týsdagur 7. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 7. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sølan av nýggjum
persónbilum vaks við
25 prosentum fyrstu
fimm mánaðirnar í ár
í mun til sama
tíðarskeið í fjør.
Samlaða sølan av
nýggjum akførum er
vaksin við 13
prosentum
Bilhagtøl
Í nýggjasta tíðindaskrivin-
um frá Bileftirlitinum sæst,
at sølan av nýggjum per-
sónbilum fyrstu fimm mán-
aðirnar í fjør er vaksin við
25 prosentum í mun til í
fjør. Frá januar til og við
mai í fjør vórðu seldir 448
persónbilar í mun til 561 í
ár. Samlaði vøksturin var
upp á góð 13 prosent.
Tíðindaskriv
Bileftirlit Føroya
Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri JAN-MAI í 2005 og 2004
Mai
Mai
Broyting
Jan-Mai
Jan-Mai
broyting
%broyting
Akfaraslag
2005
2004
Mai 05/04
2005
2004
2005/2004
2005/2004
Brandbilar
0
1
-1
0
1
-1
-100,00%
Bussar
2
0
2
2
1
1
100,00%
Kampingvognur
0
1
-1
0
1
-1
-100,00%
Hýrubilar
0
7
-7
2
16
-14
-87,50%
Lastbilar
3
0
3
8
7
1
14,29%
Leguvognar
3
0
3
3
0
3
Motorsúkkla
1
2
-1
3
6
-3
-50,00%
Neyðsendakfar
0
0
0
1
1
0
0,00%
Persónbilar
166
113
53
561
448
113
25,22%
Smábussar
0
0
0
3
2
1
50,00%
Tangabilar
0
0
0
3
0
3
Viðfestivognar
8
15
-7
28
44
-16
-36,36%
Vøruvognar
18
11
7
73
79
-6
-7,59%
Samlað
201
150
51
687
606
81
13,37%
Í mai 2005 eru skrásett 47 nýggj prutl og higartil í ár eru skrásett 164 nýggj prutl.
Tíðindaskriv
Í samband við at stovnarin
av Farodane, Carl Herup
Olsen, ið eisini var nevnd-
arformaður í felagnum,
doyði fyri hálvum ári síðan,
er leiðslan í felagnum nú
umskipað. Stjórin í Faro-
dane í 22 ár Ólavur Herup
Olsen hevur ynskt at geva
stjórastarvið frá sær og í
staðin taka við sum arbeið-
andi nevndarformaður.
Sum nýggjan stjóra í
Farodane hevur felagið sett
Rolf Herup Olsen. Rolf er
havnarmaður,
føddur
í
Tórshavn 3.12.1967 og er
sonur Martinu Jakobsen og
Ólavur Herup Olsen. Rolf
er sostatt triðja ættarlið
sum tekur yvir leiðsluna av
Farodane.
Eftir fólkaskúlan tók
Rolf studentsprógv í Hoy-
dølum í 1987. Tók HH á
Handilsskúlanum í Havn í
1989 og fór sama árið í
bankalæru í Sjóvinnubank-
anum, har hann var í 3 ár. Í
1992 byrjar Rolf at lesa
data og økonomi á Handils-
háskúlanum í Kbh., har
hann í 1998 tekur prógv
sum cand.merc.dat. Flytur
heimaftur sama árið og
byrjar at arbeiða á Faro-
dane, har hann seinastu
árini hevur staðið fyri
leiðsluni og menningini av
KT-deildini.
Nevndin metir, at Rolf
við síni útbúgving og
starvsroyndum sum barlast,
hevur nomið tann fakliga
og menniskjaliga førleika,
umframt ta álit bæði mill-
um starvsfólk og kundar,
sum krevst fyri at taka yvir,
menna og leiða fyritøkuna
framá.
Farodane rekur eisini
handilin Farodane City og
skeiðstovuna Kvasir. Tað
starvast tilsamans 48 fólk í
fyritøkuni í dag.
25 prosent fleiri persónbilar
Stjóraskifti hjá Farodane
Feðgarnir Ólavur og Rolf Herup Olsen