Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 105 - 7. juni 2005 Ovfarnir sveisarar Fótbóltskrýddir sveisar- ar hava um vikuskiftið fylt nógv í býarmyndini í Havn. Leygarmorgunin hitti Sosialurin nakrar teirra, Teir vóru ovfarnir av tí nógva lívinum, sum var í býnum í fríggjakvøld- ið. Teir fegnaðust serliga um útikonsertina í Gamla kommunuskúla- garðinum og um Café Nattúr, sum teir søgdu vera eitt fantastiskt stað -nud Nýggj urga í kapellinum Kapellið í kirkjugarð- inum við Velbastaðvegin í Havn hevur fingið nýggja urgu. Talan er um eina Content D 4330 úr ljósari eik. Simme Musikkhús hevur selt urguna Urgan ljóðar framúr væl, og eingin ivið er um, at tørvur hevur ver- ið á henni. Sambært Tórshavnar kommunu hevur gamla urgan tænt fyri seg, og nógvir trupulleikar vóru við henni. Ætlanin um at skifta urguna er gomul, og endiliga er urgan komin. Hetta er fyrsta stig í teimum nýtímans- gerðum og umvæling- um, sum Tórshavnar kommuna ger í Kapell- inum í næstum. nud Martin Joensen við orkestri á MjúS Kanska størsti føroyski sangskrivarin, Martin Joensen, verður at hoyra á MjúS festivalinum á Sandi. Martin Joensen eigur sín stóra part av Grønu Sangbók, og hann taldist millum bestu konsertuppliving- arnar á G! í fjør. Martin Joensen ar- beiðir við eini nýggjari útgávu, og á Sandi verður høvið at hoyra løg av nýggju fløguni, umframt øll tey ógloym- andi løgini sum: Morg- un, Svarti Ravnur, Tað kundi verið so gott og Í tínum eygum. nud Innbrot á Heimavirkið Hóast Norðoyarstevnu og nógv fólk í býnum, hevur løgreglan ikki havt nógv at gjørt í Klaksvík. Fríggjakvøld- ið og leygarnáttina var púrt einki at gera, nøkur full fólk vórðu tikin upp og koyrd heim. Leygar- kvøldið var eitt Innbrot hjá Heimavirkinum, enn er ikki greitt, um nakað er stolið. Harafturat varð ein taska við 1.800 kr. stolin frá teimum, sum høvdu barnamotorsúkklukoyri ng við skúlan á Ziska- trøð. Løgreglan stendur á berum í báðum mál- um. Eisini sunnunáttina vórðu nakrir fullir menn koyrdir til hús. nud Fekk glas í høvdið Ein ungur maður skar seg í andlitið leygar- náttina, tá hann fekk eitt glas í høvdið á einum skeinkistað. Maðurin hevur ikki ynskt at melda málið, tí hend- ingin fór fram í rokið, og maðurin segði við løg- regluna, at hann sjálvur var orsøk til hendingina. Tað skilst, at maðurin varð blakaður út av einum skeinkistað fleiri ferðir, og bleiv við at koma inn aftur. Seinastu ferðina varð eitt sindur roki, og endin varð, at maðurin fekk eitt glas í andlitið og skar seg. Hann varð koyrdur á skaðastovuna. Løgregl- an hevur kannað málið, og sigur, at sum nú er, verður ikki meiri gjørt við tað. -nud Í farnu viku vunnu Makrel seg í mánað- arfinaluna í Nordic Band Unsigned kapp- ingini, sum MTV og Samsung skipa fyri. Mánaðarfinalan er hesa vikuna TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hesa vikuna royna Makrel seg ímóti teimum átta bólk- unum, sum seinastu tríggjar vikurnar hava vunnið sær veg í mánaðarfinaluna: ATN, ATONIC, Coin, Frank Iversen, Madrigal, Molotov, Sister Sin, True Confession. Hvørjir av hesum bólkum skulu í finaluna, har møguleiki er at vinna ein útgávusátt- mála, eru tað tey, sum vitja síðuna, sum avgera. Til ber at fara inn á www.nordicunsigned.com og atkvøða eina ferð um døgnið. Fegnast um stuðulin Ári Rouch, sangari í Makrel, sigur við Sosialin, at hann er ótrúliga glaður fyri stuðulin, teir hava fingið frá føroyingum. Makrel fekk næstan helvt- ina av atkvøðunum, og tað er flott. Hann ivast ikki í, at tær flestu av hesum atkvøð- um vóru føroyskar. Teir meldaðu seg til kappingina, tí tað var so øgiliga lætt. Tað kundi gerast við at upploada eitt lag á eina heimasíðu. Teir høvdu eina góða upptøku av lagnum „Forever and Beyond" frá hálvfinaluni í Suðuroy, og føroyingar høvdu tikið tað til sín, so hví ikki royna. Rasmus Rasmussen gittarleikari í bólkinum sigur, at teir eru ovfarnir av, hvussu góð viðmæli, ið teir hava fingið aftan á Prix Føroyar. Tá teir meldaðu seg til, vóru teir í iva, um løgini vóru nóg góð. Men móttøkan varð betri, enn teir høvdu tora at droymt um. Teir høvdu enntá hugsa um ikki at hava sangin "Forever and Beyond" við á Prixnum. Sambært Ára Rouch var ein úr bólkinum beinleiðis ímóti, at teir spældu hann. So teir høvdu als ikki væntað, at hann skuldi gerast nummar eitt fyrst á 15 teimum bestu, og síðan í innleiðandi kapp- ingini í Nordic Bands Un- signed. Bólkurin hevur enn dreymin um at gera um seg uttanlanda. Men enn hava teir hvørkið management ella bookingfelag. Í summ- ar spæla teir á tveimum festivalum og fara síðan til Noregs og Danmarkar at spæla. Í august ætla teir sær aftur í upptøkuhølið. Tiltakið hjá skótun- um á Landssjúkra- húsinum leygardagin gav ikki væntaða yvirskotið UPPBOÐSSØLA Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leygardagin skipaðu Skótalið Sigmunds Brest- urssonar og Landssjúkra- húsið fyri loppumarknaði og uppboðssølu av gomlum innbúgvi og øðrum búnýti í veitsluhøllini á Lands- sjúkrahúsinum. Samlaða sølan varð 72.000 kr. Eingin bjóðaði upp á bilin Mikkjal Helmsdal fyri skótarnar sigur, at hann væntar, at tá útreiðslur og annað eru trektar av, verða umleið 35-40.000 kr. til skótarnar. Hetta er sjálv- andi gott, men hann við- gekk eisini, at vónirnar høvdu verið størri enn hetta. Millum annað var ein bilur á uppboðssøluni, lægsta boð skuldi verða 50.000, fyri at Lands- sjúkrahúsið vildi selja. Men eingin kom við so høgum boði. So nú verður bilurin settur til sølu hjá einum bilsølumanni. Mikkjal Helmsdal segði, at tað gekk stak væl at sleppa sær av við tallerkar og koppar og teir bíligastu møblarnar. Men tey dýraru tingini vóru truplari at selja Tað, sum ikki varð selt, endar nú á Endurnýtsluni á Sandvíkahjalla. Hetta tiltak var ein patur av uppruddingararbeiðin- um hjá Landssjúkrahúsin- um. Sambært Mikkjal Helmsdal, hava skótarnir lagt nógv arbeiðið í hetta tiltak, og samanlagt hava teir brúkt einar 500 arbeiðstímar. Høvdu vónað at fingið meira burturúr Makrel í mánaðarfinalu hesa vikuna Tónleikabólkurin Makrel skal hesa vikuna royna seg móti átta bólkum um eitt pláss í finaluni í Nordic Band Unsigned kappingini á tónleikarásini MTV.