Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 105 - 7. juni 2005 Tað tekur umleið ein tíma at koyra í bussi úr Ålborg til Århus, ein tíma til Hirtshals og hálvan annan tíma úr Ålborg og norður til Skagen VITJAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Vilmund Jacobsen Atlantsflog fer nú undir enn eina nýggja rutu, hesaferð millum Vágar og Ålborg í Norðurjútlandi. Flogið verður leygardagar, og byrjað verður leygardagin, 25. juni. Nógvir føroyingar búgva í Norðurjútlandi, eitt nú í Hirtshals og Skagen, og nógvir føroyingar lesa í Århus. Nýggja farleiðin er so- leiðis ein nýggjur møgu- leiki hjá føroyingum í Dan- mark og familjum teirra í Føroyum at ferðast millum londini. Hetta er eisini ein frá- líkur ferðamøguleiki hjá føroyingum, sum kundu hugsað sær at hildið frí í Norðurjútlandi – eins og hetta er ein nýggjur møgu- leiki hjá dønum at vitja í Føroyum. Nógv áhugavert er eisini at síggja í Ålborg, har stív- liga 160.000 fólk búgva. Tað tekur umleið ein tíma at koyra í bussi úr Ålborg til Århus, ein tíma til Hirts- hals og hálvan annan tíma úr Ålborg og norður til Skagen. Nógv vitjandi Ferðaskrivstovur í Norður- jútlandi marknaðarføra hendan partin av landinum undir heitinum – "fra midt- en og op". Tað merkir, at tær serliga leggja seg eftir at vísa á tey ferðamál, sum eru frá Miðjútlandi og norðureftir. - Tað er ikki av tilvild, at fleiri hundraðtúsund danir, norðmenn, sviar og týskar- ar á hvørjum ári velja at halda frí í Jútlandi – "fra midten og op", sum ferða- skrivstovur í Norðurjút- landi rópa tað. Skrivstovurnar leggja aftrat, at her fært tú høvi at uppliva víddirnar, har stundir eru at vera saman og njóta lívið. - Her er høvið at uppliva mangt og hvat – heilt frá Skagen í norði til Gjern í suðri og frá Agger í vestri til Grenå í eystri. Tú kanst uppliva náttúruna, vitja mentunarlig og søgulig støð, djóralív, upplivingar av ymiskum slagi, matstov- ur, ríkt handilslív og náttar- lív. Vitjan í Ålborg Í samband við, at Atlants- flog fer undir hesa nýggju farleið, bjóðaði felagið í samstarvi við ferðavinnuna í Ålborg føroyskum bløð- um og ferðaskrivstovum á eina vitjan í Ålborg. Vit fóru úr Vágum niður til Billund klokkan 11 sein- asta hósdag, gistu tvær nætur á Helnan Phønix Hotel í Ålborg og vóru aftur í Vágum leygardagin um 16-tíðina. Í Ålborg tóku ferða- vinnufólkini, Anne-Marie Jensen og Peter Herman- sen, sær væl og virðiliga av okkum og vístu okkum áhugaverd støð í býnum, sum kunnu hugsast av hava áhuga fyri føroyingar. Sera fryntligu Anne-Marie og Peter spardu ikki sína orku. Ei heldur kann sigast, at Ålborg kommuna spardi upp á nakað sum helst, meðan vit vóru á vitjan. Vit búðu á góðum hotelli og ótu á góðum matstovum í býnum. Okkum nýttist hvørki at hugsa um flutning ella atgongumerki, tá ið vit vitjaðu søvn, djóragarð - ella Ålborg Akvavit! Áhugaverdi túrurin í stuttleikabáti á Limfjørðin- um, har vit vórðu vartaði upp við góðum pinnamati og onkrum leskandi, kost- aði okkum heldur ikki eina krónu. Frásagnir Sosialurin fer í komandi bløðum at hava nakrar frá- sagnir frá hesi ferðini, har vit fara at lýsa ein part av tí, sum Ålborg hevur at bjóða ferðafólki. Atlantsflog og ferðavinn- an í Ålborg eiga tøkk fyri hesa uppliving – og tey, sum vóru við úr Føroyum, eiga tøkk fyri gott ferðalag. Atlantsflog nýggja rutu til Ålborg Framleiðslustjórin greiðir frá ymisku brennivínssløgunum, sum Ålborg Akvavit hevur at bjóða Hugtakandi ísbjarnir í áhugaverda djóragarðinum í Ålborg Regnskjólini komu væl við hjá Dánjali og Olivuri, tá ið vit vitjaðu sjósavnið. Aftanfyri teir báðar sæst "strandaði" kavbáturin Tær fýra kvinnurnar, sum vóru við í ferðini; Maria & Maria frá Atlantsflogi, Marita frá Flogfelag Føroya og Karis, sum starvast á Vikublaðnum