týsdagur 7. juni 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 7. juni 2005
5
Fólk grótu illa
Konsertin
við
Eivør
Pálsdóttir, Guðrun Sólju
Jacobsen og Lenu And-
ersen í Keypmannahavn
í vikuskiftinum var stak
væleydnað.
Tá tær tríggjar hav-
frýrnar
endaðu
kon-
sertina, við saman at
syngja Blómuna hjá Poul
F. Joensen og Hanus
Johansen, grótu fólk í
salinum. Vakurleikin var
so fullkomin.
Guðrun legði fyri við
at spæla eitt akkustiskt
sett, síðan spældi Eivør
eitt akkustiskt sett og
áðrenn fari varð til hálv-
leik, spældi Lena somu-
leiðis akkustiskt.
Tá steðgurin var av,
spældu songkvinnurnar
aftur í somu raðfylgju,
men hesa ferð við rav-
magnsljóði.
Tá Lena endaði sín
part, komu Guðrun og
Eivør eisini á pallin, og
saman sungu tær um
blómuna hjá Poul F.
Joensen.
nud
Koyrdi ov skjótt,
fullur og uttan
koyrikort
Klokkan hálvgum trý
leygarnáttina tók løg-
reglan í Havn ein mann
fyri at koyra ov skjótt.
Ferðin var so høg, at
koyrikortið hevði rokið.
Hann hevði tó einki
koyrikort, og var harum-
framt ávirkaður av rús-
drekka.
-nud
Rendi á ein garð
Eitt lítið ferðsluóhapp
hendi í Havn fríggja-
kvøldið við Landavegin
og Fr. Petersensgøtu, tá
ein bilur rendi á en vegg.
Bilurin fór nakað, men
eingin
mannaskaðið
stóðst av óhappinum.
Hvørki rúsdrekka ella
ferð var orsøkin.
-nud
10 koyrdu uttan
belti
Í Vágsbotni kannaði
løgreglan fyri trygdar-
belti. Kanning varaði í
ein tíma og 14 fólk fingu
bót. 10 fyri ikki at koyra
við trygdarbelti, onkur
tosaði í fartelefon og
onkur hevði lyktafeil.
-nud
Klagaðu um
harðan tónleik
Stutt eftir kl. 23.00
fríggjakvøldið
varð
klaga um harðan tónleik
í miðbýnum í Havn.
Men tað varð Mentanar-
nátt og neyðugu loyvini
vóru til tiltakið. Tón-
leikurin steðgaði á mid-
nátt, so løgreglan gjørdi
ikki stórvegis við málið.
-nud
Ísfiskatrolarin Mýl-
ingur, sum 2. hvítu-
sunnumorgun varð
ásigldur av grøn-
lendska rækjutrolar-
anum Salleq, er ikki
longur í føroyska flot-
anum
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Skipið er selt til spaniu-
menn, men verður skrásett í
Onglandi. Mýlingur fór av
Havnini klokkan 20.00
fríggjakvøldið á veg til
Spania á skipasmiðju við
trimum føroyingum um-
borð.
Verður umvælt
í Spania
Holið á skrokkinum á skip-
inum er tett á Skipasmiðj-
uni í Havn, og nú verður
skipið umvælt í Spania.
Seinni fer Mýlingur til
fiskiskap í enskum sjógvi.
Keypararnir
eru
teir
somu, sum ætlaðu at keypa
Mýling, áðrenn hann varð
ásilgdur. Teir vóru á veg til
Føroyar at avgreiða søluna,
tá óhappið hendi.
Tað er meklarafyritøkan
MARETEC á Argjum, sum
hevur staðið fyri søluni.
Aksel Hansen útgerðar-
maður hjá P/F Kimbil
sigur, at felagið leitar eftir
einum hóskandi skipi at
avloysa Mýling.
Felagið eigur framman-
undan loyvið hjá Stremb-
ingi, og ætlanin er at leggja
hetta loyvið saman við
loyvinum hjá Mýlingi. So
nú verður leitað eftir einum
skipi, sum passar í stødd og
maskinkraft, at røkja sam-
anlagda loyvi.
Aksel Hansen sigur, at
teir ongar ætlanir hava um
at gevast, hóast útlitini hjá
fiskivinnuni eru døpur í
hesum døgum. Aksel Han-
sen vil ikki siga tann ná-
greiniliga søluprísin fyri
Mýling, men sigur, at fe-
lagið er komið hampiliga
væl burturúr hesum.
Barnasjónleikarastev
nan var í Havn um
vikuskiftið, og hon
eydnaðist serstakliga
væl, siga fyrireikarar-
nir. Allar tær 11 sýn-
ingarnar vóru stak
væl vitjaðar
BARNASJÓNLEIKARA-
STEVNA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eini 150 børn tóku lut í
barnasjónleikarastevnuni.
Ikki færri enn 11 leikir
vóru framførdir, og fram-
førslurnar vóru bæði innan-
dura og uttandura. Børnini
løgdu til brots leygarmorg-
unin klokkan níggju, og
síðsti leikurin var ikki lið-
ugur fyrr enn um klokkan
trý seinnapartin leygar-
dagin.
Vaksandi áhugi
Birita Mohr hjá MÁF sigur,
at sjónleikarastevnan eydn-
aðist serstakliga væl. Tað
hevði nógv at siga, at
veðrið var til vildar, tí um
tað regnaði, hevði tað ikki
hepnast so væl við útileik-
unum. Men júst tær løtur, tá
ið útileikir vóru á skránni,
var veðrið til vildar, og
sólin kagaði fram, greiðir
Birita Mohr frá.
Eitt av endamálunum við
barnasjónleikarastevnuni er
at fáa sjónleik til at verða
ein partur av undirvísingini
í fólkaskúlanum. Undan
stevnuni var skriv sent út til
allar skúlar í Føroyum, har
teir vóru bjóðaðir til at taka
lut í stevnuni. Tíverri var
áhugin ikki so stórur, tí
einans tríggir skúlar vóru
umboðaðir. Børn úr skúl-
anum í Nólsoy framførdu
ein leik, ein bólkur úr
Kommunuskúlanum í Havn
framførdi ein leik, og eisini
var ein framførsla hjá børn-
um í Rituvíkar skúla.
Birita Mohr sigur, at tað
vísir seg at verða ógvuliga
trupult at fáa skúlarnar at
nýta sjónleik í undirvísing-
ini. MÁF hevur bjóðað seg
fram til at hjálpa til við
undirvísingini, men hesum
hava myndugleikarnir takk-
að nei til.
Hinvegin kunnu tey í
MÁF fegnast um, at tað er
ein vaksandi áhugi millum
børn fyri at spæla sjónleik.
Av teimum ellivu leikun-
um, ið vóru framførdir á
stevnuni leygardagin, vóru
teir átta framførdir av næm-
ingum á ávíkavist Sjón-
leikaskúlanum í Sjónleik-
arahúsinum og Drama-
verkstaðnum hjá Hjørdis
Johansen.
– Tað er stórur áhugi
millum børn fyri at spæla
sjónleik, og tað er langur
bíðilisti at sleppa at ganga á
báðum skúlunum, sigur
Birita Mohr, sum heldur, at
framtíðin hjá sjónleikinum
í Føroyum sær bjørt út.
Høvdu sjálv bæði
skrivað og sett upp
Næmingarnir á sjónleika-
skúlunum fáast ikki bert
við at spæla sjónleik. Ein
stórur partur av undirvís-
ingini snýr seg eisini um at
gera leikir, t.v.s. bæði at
skriva leikir, seta upp og
gera búnar. Hetta hava
børnini eisini gjørt, og tí
vóru fleiri av leikunum, ið
vóru framførdir leygardag-
in, skrivaðir av næmingun-
um sjálvum. Eisini hevði
onkur
næmingur
eisini
sjálvur smíðað ein sang til
onkran av leikunum.
Barnasjónleikarastevnan
er á skránni annaðhvørt ár.
Mýlingur seldur til Onglands
Børnini spældu fyri fullum húsum
Seinasti leikurin leygardagin var "kuffertið", sum børn úr Dramaverkstaðnum framførdu í Grasagarði. Sum sæst á myndini var
heilt nógv fólk og hugda at leikinum.
Mynd: Terji Nielsen
Í sambandi við allar
framførslurnar vitjaði hesin
klovnurin tey støð, har
framførslan var.
Mynd: Terji Nielsen