Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 105 - 7. juni 2005 MARKNAÐARRÁK Í farnu viku styrknaði doll- arin av álvara. Hann fór frá 1,26 til undir 1,23 dollarar fyri hvørja evru, og var til tíðir heilt niðri undir 1,22. Hann styrknaði umleið 2,5% í vikuni. At fransmenn og niðurlendingar søgdu nei til ES-stýrisskipanarupp- skotið hjálpti ikki júst evr- uni. Men tað er áhugavert, at dollarin styrknaði í eini viku, har at kalla øll lyklatøl úr USA vóru vánaligari enn marknaðirnir væntaðu. Og talan var enntá um sera týð- andi lyklatøl. Til dømis var arbeiðsmarknaðarfrágreiðin gin fyri mai nógv verri enn væntað. Hetta bendir á, at íleggjarar á gjaldoyra- marknaðinum eru vorðnir grundleggjandi meiri bjart- skygdir um dollaran, og at hann tí kann styrkna enn meir komandi vikurnar. Lánsbrævarenturnar lækka enn Rákið á lánsbrævamarkn- aðinum er ikki broytt síðan mars mánað, og renturnar halda áfram at lækka. Tað er nú langt síðani, gamla metið hjá donsku 10-ára rentuni á 3,52% varð tikið. Rentan er nú 3,21% og hon kann lækka meira. Partabrøvini toppaðu í farnu viku Kursirnir á partabrøvum vóru í hæddini mikudagin, tá norrøna vísitalið var á sínum hægsta stigi í trý ár, men vendu av vánaligu ar- beiðsmarknaðarfrágreiðing ini. Vestas hækkaði knapt 6% í farnu viku orsakað av tíðindum um ein stóran ordra úr Ný Sælandi. Fleiri bíleggingar, nýggjur stjóri og sterki offshoreparturin hava givið íleggjarum stór- ar vónir til Vestas, og partabrævið er hækkað heili 50% síðan ársbyrjan. Eisini Statoil og SEB stóðu seg væl í farnu viku, meðan TDC og Tele2 stóðu seg illa. Hesa vikuna kunnu íleggjarar fara at staðfesta vinning av 6%-hækkingini seinastu 5 vikurnar. Hesa vikuna Hendan vikan verður sera soltin, hvat lyklatølum viðvíkir. Úr Evropa kemur ídnaðarframleiðsla, og í USA fer Greenspan at røða um búskaparligu útlitini. Tí fer vikan á fíggjarmarknað- unum nokk at ganga við at sodna veiku arbeiðsmarkn- aðarfrágreiðingina. Hetta kann ávirka bæði partabrøv og lánsbrøv. Dollarin styrknar Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 608,06 2,5% Lánsbrøv í DKK 104,10 0,5% JPY 5,65 3,1% Evru Lánsbrøv 174,86 0,2% GBP 1.103,84 1,9% Norrøn Partabrøv 91,67 2,3% NOK 94,16 1,0% Altjóða Vøkstur 63,10 1,2% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,1% 3,3% 3,5% 3,7% 3,9% 26/02 29/03 29/04 30/05 30/06 840 860 880 900 920 26/02 29/03 29/04 30/05 30/06 Vika 22, 2005 www.kaupthing.fo Silja Star leggur til brots fyrsta dagin - Fyrst kom Norrøna. Og nú kom so Silja Star, sigur ein væl- nøgdur og ikki sørt errin, Palli Lamhauge um nýggjasta bát sín "Silja Star", sum nú er komin til landið! FERÐAVINNA Snorri Brend Vestmanna: Í góðveðrinum sunnu- kvøldið vóru vestmenning- ar vitni til enn eina vakra sjón. Fyri ikki so langari tíð síðani kom ein ferða- fólkabátur til bygdina. Og sunnukvøldið kom so enn ein slíkur stásiligur ferða- fólkabátur til bygdina. 18 tímar frammanundan høvdu teir umborð lagt frá landi í Noregi, og kundu tí um 23-tíðina sunnukvøldið stima við fullari ferð inn á Vestmanna, har fólk tóku ímóti hesum nýggjasta bát- inum í flota okkara. Fyrrapartin í gjár komu umboð fyri Skipasýnið um- borð fyri at geva Silju Star ta endaligu góðkenningina til flutningin av ferðafólk- um. Og ein av fyrstu døg- unum verður lagt til brots við ferðum kring alt landið. - Vit hava longu fingið fleiri bíleggingar. So vit eru bara spentir eftir at leggja til brots, sigur Jákup Andreas Lamhauge í "Sea Service", og sum eigur nýggja bátin. Kring alt landið Felagið eigur frammanund- an bátarnar Silju og Fríð- gerð, men hevur nú fingið sín triðja, og higartil størsta bát í flotan. Silja Star kann nevniliga taka 48 ferðafólk. Við hesum triðja bátinum hjá felagnum verða enn betri møguleikar hjá fólki at síggja vakra land okkara frá sjósíðuni. Við hinum báðum bát- unum hevur felagið í ser- ligan mun gjørt túrar undir Vestmannabjørgini og onn- ur vøkur støð. Men við Silju Star verða møguleikar fyri ferðum kring alt land- ið. Sum skilst kemur nýggi báturin tí eisini at sigla fyri ein part út frá Havnini. Kostnaðurin fyri bygg- ingina av Silju Star er um 8 mió. kr. Navn: Silja Star Stødd: 4,65 m. breið og góðar 16 m til longdar Ferðafólk: 48 Bygd: Måløy, Noregi Kostnaður: 8 mió. kr. Eigari: Sea Service í Vestmanna FAKTA Silja Star kemur við skúmandi ferð framvið sjóvarklettinum. Hetta vakra útsýnið fáa fólk nú møguleika at njóta umborð á bátinum, sum fyrsta dagin fer á sín fyrsta túr Mynd: Árni C. Joensen