fólka- skúlin. Me›an krøvini til teir fyrstu skúlarnar ikki vór›u so stór, so er ø›rvísi í dag, har lagt ver›ur upp til broyttar arbei›shættir hjá næmingum og lær- arum. Annfinn Brekkstein minti á, at vit føroyingar liva ikki longur eina av- byrgda tilveru. – Vit vilja taka aktivan lut í fram- bur›inum kring okkum og ein fyritreyt fyri hesum frambur›i er, at okkara skúlaverk fær hægstu ra ›- festing. Tí mugu skúla- lógirnar stø›ugt lagast til n‡ggju krøvini, og mynd- ugleikarnir mugu gera sítt fyri at teir ytru karmarnir eitt nú skúlabygningar og ambo› eru hóskandi. Bygdará›sforma›urin vísti sí›ani til n‡ggju fólkaskúlalógina, sum leggur upp til n‡ggjar lærugreinir og at integrera telduna í undirvísingina. – Skúlin skal kunna skapa líkindi fyri, at næming- arnir fáa uppliving og virkishuga, so teir fáa hug at læra. Teir skulu kunna venja síni evni til sjálv- stø›uga meting, so at teir kunnu vera vi› til at taka avger›ir í einum demo- kratiskum samfelag. Inni- haldi› er ta› t‡dningar- mesta fyri børnini, men teir ytru karmarnir hava avger›andi t‡dning fyri, at bæ›i næmingar og lær- arar skulu kenna sær væl og fáa sum mest burturúr. Verandi tilfeingispolitikkur stríðir ímóti javnstøðurætti borgaranna, tí rættindini verða latin einstøkum úr- valdum borgarum, uttan at teir gjalda fyri hendan rætt. Tilfeingispolitikkurin darv- ar eisini búskaparumhvørv- inum, tí kappingin um at- gongd til hendan eksklusiva rætt, avloysir kappingina um mest effektiva vinnu- liga raksturin. Tað er so ymiskt, sum lond í heiminum eru væl- signað við náttúruríkidømi. Nøkur hava so at siga einki av gávum frá náttúrunnar hond, meðan onnur mest at kalla sigla oman á keldum av flótandi ella føstum nátt- úrutilfari við øðiligum søl- uvirði. Men henda signing frá náttúrunnar hond er ikki al- tíð komin so væl við. Kann- ingar av búskaparstøðuni í heimsins londum, flokkað eftir hvussu nógv tey hava av náttúrutilfeingi, vísa, at tey klára seg ikki betur — ja, kanska heldur verri enn onnur við minni náttúrutil- feingi. Eyðvitað er tað so, at summi lond, sum hava nógv tilfeingisríkidømi, eru sera rík. Men tað er eisini so, at summi lond, sum hava nógv tilfeingisríkidømi, hava lág- an búskaparvøkstur og standa seg illa í altjóða kapping um marknaðir. Uttan at fara djúpri í gen- erellu orsøkirnar, er tað eina messu vert at líta beinleiðis at okkara egnu støðu. Til- vildin hevur rúgvað ikki so heilt lítið av vælsignilsum í okkara hendur: • fiskiríkidømi, sum hvørt ár gýtur nýggjar árgangir til okkum at veiða • vælhóskandi fjarðaum- hvørvi til aling av fiski • og møguliga eisini keldur av kolvetnistilfari í undir- grundini Serrættindini uttan grundleggjandi heimildir Har ið áður var óhindrað atgongd til hesi tilfeingi, hava myndugleikarnir av- marka atgongdina. Til døm- is kundi hvør tann sum vildi kasta snøri, seta línu ella skjóta trol í føroyskum sjógvi inntil fyri fáum árum síðan, men í dag hava nakrir fáir føroyingar fingið hend- an rættin tillutaðan burturav, meðan allir aðrir eru hindr- aðir at reka sama virksemi. Støðan er tí tann, at náttúr- uríkidømi í føroyskum øki, er latið nøkrum úrvaldum borgarum til nýtslu, uttan at teir gjalda afturfyri hendan rættin. Tað vísir seg, at borgar- arnir hava sera ilt við at góð- taka, at ein, sum hevur fing- ið tillutað ein fjørð at ala fisk á, ella ein annar, sum hevur fingið tillutað loyvi til fiskiskap, selja síni rætt- indi fyri miljónaupphæddir. Hetta er tað sama, sum so mangan hevur fingið ilt í íslendingar: at rættindini verða handlað í miljónum, sum knappliga meira sjón- liga vísa, at tað almenna hevur dugnað nøkrum úr- valdum borgarum. Tað er ikki í samsvari við grundleggjandi rættin hjá borgarunum, at tilfeingis- ágóðin fellur nøkrum fáum borgarum í lut. Tey flestu vildu nokk hildið tað verið misrøkt av almennum peng- um, um landsstýrið gav pri- vatfólki brúksrættin til rent- una av peningi, ið lands- kassanum hevur innistand- andi í Landsbankanum. Men tað er júst hetta, sum fer fram, tá landsstýrið ó- keypis letur privatfólki brúksrættin til „fólksins ogn“, t.e. tilfeingið sum til dømis oljuøki, fiskastovnar og alifirðir. Eingin munur er á hesum politikki og at geva privatum brúksrætt til rentuna av teim pengum, sum landskassin hevur á bók í bankum og aðrastaðni. Í báðum førum er talan um at virðisøkingin av einum tilfeingi, sum er „fólksins ogn“, verður latin meira ella minni tilvildarliga valdum privatpersónum fyri einki. Effektiviteturin minkar Fleiri aðrir spurningar hava eisini týdning, og av teim- um er tað serliga spurning- urin um búskaparliga skilið í burturlutingini av náttúru- ríkidøminum. Tilfeingisrentan er tað í- bornað virðið, sum liggur í nátturutilfeinginum, áðrenn mannahondin er komin at tilfarinum. Tað kann vera gull, kol ella kelduvatn í fjallinum, olja ella annað kolvetni í grundtilfarinum, hóskandi firðir við vatnút- skifti til aling ella tilvøkst- urin í fiskastovnunum í føroyskum sjógvi. Atgongdin til hetta ríki- dømi er vinnuliga meira vert enn atgongdin til aðra vinnu. Byrjar tú vinnu sum húsasmiður, skalt tú, um- framt amboð, keypa timb- urtilfarið, um tú skalt byggja eini hús at selja við vinningi. Ert tú handilsmað- ur mást tú, umframt høli og amboð, keypa vøruna, tú skalt selja øðrum við vinn- ingi. Hevur tú eitt flaka- virki, mást tú, umframt virki sjálvt og maskinur, keypa fiskin til virkingar, so tú kanst selja við vinningi. Men fert tú undir fiskiskap nýtist tær bara amboðini. Tær nýtist bara skipið og útgerð. Fiskin sjálvan fært tú fyri einki, hóast hann á so mangan hátt er samfel- agslig ogn. Hetta hevur við sær, at vinningurin av fiskiskapi er partvíst ein virðisøking av sjálvum tí arbeiðinum at reka fiskiskap, men partvíst er vinningurin eitt íkast av virðinum av sjálvum til- feinginum. Tí er søga menniskjunnar í so mangar mátar ein søga um bardagan fyri rættinum til gullnám, oljuøki, vatngoymslur og fiskigrunnar. Har einstakir úrvaldir borgarar fáa rættin til at troyta náttúrutilfeingi tillut- aðan, er ein standandi kapp- ing um at sleppa fremst í røðina, tá tillutingin fer fram. Munandi annaðleiðis hevði støðan verið, um tað stóð fleiri reiðaríum í boði, at fáa tillutað loyvi til eitt ávíst dagatal, alt eftir hvat ið teir kundu bjóða fyri tað í pengum. Tá høvdu fiski- dagarnir fallið teimum reið- aríum í lut, sum á bíligasta hátt kundu rikið fiskiskapin. Í einum samfelag, har ein- stakir úrvaldir borgarar fáa rættin tillutaðan, til at troyta náttúrutilfeingi, verður kap- italur í alt ov stóran mun rikin yvir í troytingina av náttúrutilfeinginum, eins og Viðmerking: Tilfeingispolitikkurin er órættvísur og darvar búskaparumhvørvinum arbeiðskraftin eisini verður tað. Mangan verður spurt um hví aðrar vinnur ikki í størri mun taka seg upp í Føroy- um. Orsøkin er millum ann- að at finna í akkurát hesum. So leingi tað eru vinnur, sum geva serligt avkast frá náttúrutilfeinginum aftrat sjálvum vinnuliga rakstri- num, so draga tær kapital og arbeiðskraft til sín, meira enn neyðugt er. Seldi tað almenna rættin til náttúruríkidømi, høvdu vit lagt frægastu grundina undir, at nýggjar vinnur kundu alt bæði kapital og arbeiðskraft at sær. Sum er, loysir tað seg ofta best at leggja kapitalin í tilfeingisv- innuna, tí har væntar tú eitt eyka íkast frá náttúrutil- feinginum, hóast tað sakt- ans kann hvørva júst tí at ov mikið av kapitali flokk- ast um júst ta vinnuna. Tað loysir seg betur at skaffa sær tjans við einum góðum báti enn at fáa sær eina útbúgv- ing ella royna seg sum slóð- brótara í nýggjum vinnum. Gjald fyri atgongd til tilfeingi Fiskidagaskipanin hjá okk- um hevur gildi í eitt av- markað áramál, og vit hava bæði høvi og átroðkandi or- søkir til at taka málið upp- aftur til viðgerðar, áðrenn vit staðfesta eina nýggja skipan av fiskivinnupol- itikkinum. Somuleiðis eiga vit at taka allan annan til- feingispolitikk til viðgerðar av nýggjum, í samsvari við nakrar aðalreglur, sum sam- svara grundleggjandi rætt- lætiskenslur og samfelags- gagnlig aðalmál. Tað eigur ikki at bera til hjá tí almenna at geva rætt- indi burtur, sum hoyra øll- um samfelagnum til, uttan at tann, ið fær atkomumøg- uleikan til rættindini, letur eitt gjald afturfyri, sum á onkran hátt svarar til virðið á tí, hann hevur fingið. Hetta eigur at vera galdandi í fiskiskapi, kolvetnismál- um, atgongd til vinnuliga nýtslu av vatni, sjógvi, jørð og øðrum, sum av náttú- runnar ávum er lent í føvn- inginum á fólkinum, sum her býr. Samfelagið alt skal hava gagnið Kenda náttúruríkidømið, sum kann geva búskaparligt íkast, er vaksið munandi um okkara leiðir seinastu árini. Hóskandi alisjógvur fekk nústaðni búskaparligt virði fyri fáum árum síðani. Kol- vetni so sum olja og gass eru beint nú vorðin ein møguleiki, sum vinnuligur rakstur nú er í. Fiskur hevur verið tað í øldir, meðan jørðin hevur verið minkandi í tign í langa tíð. Sum tøknin vinnur fram, ella kanska so hvørt sum nøgdin av øðrum tilfeingi minkar ella gerst dýrari, kunnu nýggjar keldur koma undan kavi, sum hava bú- skaparligt virði. Hvør eigur so av røttum at fáa gagnið av ríkidømi- num, sum er um okkara leiðir? Tað eigur samfelagið sum heild. Vit skulu ikki bara syrgja fyri at borgararnir all- ir hava sama rætt til at fáast við tilfeingisvinnu, vit skulu eisini lata atgongdina til til- feingi fyri tann prís tað til eina og hvørja tíð hevur. Til at tryggja at prísurin er tann rætti, er kapping á jøvnum føti um atgongdina oftast tann rætti mátin. Atgongdin til fiskiskap, aling og olju- keldur eigur at verða seld tí, sum kann lata mest fyri atgongdina, so at restin av samfelagnum fær sum mest í sín part fyri ognarrættin til ríkidømið. Hetta er higa- rtil ikki gjørt í nøkrum av tilfeingisvinnunum — fisk- iskapi, alivinnu ella olju- vinnuni. Jóannes Jacobsen og Hermann Oskarsson Minningarorð um Borghild Kristiansen f. 1/2-1914 – d. 22/12-1999 Góða mamma, omma og vermóður. Tað er so svárt at fata, at tú ikki ert ímillum okkum longur. Tú vart gott nokk gomul, 85 ár, men í sinni ung. At tú ert farin frá okkum er so ringt at skilja. Hvønn dag rokna vit við, at tú, við tínum blíða brosi, trínur inn um dyrnar. Okkum leingist so nógv eftir tær. Vit tosa so ofta um teg. Tað er sum um genturnar ikki hava fatað tað enn. Góða mamma, tað, ið ger tað lættari hjá mær at koma víðari, eru tey góðu minni, ið eg havi eftir teg og babba, so rík uppá kærleika og erligheit; altíð vóru tit har fyri meg. Síðan mínar gentu og Jón – altíð klár at hjálpa har ið tit kundu. So rík og góð minni fara vit altíð at goyma í okkara hjørtum. Eisini hevur Havnin mist eina av sínum býarmyndum, altíð vart tú at síggja í býnum. Var ein konsert, eitt sangkór, so vart tú og lurtaði, var ein sjónleikur ella ein framsýning, so vart tú har – øllum tí mentanarliga fylgdi og stuðlaði tú. Møtti eg fólki, so vendi snakkið sær altíð ímóti tær, øll róstu tær og spurdu eftir tær, altíð ein heilsan við heim til tín. Tað sást eisini í kirkjuni, tað vóru so nógv fólk og fylgdu tær til títt seinasta hvíldarstað. Tað fløgur eisini okkara hjørtu – og hjálpir okkum at koma víðari fram í lívinum. Góði Jón, eisini ein serstøk tøkk til tín, sum gjørdi tað møguligt at hava bæði míni gomlu foreldur heima so leingi. Tað hevði eg ikki kunnað klárað einsamøll. Tað er nokk eisini eitt serligt menniskja, sum ofrar seg so nógv sum tú, túsund takk. Friður veri yvir minnini um tykkum, góðu mamma og babba. Elin