týsdagur 7. juni 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 105 - 7. juni 2005
Tá eg mánamorgunin
tann 29.11.2004 fekk
deyðsboðini av Birgiri,
merkti eg beinanvegin á
mær sjálvum, at hetta
vóru ringastu boð eg
nakrantíð hevði fingið.
Vit komu at kennast
sum smádreingir norð-
uri við Gjógv, og hóast
tað vóru 2 ár og 1 mánið
ímillum okkum, vóru vit
nógv saman, kanska
einamest av tí, at vit
høvdu gittaran og sangin
sum felags áhuga, og tað
hevði ongin annar í
bygdini.
Longu
sum
smádrongur haldi eg, at
Birgir í mangar mátar
var øðrvísi en vit aðrir.
Eg minnist at í tí eina
stórkavanum sum var,
gjørdu vit smádreingir
ein bý úti í túninum hjá
okkum. Vegir vóru gjør-
dir um alt túnið og tá ið
túnið so var fult, var ein
langur vegur gjørdur
heilt heim í Horn. Birgir
var arkitektur og ar-
beiðsmaður.
Sum oftast gjørdi hann sjálvur tað, hann hevði brúk
fyri. Einaferð klipti hann ein gamlan Esso dunk sundur
og gjørdi eitt skip burtur úr honum. Eg haldi tað bleiv
lodda saman, og helst var hann ikki meir enn 10-12 ára
gamal.
Petur Reinert mundi vita, hvat hann gjørdi, tá ið hann
bað Birgir koma norður á Norðís at arbeiða. Seinni
flutti hann so út í Turkihúsið á Skála og stóð fyri upp-
byggingini av Vaðhorn. Har ífrá byrjaði menningin av
saltfiskavirkunum í Føroyum. Hann bygdi upp og
menti Vaðhorn, sum so seinni varð flutt út á Strendur og
tað sama endurtók seg, tá ið flakavirkið Nykur á
Toftum bleiv umbygt til eitt saltfiskavirki.
Birgir hevði tað fatanina, at í handverkinum er tað
onki, sum ikki ber til. Alt kann gerast betur og tað bleiv
eisini gjørt.
Nógvar av teimum nýggju maskinum, sum komu inn
á bæði Vaðhorn og Fiskavirking á Toftum vóru skrædd-
ar úr skinninum og bygdar upp aftur av nýggjum, tí tær
ikki virkaðu nóg væl.
Eftir var so bara hjá
framleiðaranum at gera
tað næstu líka, og tað
var í ávísum førum
eisini gjørt.
Ofta var tosa um, at
virkið burdi verið læst
av, so eingin óviðkom-
andi slapp inn. Men
Birgir helt altíð, at ongin
fer illa av at hjálpa ein-
um øðrum. Var tað eitt
hann ikki dugdi, so var
tað at siga nei, um tað so
var hansara harðasti
kappingarneyti, ja, so
fekk hann eisini eina
hjálpandi hond.
Sum handverkari var
Birgir so mikið væl fyri,
tá ið hann fór á tekniska
skúla í Havn, at hann var
biðin sum avloysari hjá
onkrum lærara og har úti
gjørdi hann eisini ein
ambolt, sum var latin
sum gáva frá tekniska
skúla í Havn til handils-
skúlan, sum tá var
nýggjur.
Modellið av Rankan-
um, sum nú stendur á
kommunuskrivstovuni á Tvøroyri telist eisini millum
perlurnar í føroyskum handverki.
Saknurin eftir Birgir er stórur hjá øllum teimum, sum
hava havt nakað við hann at gjørt. Hann var ein persón-
ur, sum tú altíð kundi koma til og ráðføra teg við og var
skjótt innaliga í øllum tí, sum fyrifórst.
Hjá tykkum nærmastu, tær Elisabeth og børnum,
bæði innan Glyvur og við Norðskála, hjá foreldrum og
syskjum, eru dagarnir tungir og tað kann verða ringt at
skilja, hví Várharra hevði fyri neyðini at taka hann
heim júst nú, men helst ein dag, fáa vit eisini tað at vita.
Má Jesus pápi verða hjá tykkum fram yvir og styrkja
tykkum. Við hesum fáu fátæku orðum, vil eg lýsa frið
yvir minni um mín vin, Birgir Nónsgjógv.
Jónsvein
Rætting
Viðvíkjandi greinini »Hendingar til skips í Grønlandi
og Íslandi« (Vikuskiftið 4.-5. juni 2005 síða 33) stóð
í myndatekstinum at fyritøkan J. Dahl Gørðum í Vági
átti skonnartina Borgina TG777, hetta er ikki rætt.
Thorvald Hjelm í Vági átti Borgina og var sjálvur
skipari.
Dagurin
7. juni. Jeremias. Ein av teimum fýra stóru profetun-
um í Gamla Testamenti. Í Føroyum hevur navnið
Geramíggjas verið brúkt.
Bíbilska navnið merkir tann av Guði upphevjaði.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Minningarorð um
Birgir Nónsgjógv
Elskaði maður mín, góði pápi, verpápi og abbi okkara
Eyvindur Mohr
andaðist hósdagin 2. juni.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
týsdagin 7. juni kl. 13.00.
Nina,Turið og Gunnvør
Andlát &
jarðarferðir
Katrin Guldbro, Leirvík, búsitandi í Havn,
andaðist mikudagin 1. juni, 46 ára gomul.
Jarðarferðin varð úr Hebron í Leirvík sunnudagin 5.
juni klokkan 14.
Vilhelmina Joensen í Kollafirði, andaðist á
Landssjúkrahúsinum hósdagin 2. juni, 83 ára
gomul. Jarðarferðin varð úr Kollafjarðar kirkju
manadagin klokkan 14.
Tey, ið vilja minnast Vilhelminu, kunnu lata
Eldrasambýlinum í Kollafirði eina gávu, konto í
Føroya Sparikassa.
Hallur Hammershaimb Jacobsen í Hósvík
andaðist hósdagin 2. juni, 25 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Eyvindur Mohr, Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum hósdagin 2. juni, 78 ára
gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum
mánadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr
Havnar kirkju týsdagin klokkan 13.
Anna Vang í Hvalba, andaðist 3. juni, 87 ára
gomul. Jarðarferðin varð úr Hvalbiar Missiónshúsið
mánadagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast Onnu, kunnu lata Hvalbiar
Missiónshúsi eina gávu.
Poulina Jacobsen, á Varpinum í Klaksvík, andaðist
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjadagin, 77 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
týsdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr
Christianskirkjuni mikudagin klokkan 13:30.
Damgarð Petersen, Klaksvík, andaðist á
Ríkissjúkrahúsinum leygardagin, 45 ára gamal.
Kistan fer av Leirvík til Klaksvíkar í kvøld klokkan
23 í Kristianskirkjuna. Jarðaferðin verður
kunngjørd seinni.
Andrea Mýlingstind, ættað úr Tjørnuvík, búsitandi
í Havn, andaðist 4. juni á Landssjúkrshúsinum, 73
ára gomul. Kistan fer úr kapellinum í kvøld
klokkan 20. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
týsdagin klokkan 15. Sungið verður úr sálmabókini.
Lena Vilhelm í Vági, fødd Nielsen í Fámjin,
andaðist 4. juni á sjúkrahúsinum í Fakse á
Sjællandi, 62 ára gomul. Jarðarferðin verður
fríggjadagin klokkan 13 úr Hellested kirkju.
Kelda: Útvarp Føroya
Lesið Sosialin - so eru tit við