Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 7. juni 2005 7 Tað fer helst at taka einar átta vikur at umvæla skaðan, sum djúpvatnstrolarin Suðringur fekk, tá ið eldur kom í skipið UMVÆLING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri varð avtala gjørd millum Skipasmiðjuna á Skála øðrumegin og Trygg- ingarfelagið Føroyar og reiðaríið, sum eigur Suðr- ing, hinumegin um umvæl- ing av skaðanum, sum skip- ið fekk, tá ið eldur kom í verksmiðjuna herfyri. Magnus Magnussen, stjóri á Tórshavnar Skipa- smiðju, sum eisini eigur Skála Skipasmiðju, veit at siga, at samlaða tilboðið fyri umvælingina liggur um 8,6 miljónir krónur, og roknað verður við, at umvælingararbeiðið fer at taka einar átta vikur. Tætt samstarv – Vit hava arbeitt í tøttum samstarvi við veitarar í Eysturoy fyri at fáa um- vælingararbeiðið gjørt í Føroyum. Hetta samstarv hevur verið fyrimyndarligt, og vit fegnast um, at tað hevur eydnast at savna so stóra ekspertisu uppá so stutta tíð. - Hetta prógvar, heldur stjórin, at um vit standa saman, kunnu føroyskar fyritøkur kappast við tær útlendsku – og hetta er veg- urin fram, leggur hann dent á. Hann vísir á, at hinar fyritøkurnar, sum eru við í arbeiðnum at umvæla Suðring, eru El-Service á Skála, KJ-Hydraulik á Kambsdali, Byggi Service á Skála og FJM í Runavík. Góð handfaring - Tryggingarfelagið Føroy- ar eigur eisini rós fyri skjóta og professionella handfaring av málinum – og ikki minst hetta hevur stóran týdning fyri reiðarí- ið, sum eigur skipið, heldur stjórin á Tórshavnar Skipa- smiðju, Magnus Magnus- sen. Umvælingin av Suðringi kostar 8,6 mió. krónur - Vit hava ongantíð dult, at vit senda smáar nøgdir av heil- um fiski av landinum, men talan er um for- svinnandi smáar nøgdir, sigur Mein- hard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking RUNDUR FISKUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í einum skrivi til viðskifta- fólk síni, sum Sosialurin hevur fingið hendur á, sigur Birgir Fonsdal Kass, ið starvast á deildini hjá Før- oya Fiskavirking í Bret- landi, at felagið eisini bjóð- ar út rundan hvítan fisk, sum eitt nú er toskur og hýsa. Hetta merkir, at Føroya Fiskavirking ikki kann siga, at felagið ikki er við í tí partinum av føroyskari fiskivinnu, sum bjóðar út- lendskum keyparum óvirk- aðan fisk av føroyska land- grunninum. Í skrivinum, sum er við- lagt, sigur sølumaðurin hjá Føroya Fiskavirking, at felagið kann útvega keyp- arum fleiri sløg av heilum fiski. Einki nýtt Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, heldur ikki, at hetta eru tey stóru tíðindini. - Vit hava ongantíð dult, at vit senda smáar nøgdir av heilum fiski av landin- um, men talan hevur verið um forsvinnandi smáar nøgdir, sigur hann. Meinhard vísir á, at Før- oya Fiskavirking er fiska- keypari og framleiðari, sum aðrir keyparar og fram- leiðarar í Føroyum. - Men vit hava hildið, at tað hevur loyst seg betur fyri felagið at virka fiskin og síðan selja hann – heldur enn at útflyta hann óvirkað- an. Spurdur, hvussu nógv tons felagið útflutti av óvirkaðum fiski í fjør, sigur Meinhard, at talan var um forsvinnandi smáar nøgdir. - Talan er um minni enn eitt prosent av tí ráfiska- nøgd, sum vit keyptu, sigur hann. Veit ikki Spurdur, um hann væntar, at felagið fer at útflyta størri nøgdir av óvirkaðum fiski í ár, nú felagið bein- leiðis bjóðar viðskiftafólki heilan fisk, sigur hann, at tað dugir hann slett ikki at meta um. - Men tað er einki, sum bendir á eina munandi øking í løtuni, leggur Mein- hard Jacobsen aftrat. Øll verksmiðjan umborð á Suðringi brendi, tá ið eldur kom í skipið, meðan tað lá við bryggju í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen Føroya Fiskavirking: Bjóðar útlendingum heilan fisk