týsdagur 7. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 105 - 7. juni 2005
Í hesum døgum fáa vit forvitnisliga vitjan. Føroyar og
Írland skulu mikudagin spæla undandyst í HM kappingini
í fótbólti. Men henda vitjan er ikki bara fótbóltur. Tað at
írar nú í stórum tali vitja oyggjar okkara er nógv meira
enn bara fótbóltur. Tí tey, sum kenna søgu okkara, vita
eisini, at tað nettupp vóru írar, sum fyrst bygdu land her í
Føroyum. Tí er henda vitjan, henda løtan vit skulu spæla
landsdyst, meira enn bara ítróttur. Hon er eisini týðandi
søga og mentan.
Fyri tey, sum ikki kenna søguna, er at siga, at okkara
"irish connection" er 1280 ára gomul. Írski søguskrivarin
Dicuil vil vera við, at írskir munkar, Papar nevndir,
gjørdu landnám í Føroyum umleið 725 ár eftir Krist. Men
teir rýmdu umleið 100 ár seinni, tá víkingarnir komu til
oyggjarnar. Hóast ikki nógv er varðveitt frá írsku tíðini í
Føroyum, so finnast tó mong staðarnøvn frá hesi tíðini.
Nú nærum 1300 ár seinni er aftur ein írsk innrás í Før-
oyum. Hesaferð ikki av írskum munkum ella einabúgvum
men av stoltum og ernum írum, sum eftir mong harðbælin
ár og stríð, hava megnað at byggja upp eina tjóð, sum í dag
telist millum tær fremstu í Europa. Vónandi kunnu vit
læra nakað av írskum fótbólti, men enn betur, um vit
kunnu læra av írska stoltleikanum, treiskninum og dugna-
seminum.
Hóast vit mikudagin skulu stríðast á vølli, so rætta vit
eisini eina vinarhond út móti írska upphavi okkara og
biðja til, at henda nýggjasta innrásin kann gagna okkum
eisini.
Føroyska landsliðið hevur eina stóra uppgávu mikudagin.
Enn eitt tap, tó at tað ikki var so stórt, er aftur vorðið
okkara lutur. Vit kláraðu okkum væl segði venjarin eftir
dystin. Vist vístu okkara menn áhaldni og vilja. Men tað
var ikki nóg mikið til at vinna okkum tey so nógv um-
bidnu stigini. Vit hava fyrr á hesum stað sagt okkara hugs-
an. Og vit skulu endurtaka hana fyri triðju og seinastu
ferð, samtíðis sum vit eisini vísa til okkara frægu starvs-
felagar í hinum miðlunum.
Rámandi orðini hjá útvarpsmanninum sunnukvøldið, tá
hann tók til, at Todi eigur at vera á landsliðnum, var enn
eitt ekko í tí skara, sum seinastu dagarnar hevur mælt
somu orð. Tað hevur víst seg, at so gott sum øll okkara
ítróttarpressa stendur sum ein maður og krevur av
venjaranum, at Todi skal á landsliðið. Vit ivast onga løtu í,
at varð hetta okkara besta álopskort nakrantíð við á miðj-
uni og í álopinum móti Sveits, hevði úrslitið kunnað verið
betri. Tí er í tøkum tíma, at venjararnir taka hesa niður-
støðu til sín.
Standa teir kortini við sítt bæði nú og til komandi dystir í
heyst, so eru kanska aðrir útvegir. Oftani hava vit sæð, tá
uppstilling er til val, at onkur tekur seg aftur, fyri at onkur
atkvøðuslúkari, sum hevur staðið á síðulinjuni, kundi
koma við á liðið. Hvat nú um onkur annar trekti seg fyri
at geva pláss til henda okkara besta málslúkara! So vit
fingu 3 stig móti Írlandi mikudagin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vælkomnir írar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Lærarar rýmdir av Handilsskúlanum - hví?
Jon Jonsen og Silvia
Lauritsen
Fyrrverandi datamatikara-
lærarar á Føroya Handils-
skúla
Handilsskúlastjórin hevur
alment sagt, at hann ikki vil
úttala seg um, hví datamat-
ikaralærararnir hava sagt
seg úr starvi á Føroya
Handilsskúla í Havn. Or-
søkin til hetta afturhaldni
er, at málið er persónligt,
sigur hann. Fyri okkum
lærarar er hetta mál als ikki
persónligt. Fyri okkum
handlar málið um kvalitet í
einastu KT-útbúgving í
Føroyum. Vit føla tað sum
samfelagsskyldu at siga frá,
tá vit meta, at hesin kvalit-
etur verður misrøktur. Vit
loyva okkum tí at svara tí,
sum stjórin hevur ført fram
alment.
Stjórin hevur sagt, at
hann ikki hevur hoyrt um
trupulleikarnar fyrr enn í
fjølmiðlunum.
Lærararnir vóru t.d. í
arbeiðssteðgi í eina heila
viku í apríl mánaði og stjór-
in var væl vitandi um støð-
una.
Stjórin hevur sagt, at
samskiftið við lærararnar
hevur verið nóg gott.
Kann eitt samskifti vera
nóg gott, um ikki báðir
partar halda tað?
Stjórin sigur seg hava
tosað nógv við lærararnar.
Stjórin hevur ongantíð
tosað beinleiðis við lærar-
arnar, meðan trupulleikar
hava verið. Hann hevur ein-
ans sent teimum nakrar
teldupostar.
Teldupostar
sum eru ógvuliga sigandi
og sum staðfesta tað lærar-
arnir hava lært tey lesandi:
at teldupostur er Guðs gáva
til vánaliga leiðslu og
skaðiligt samskifti.
Stjórin skrivar t.d. til
lærararnar: "Tað er ófati-
ligt, at ein slík útbúgving er
er sett í verk á so leysum
grundarlag og við almenn-
um skattapengum". Hetta
talar fyri seg. Tað leysa
grundarlagið stjórin sipar
til her, er m.a. teir mangl-
andi lestrarplanirnir, sum
annars eru lógarkrav. Hesir
manglandi lestrarplanir er
ein av grundunum til, at
lærararnir hava sagt seg úr
starvi. Skúlin hevur meldað
klárt út, at peningur ikki
eru til hesar lestrarplanir.
Hetta merkir tó ikki, at
útbúgvingin altíð hevur
virkað undir so leysum
grundarlag. Lestrarplanir
hava fyriligið til allar
flokkar higartil, men ikki til
núverandi flokk, sum byrj-
aði lesturin samstundis,
sum stjórin tók við leiðsl-
uni.
Fyri nøkrum árum síðani
evalueraði
tað
danska
undervísingarministeriið
tær donsku datamatikara-
útbúgvingarnar, sum tann
føroyska útbúgvingin svar-
ar til. Teir donsku skúlarnir
revideraðu útbúgvingarnar
við nýggjum lestrarplan-
um, har hædd var tikið fyri
teim ráðum evalueringin
mælti til.
Hesa revidering kennir
leiðslan tó onki til, tí at
útbúgvingarleiðarin, sum
hevði innlit í hetta, bleiv
sagdur úr starvi og skúlin
gjørdi onki fyri at varðveita
nakra vitan um útbúgving-
ina. Núverandi leiðsla veit
tí onki um datamatikara-
útbúgvingar og víðari KT-
lestur annars og hvat hetta
er og krevur í mun til mið-
námsútbúgvingar. Stórsti
trupulleikin er tó, at leiðsl-
an ikki er greið yvir, at
henni manglar vitan.
Stjórin hevur sagt, at
lærararnir hava fingið allar
neyðugar fundir og at
skúlin hevur hjálpt lærar-
unum at skapa betur um-
støður.
Eru tað veruliga lærarar-
nir sum "fáa" fundir og
"skúlin sum hjálpir lærar-
um" at skapa umstøður? Er
tað ikki skúlin, sum hevur
ábyrgd fyri at skapa um-
støðurnar og harvið skúlin,
sum hevur fundirnar fyri
neyðini?
Hetta sigur nakað um
tann hugburð, sum hevur
rátt á skúlanum. Tá lærarar-
nir hava gjørt vart við, at
tað var neyðugt við einum
undirvísingarhøli (ja, tað
hevur veruliga verið neyð-
ugt ferð aftaná ferð), er tað
skúlin, sum hevur hildið
seg gjørt lærarunum eina
tænastu við at fáa eitt høli
til vega. Initiativ til alt tað,
sum skúlin hevur ábyrgd
fyri at skapa, hevur ligið
hjá lærarunum. Hetta gong-
ur so leingi, sum leiðslan
dugir at siga "takk", men tá
tøkkin verður vend til, at
lærararnir verða kallaðir
krevjandi, er tað ikki stutt-
ligt longur.
Stjórin hevur sagt, at
talan er um ein fastan
lærara og ein hjálparlærara.
Hetta vísir hvussu lítið
skúlin kennir til arbeiðið
hjá lærarunum. Lærararnir
hava altíð arbeitt sum eitt
team við javnari ábyrgd fyri
undirvísingini.
Lærararnir hava í langa
tíð bíða eftir at fingið set-
unarskriv sum svara til tveir
fastar team-lærarar og ta
revideraðu útbúgvingina.
Tað nærmasta, sum lær-
ararnir eru komnir nøkrum
setunarskrivi, er eitt upp-
skot frá skúlanum, har allir
teigar incl. starvsheitið var
fylt út við spurnarteknum.
Tá lærararnir siga, at ar-
beiðsumstøðurnar ikki eru
forsvarligar, er ikki bert
talan um ítøkilig materiel
ting so sum hølir, lestrar-
ætlan og aðrar rammur.
Talan er eisini um menn-
iskjanslig virði, sum hava
verið ógjørlig hjá lærarun-
um at fingið eyga á. At hesi
virði ikki eru til staðar og
onki annað enn pengar og
fasada eru huganum hjá
leiðsluni, er oyðileggjandi
fyri kvalitetin á undirvís-
ingini og harvið útbúgving-
ini. Hetta er ikki nøktandi í
longdini.