týsdagur 7. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 7. juni 2005
11
VIÐMERKINGAR
Valdsnýtsla í
fólkaskúlanum
Sjálvboðna fólkið & felagsskapir í Føroyum
Fróði Joensen
Heldur skelkandi at frætta í
Degi og Viku 2 juni, at
mentamálaráðið finnur tað
neyðugt at lýsa kunngerð,
ið gevur lærarum heimild
at nýta " vald í hóskandi
vavi" um næmingar ikki
skikka sær.
Í okkara døgum kemur
tíbetur sjáldan fyri, at
næmingar vera likamliga
hartaðir í skúlanum av lær-
arum, men fer ein tílík
orðing av kunngerðini at
geva tílíkum lærarum fríari
ræsur at nýta vald, sum teir
síðani altíð kunnu pástanda
var neyðugt sum støðan
var.
Hóast uppaling av børn-
um er ábyrgd foreldranna,
hevur skúlin/lærarar eisini
ein stóran leiklut mótvegis
næmingum at seta normar
fyri atburð og samskifti við
onnur. Tí mátti heldur verið
umráðandi hjá skúlaverkin-
um at halda fast um, at
harðskapur eins og aðra-
staðnis í samfelagnum ikki
er ein góðtikin verumáti,
hvørki hjá næmingi ella
lærara. Alt annað er ein
glíðibreyt, har eingin veit,
hvar vit enda, tí hvør skal
meta um, nær valdsnýtslan
var hóskandi?
Við størri flokkum, øktu
krøvum í nýggju fólka-
skúlalógini og vaksandi tali
av næmingum við serligum
tørvi er tað væl skiljandi,
um einstakir lærarir og
skúlar kenna seg ikki
makta allar uppgávur, men
at legalisera valdsnýtslu og
harðskap hoyrir fortiðini
til, loysir ongar trupulleikar
og er undir øllum umstøð-
um bæði ósømiligt og
ómentað.
Hans Birgir Hansen
Vit hava hópin av familjum
við ymiskum heiti í eru
eins nógvar sum vit hava
ymisku felagsskapir við
ymiskum heiti í hava ík-
andi og passivar/ limir/ útí á
bygd og bý.
Tað er tá talan um ítrótt-
in, mentan, list, átrúna, í
hava nógv sjálvboði hjálp-
arfólk, í eru um felags-
húsið/ hølini/ ið taka sær av
at fyrireika og skipað virk-
semi/ tiltøkini.
Uttan øll hesi sjálvboðn-
um hjálparfólkini høvdu
felagsskapirnir ikki verið
lív lagað á bygd og bý kring
landið í hava alt at takka
teim fyri í skipað fyri slík-
um dagliga.
Og so kundi øll hugsa
sær avleiðingar av øllum
ættarbólkum
vóru
hesi
slept upp á fjall frá børn til
fólki upp í árini, ið hava
nógv til felags at læra av
hvørjum øðrum.
Eg haldi tað vera rætt at
hesi sjálvboðnu hjálparfólk
fáa eitt herðaklapp úti í
øllum ymisku felagsskap-
unum á bygd og bý í
hvørjari
kommunu
í
hvørjari oyggj ídag.
Bygdar-
&
summar-
stevnur skula kunna draga
nógv fólk aftur at sær til øll
skipað tiltøk, iðskula fáa
feløgunum pening at fíggja
og reka teirra virksemi sum
áðurnevnt.
Tí haldi eg ikki at slíkar
stevur skula hava tað
kristiliga við í skráunum í
draga fólki frá ítróttar til-
tøkunum sjálvboðna fólki
hevur lagt nógva tí pening
orku í at skipað fríkirkjur/
samkomur/ skipað sínar
egnu stevnur/ fundar/ møti-
røðir/ tá er ítróttur ikki ein
partur av slíkum virksemi,
tá hugsað verður um tørvin
at fáa neyðuga motión.
Hetta er ikki minst gald-
andi tá ymisk onnur tiltøk
eru á bygdar- og summar-
stevnu, skráunum, í einki
hevur við ítróttin at gera í
síni heild í draga fólk frá
ítrótta tiltøkum.
Vit skula fáa greiðan
skilna millum allan ítrótt og
átrúna og mentan og tón-
leik, og halda fólki frá at
fáa ovnógv at drekka á
ymisku stevnunum, á bygd
og bý kring landið.
Vit skula steðga og úti-
hýsa øllum ólevnaði á al-
mennum støðum, og eftir-
litsfólkini, skula hava eyg-
uni eftir at alt gongur frið-
arliga fyri seg eisini tá tal-
an er um løgreglu.
Ítróttur & átrúnaður &
rúsdrekka hóskar ikki sam-
an hvat eg áður havi gjørt
vart við í lesabrævið fyri
fleiri árum síðani, í eiga at
vera hildin fráskylt á bygd-
ar- og summarstevnum.
Hetta kan eg altí venda
aftur til í samband við
bygdar- og summarstevnur
& tá talan er um summar-
festivalir, v.m í hevur stóran
áhuga millum øll ættarlið í
fylgja við slíkum.
Foreldur síggjast fylgja
við sínum børn, ungdóm,
til venjing og kappingar
heima og kring landi í væl
at merkja í tí dagliga gevur
teim gleði og fragd at
kunna fylgja teim.
SAMKOMA
Snorri Brend
Hoyvík: Sunnumorgunin
kl. 11 varð fyrsta gudstæn-
astan hildin í teirri kirkjuni,
sum Fríkirkjan Oasan hev-
ur latið byggja á Kirkju-
stræti í Hoyvík.
Væl av fólki var saman-
komið til hesa hátíðarligu
løtuna, sum var merkt av
takksemi yvir at samkoman
henda dagin kundi byrja
virksemi sítt í egnum
bygningi.
Umframt talur og heils-
anir, átti sangurin og tón
leikurin eisini sín stóra part
av tí, sum fór fram henda
fyrrapartin.
Í einum seinni blaði
greiða vit meiri frá tí, sum
fór fram og sum fer at fara
fram í hesi kirkjuni.
Fyrsta gudstænastan í Oasuni
Stóri møtisalurin er bæði
ljósur og luftigur, og tí
vælegnaður til ta virksemið,
sum fara skal fram í hesum
snøgga bygningi
Mynd: Álvur Haraldsen