Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 7. juni 2005 9 Suðuroyggin hevur allar fortreytir fyri at gera sær dælt av, at sunnur lívsstílur hevur so stóran týdning fyri fólk nú á døgum HEILSUOYGGJ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein sunnur lívsstílur hevur ótrúliga stóran týdning fyri fólk nú á døgum. Samstundis leggja fólk størri dent á at forkela seg sjálvi og at føla seg væl. Tað er eitt rák í sam- felagnum, sum Søren Lünell Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, heldur, at Suðuroyggin eigur at gera sær dælt av. Á evnisdegnum, sum Suðuroyar Sparikassi og Føroya Tele skipaðu fyri um menningarmøgu- leikar í Suðuroynni hós- dagin, skeyt hann upp at gera Suðuroy til eina heilsuoyggj. Hann vísti á, at í Suð- uroy finnast øll fakfólk, sum eru ein fortreyt fyri at gera oynna til eina heilsuoyggj, heilt frá fótterapeutum til fysio- og ergoterapeutar og læknar. Hann heldur tí, at Suðuroyggin er væl- hóskandi at gera eitt skeiðsdepil í heilsu og vælveru. – Tað kann verða ein skeiðsdepil, sum kann upplýsa skeiðsluttakar- arnar um sjúku, heilsu og vælferð. Men hetta skal eisini vera ein skeiðsdepil, sum skal selja upplivilisi. Hann helt at møgu- leikarnir eru nógvir. Og hann spurdi, hví føroyingar, sum viga ov nógv, skulu sendast til Danmarkar á klænki- skeið fyri einar 60- 70.000 krónur. Hví ikki senda teir til Suðuroyar á klænkiskeið ístaðin. Vit kunnu enntá fáa fólk uttaneftir til Suðuroyar á slík skeið. Hann nevndi eisini skeið fyri eldri, sum ein góðan møguleika, har fólk kunnaði pensjón- istar um. Hvat tað merk- ir at blíva eldri, hvat hendir í kroppinum. Ein annar møguleiki er at hava skeið fyri kvinnur, sum eru við barn, tí hjá kvinnum við barn eru ótaldir spurn- ingar um alt ímillum himmal og jørð, bæði viðvíkjandi sjálvum barnsburðinum, men eisini um lógir og reglar, um fíggjarligar spurn- ingar. – Møguleikarnir eru óavmarkaðir, helt hann. Byrja í heyst À evnisdegnum kom vórðu eisini nakrar ítøkiligar ætlanir um slík skeið løgd fram. Ein arbeiðsbólkur, sum varð settur á evnis- degnum, kom til tað úrslit at arbeiða víðari við fimm ymsum skeið- um í fyrstu atløgu. Miðað verður ímóti at halda hesi skeið í heyst og fólk eru farin í holt at fyrireika tey. Talan er um tvey skeið í reinføri, eitt skeið um reinføri í fiskivinnuni og eitt skeið um reinføri á barnagørðum og dag- stovnum annars. Somuleiðis verður ar- beitt við einum skeiði í sansastimulering og ein- um skeiði fyri praktikk- vegleiðarar. Og at enda verður ar- beitt fyri einum eldra- skeiði. Bjóða Suðuroy fram sum heilsuoyggj Á stórfingnari mót- tøku í ítróttar høllini í Vág, nýtti Vágs Bólt- felag høvi til at heiðra tvær eldsálir HEIÐUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eru tað tvey gomul hjørtu i Vági, sum banka hart og heitt fyri VB, eru tað hjørt- uni á Petur Vilhelm og Onnu Petersen. Petur Post og Anna hjá John, sum tey vanliga verða nevnd, hava verið av ídn- astu VB- viðhaldsfólkum alt teirra lív. Petur Vilhelm, sum fylti 85 herfyri, hevur verið undangongumaður í VB og eitt áramál var hann for- maður. Anna Petersen fylti 90 fyrr í ár, men tað hevur ikki lagt ein dempara á hugin og viljan at stuðla VB. Bæði eru tey framvegis av ídnastu viðhaldsfólkum og stuðlar hjá VB. Anna er mangan enn og ferðast við liðnum, tá ið spennandi dystir eru. So- leiðis var hon við í Klaks- vík herfyri, tá ið VB- kvinnurnar vunnu føroya- meistaraheitið í hondbólti. Tey, sum plaga at vera við landsliðnum í fótbólti munnu eisini kenna hana aftur, tí tá ið føroyingar spæla landsdyst, hevur Anna týðum talst ímillum áskoðararnar. Á móttøkuni í Vági sunnudagin, nýtti formað- urin í VB, John Henrik Holm, høvi til at handa teimum báðum hvør sína 100 ára gullnál, sum einans er gjørd í heilt fáum eintøk- um. Petur Post er framman- undan einasti heiðurslimur í VB. Eini 800 fólk vóru á møttøku á 100 ára degnum hjá VB sunnudagin 100 ÁRA FØÐINGAR- DAGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sunnudagin fylti eitt av gomlu ítróttarfeløgunum í landinum,Vágs Bóltfelag, 100 ár. Í hesum sambandi var skrúðgongu seinna- partin í fagrasta veðri frá Gamla Skúla og vestur á Eiðið. Aftaná hevði VB almenn móttøku í ítróttarhøllini og har vóru eini 800 fólk samankomin at heiðra fe- lagnum í eini prýðiliga pyntaðari íróttarhøll. À móttøkuni fekk VB eisini fleiri gávur frá ymsum stuðlum. Í sambandi við 100 ára dagin hava tey í VB gjørt eitt stórt arbeiði at savna saman myndir, sum hava við VB at gera og ein partur av hesum myndum, sum lýsa søguna hjá felagnum langt aftur í tíðina, hingu uppi í høllini. Til føðingardagin hevur Vágs Bótlfelag eisini fing- ið vitjan úr Íslandi. Vágur og Sandgerði eru vinabýir og samstarvið og góða vinalagið ímillum VB og Reynir røkkur heilt aftur í fimtiárini og fyrr vitjaðu VB og bóltfelagið í Sand- gerði, Reynir, javnan hvørt annað. Seinastu árini hava vitj- anirnar tó ikki verið so títt- ar sum fyrr, men hesa vik- uni hava Reynir verið í Vági og vitja. Reynir spælir í triðbestu deildini í Íslandi og sunnudagin royndu teir seg ímóti VB. VB vann dystin 5-1 Sjálv 100 ára veitslan verður seinni í ár. 800 fólk á móttøku í Vági Undangongufólk og trúgvar stuðlar heiðraðir 85 ára gamli Petur Post og 90 ára gamla Anna hjá John fingu gullnál frá VB á móttøkuni sunnudagin Nógv fólk hevði leitað sær í ítróttarhøllin a í Vági sunnudagin at heiðra Vágs Bóltfelag á 100 ára degnum Suðuroyggin hevur allar møguleikar at gerast ein skeiðsmiðdepil fyri heilsu, lívsdygd og vælveru, segði Søren Lünell Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa á evnisdegnum sum hann skipaði fyri saman við Føroya Tele